Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Ársaðalfundur: Vælkomin til framtíðina

 

Fyrsti ársaðalfundurin eftir at Koda fekk nýggjar viðtøkur er av. Ársaðalfundurin tók slakar 6 tímar, har m.a. nýggir nevndarlimir skuldu vejlast og ymisk tilmæli frá nevndini skuldu góðkennast. 

Í fjør var í Fólkatinginum samtykt lóg um felags umsiting av upphavsrættindum. Við støði í hesari lógini vóru nakrar av størstu broytingunum í 90-ára longu søguni hjá Koda framdar. Millum annað vóru nýggjar viðtøkur skrivaðar. Hesar viðtøkurnar løgdu karmin um ársaðalfundin. Tí var tað ógvuliga hóskandi at nevndarformaðurin, Niels Mosumgaard, í sínari røðu bjóðaði øllum vælkomin til framtíðina.

 

Kæru limir. Í ár er støðan heilt nýggj - Niels Mosumgaard

"Kæru limir. Í ár er støðan heilt nýggj. Koda hevur fingið nýggjar viðtøkur og við teimum hava limirnir tildømis beinleiðis ávirkan á samansetingina í nevndini, vælkomin til framtíðina," ljóðaði tað frá formanninum til teirra, sum til høvið hevði leitað sær til Den Sorte Diamant. 

Les frágreiðingina hjá formanninum her

Strategiska støðan hjá Koda 

Eftir at formaðurin hevði bjóðað vælkomin og hevði nevnt ymiskt frá frálidna árinum, tók stjórin í Koda, Anders Lassen, yvir. Stjórin legði út við at greiða frá um broytingarnar í lóggávuni innan umsiting av rættindum, ið hava havt við sær at lóg um felags umsiting av upphavsrættindum var sett í gildi. Dentur var lagdur á strategisku støðuna hjá Koda og á tær  avbjóðingar í umheiminum, sum ávirka virksemið og limirnar hjá Koda. 

"Vit eru partur av einum altjóða samstarvi og netverki. Tað er ein skipan, ið hevur riggað heilt væl í nærum 100 ár. Men tað er ein skipan, sum er undir stórum trýsti," byrjaði Anders Lassen. 

Av pallinum greiddi hann frá, at kappingin er ment nógv tá tað snýr seg um umsiting av rættindum. Áðrenn 2005 hevði Koda við lógarheimild øll rættindi í Danmark. Men so líðandi er tað vorðið gjørligt fyri rættindahavarar at umsita egin rættindi ella at skifta til aðrar rættindafelagsskapir ella privatar aktørar. Sum nú er, verður kappast um øll rættindi og tað hevur havt ávirkan á onlineøkinum. 

 

Tað er ein skipan, ið er undir stórum trýsti - Anders Lassen

 

"Á onlineøkinum hava vit m.a. sæð, at øll tey stóru fleirtjóðaðu forløgini umframt fleiri systirfelagsskapir hava trekt teirra altjóða repertoire. Tað er umleið 60 % av tí tilfarinum, ið Koda hevur á økinum," segði Anders Lassen og greiddi samstundis frá, at bæði privatar fyritøkur og grunnar spakuliga eru farin at fáast við umsiting av upphavsrættindum. Og hesi hava bara eitt í huga: 

"Tey fara so at siga bara eftir teimum stóru rættindahavarunum, tí tað eru teir smáu rættindahavararnir, ið eru dýrast at umsita. Teirra mantra er, at um rættindahavararnir vilja vinna meira pening, er best at koma til teirra. Tey brúka til dømis ikki kulturelle midler, og kunnu tí bjóða rættindahavarunum størri inntøku."

Stjórin greiddi frá, at hetta ikki bara er ein avbjóðing fyri virksemið hjá Koda, men eisini fyri einkulta limin. Hetta kemst av tí, at tað gerst alsamt torførari at gera góðar avtalur til gagn fyri bæði stórar og smáar rættindahavarar, um Koda ikki fær bjóðað kundum sínum eitt vælumtókt og stórt repertoire. 

"Sum er, hava vit tann fyrimunin, at kundarnir - tildømis Danmarks Radio - kunnu fáa so at siga øll rættindini hjá okkum. Tað setir okkum í eina góða støðu, tá ið avtalur skulu gerast. Men jú færri rættindahavarar, vit umboða, jú ringari støðu vera vit í, tá avtalur skulu gerast."

Við støði í hesum verða limirnir bodnir á fund í heyst, har hesar avbjóðingar og broytingar verða lýstar og har høvi verður at kjakast. 

Les ársfrágreiðingina hjá stjóranum her 

 Anders Lassen

Ársúrslit

Síðst men ikki minst legði Anders Lassen úrslitini frá undanfarna árinum fram og greiddi frá hvussu tann sonevnda skygnisfrágreiðingin skuldi lesast. Hann kundi eisini greiða frá, hví Koda fyri fyrstu ferð í fleiri ár hevði negativan vøkstur. Sum sæst í ársfrágreiðingini hjá stjóranum, kemst hetta m.a. av at ein størri peningaupphædd er innifryst hjá Copydan, meðan teir mongu rættindahavararnir samráðast um, hvussu upphæddin skal býtast. 

"Um peningurin frá Copydan var komin inn í 2016, høvdu vit havt ein fittan vøkstur. Tað gjørdi hann tíverri ikki, men kemur hann inn í 2017 í staðin, vænta vit, at okkara inntøkur í ár fara at nærkast einari lítlari milliard," segði Anders Lassen. 

Les skygnisfrágreiðingina her

Fimm nýggir nevndarlimir í Koda 

Tað, ið dróg flest fólk til ársaðalfundin í 2017, var fyrsta punktið á dagsskránni, nevniliga val av nevndarlimum. Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Koda, at nevndin verður samansett á hendan hátt og á ársaðalfundinum skuldu veljast 2 tónleikaforleggjarar og 3 høvundalimir. 

Tónleikaforleggjararnir valdu Peter Littauer og Søren Winding til at umboða seg í nýggju nevndini, meðan Loui Törnqvist varð vald sum tiltakslimur. Hjá høvundalimunum var neyðugt við tveimum umførum, áðrenn nýggju nevndarlimirnir vóru funnir. Út av 16 uppstillaðum vóru tað Frans Bak, Niels Rønsholdt og Niels Marthinsen, ið fingu teir tríggjar sessirnar í nevndini. Jørgen Thorup og Trinelise Væring gjørdust tiltakslimir. 

Les meira um tey nývaldu og síggj samlaðu nevndina her

Nýggju nevndarlimirnir Nýggju nevndarlimirnir

Tilmæli frá nevndini góðkend

Seinna helvtin av ársaðalfundinum snúði seg mest um at taka støðu til tilmæli frá nevndini. Hetta er nýggj mannagongd, sum er sett í verk saman við nýggju viðtøkunum. Stutt sagt er endamálið, at limirnir í Koda skulu góðkenna m.a. leiðreglur fyri hvussu inntøkurnar vera býttar millum rættindahavararnar. 

Áðrenn ársaðalfundin var gjørligt at koma við uppskoti til broytingar av teimum tilmælum, nevndin var komin við. Eingi broytingaruppskot vóru komin, so eftir at nevndin hevði greitt frá teimum seks tilmælunum, skuldi atkvøðast. Og øll tilmælini vórðu góðkend. 

Síggj øll tilmælini hjá nevndini her 

Nýggjar viðtøkur viðtiknar 

Síðsta punkt á dagsskránni var ein atkvøðugreiðsla um uppskot til nýggjar viðtøkur. Í uppskotinum vóru nakrar smávegis rættingar og ein nýggj áseting um kærunevnd. Ein áseting um kærunevnd varð innførd við støði í eini avgerð, ið var tikin á eykaaðalfundinum í 2016. Øll uppskot til rættingar og uppskotið um stovnseting av kærunevnd vórðu viðtikin á ársaðalfundinum.

 

Vit leggja karmarnar fyri einum limafelagsskapi - Niels Mosumgaard

 

Les viðtikna uppskotið til viðtøkubroytingar her 

At enda takkaði Niels Mosumgaard fyri stóru undirtøkuna og stóra eldhugin, ið limirnir høvdu víst: 

"Tað er heilt uttan fordømi, at so nógvir limir koma á ársaðalfund og at har er so stórur áhugi fyri tí nýggja Koda, sum vit í felag leggja karmarnar fyri. Vit eru í holt við at leggja karmarnar fyri einum limafelagsskapi, sum kanska hevur livað eitt ósjónligt lív seinastu mongu árini. So takk til øll fyri tykkara stóra eldhuga og fyri tykkara stóru undirtøku."

Síggj ársaðalfundin og ymiska kjakið, ið fór fram her