Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Koda INNANÍFRÁ

”Vit vilja fegin seta gongd í nakað, ið kann breiða seg sum ringar í vatninum og sum onnur kunnu fáa íblástur av”

Koda skal í størri mun enn áður á ein virknan hátt stuðla undir einum burðardyggum tónleikalívi. Head of Sustainability, Camilla Marie Thiele, greiður frá um hví Koda ynskir sær ein meira virknan leiklut í mun til hvat rørir seg innan burðardygd.

Tíðin, har ”tað var nóg mikið” hjá Koda at arbeiða fyri, at sangskrivarar og tónaskøld fingu eina hóskandi samsýning fyri teirra arbeiði, er farin. Í dag eru hægri krøv og størri væntan av virkjum og felagsskapum. Burðardygd er á dagsskránni mest sum alla staðni og sum ein av teimum mest týðandi leikarunum í danska tónleikalívinum, tekur Koda støðu hetta og vil virka fram í móti at loysa nakrar av teimum sosialu, fíggjarligu, umhvørvis og byrðardygdar avbjóðingunum, sum tónleikavinnan hevur.

Soleiðis ljóða boðini frá Camilla Marie Thiele, sum á vári 2022 varð sett sum Head of Sustainability í Koda. Hon hevur ábyrgd fyri menna og reka økið við burðardygd í Koda. Og við setanini av henni, setti Koda av álvara ferð í eina broytingartilgongd, sum í smáum var byrjað nøkur ár frammanundan við einum mentanarstrategi, sum í størri mun legði dent á javnstøðu í tónleikavinnuni. Ein broyting, sum heilt stutt snýr seg um, at Koda í positivan mun skal gera sítt til at tað gongur rætta vegin, tá tað snýr seg um umhvørvi, sosial viðurskifti og fíggjarviðurskifti í tónleikavinnuni í framtíðini.

Hvørji eru verðinsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning?

Málini hjá ST fyri burðardyggari menning – eisini nevnd 2030-málini, tí tey eru galdandi til 2030 – eru 17 samanhangandi menningarmál, ið vóru viðtikin av stjórnunum í øllum heiminum í 2015. Málini kunnu síggjast sum eitt yvirlit yvir tær størstu avbjóðingarnar í heiminum, sum ikki kunnu loysast av einstøkum londum, men sum í stóran mun krevja at virkir, felagsskapir, granskarar, útbúgvingarstovnar, borgarar og onnur í felag lyfta í flokk.

Les meira um Verðinsmálini

 

 

”Vit eru noydd at hava ein hugburð til og svar uppá teir samfelagsspurningar, sum okkara vinna hevur. Tað er ein nýggj leiðsluuppgáva fyri felagsskapir og virkir – eisini í tónleikalívinum – og vónin er, at vit kunnu halda kósini við innliti og á ein natúrligan hátt. Hetta er eisini tað, ið limirnir í Koda vænta. Tað hevði ikki verið tíðarhóskandi at hildið, at felagsskapir kundu sloppið sær undan at tikið støðu til ta menning, ið sæst í umheiminum. Um Koda framhaldandi skal varðveita sín relevans – ikki minst fyri limirnar – meta vit, at burðardygd er eitt týðandi evni í tí arbeiðinum,” sigur Camilla Marie Thielse.

”Vit vilja arbeiða fyri, at Koda spælir ein positivan leiklut í arbeiðinum við burðardygd í tónleikalívinum bæði her heima og uttanlanda,” sigur hon.

”Tað ræður um at taka ábyrgd fyri teimum trupulleikum, ið skulu loysast. Men eisini at hyggja eftir, hvussu vit brúka okkara nýmenning, okkara vørur, okkara førleikar, okkara netverk, okkara fígging – øll tey virði, ið Koda hevur – til at finna loysnirnar, ið gagna tí vinnuni og heiminum, vit eru í.”

Koda kann gera mun

Arbeiðið hjá Koda við burðardygd er skipað so tað fylgir verðinsmálunum hjá ST. Tey 17 verðinsmálini eru skipaði í sosial, umhvørvis og fíggjarlig evni. Innan tey ymisku málini eru fleiri lutmál og ítøkilig heildarmál, ið felagsskapir og virkir kunnu vera við til at loysa.

Koda INNANÍFRÁ

 

Í okkara røð av samrøðum – Koda INNANÍFRÁ – lata vit nøkur av teimum í Koda, ið vita mest um hvat rørir seg í rættindaheiminum og hvønn veg virksemið hjá Koda ber seg, koma til orða.

 

Hesuferð tosa vit við Head of Sustainability, Camilla Marie Thiele, um, hví Koda vil hava ein meira virknan leitlut tá tað snýr seg um burðardygd og samstundis vera við til at loysa nakrar av teimum sosialu, fíggjarligu, umhvørvis- og burðardygdar-avbjóðingunum, sum tónleikavinnan hevur.

 

Sjálvandi eru tað ikki øll verðinsmálini, ið hanga saman við virkseminum hjá Koda. Og tí hevur Koda raðfest trý strategisk mál, ið knýta seg til trupulleikar, ið Koda hevur arbeitt við í fleiri ár, men eisini nakrar aðrar og nýggjar trupulleikar fyri Koda. Hesir trupulleikarnir snúgva seg millum annað at tryggja javnstøðu millum kynini, minka um ójavna, góðar starvsumstøður og fíggjarligan vøkstur.

Arbeiðið fer fram bæði innanhýsis í Koda og frá Koda út til tónleikavinnuna.

Innanhýsis snýr tað seg millum annað um at hyggja nágreiniliga eftir, hvussu Koda arbeiðir við sosialari ábyrgd í mun til starvsfólk og samstarvsfelagar, um umlegging til so grønar rakstur sum gjørligt og um burðardyggar íløgur.

Tað er tó ikki innanhýsis, at Koda kann gera størsta munin.

”Vit vilja fegin arbeiða ímóti at loysa tey heildarmál, ið knýta seg til tað stóra ójavnvágið millum kynini og manglandi fjølbroytni í tónleikalívinum. Og so arbeiða vit í breiðari merking fyri at tryggja karmarnar um eitt meira burðardygt arbeiðslív innan tónleikin. Tað snýr seg millum annað um at kanna tey viðurskifti, ið skapa mistrivnað hjá útinnandi tónleikarum og skaparum og um at tryggja, at tey fáa eitt rímiligt gjald fyri teirra arbeiði á teimum talgildu platformunum. Hetta eru átøk, ið vit longu arbeiða við. Hetta eru eisini stórir trupulleikar, men vit trúgva uppá, at okkara leiklutur kann gerast størri her.”

Hvussu skal hetta koma til sjóndar uttanfyri Koda?

”Millum annað gjøgnum Koda Kultur. Koda Kultur er ein uppløgd lyftistong og eitt framúrskarandi amboð til at seta gongd á nøkur av hesum átøkunum.  Tað er umráðandi at fara til verka á ein skipaðan hátt við hvørjar verkætlanir og átøk skulu stuðlast. Tað er onnur síðan av tí. Hin síðan er, at vit umvegis samstarv og samstarvspartnarar kunnu fáa okkara vitan, førleikar og data við inn har, trupuleikarnir skulu loysast.

Vit eru noydd at hava ein hugburð til og svar uppá teir samfelagsspurningarnar, ið stinga seg upp í okkara vinnu.

Camilla Marie Thiele

 

Eitt ítøkiligt dømi uppá tað síðstnevnda er, at Koda seinastu trý árini hevur útgivið hagtøl um kyn og í ár eisini eina frágreiðing, ið undirbyggir hagtølini og greiðir frá, hvørjar forðingar eru fyri størri javnvági millum kynini í tónleikavinnuni.

”Soleiðis kann Koda hækka støðið á kjakinum. Tað vilja vit eisini fegin gera á øðrum økjum. Tað kunnu vit til dømis gera á trivnaðarøkinum, har vit kunnu seta nøkur av teimum týðandi evnunum í miðdepilin og peika á møguligar loysnir, seta dagsskrá og skapa grundarlag fyri broyting hjá øðrum gjøgnum kjak, samstarv og íblástur,” sigur Camilla Marie Thiele.

 

Samstarv er sera týdningarmikið

Tær størstu og truplastu avbjóðingarnar krevja breitt samstarv, um gongd av álvara skal koma á menningina av burðardygdini, greiðir hon frá.

”Vit vilja samstarva í øllum, vit gera á hesum økinum. Tað er neyðugt fyri at loysa tær størru avbjóðingarnar. Har eru nógvir smáir aktørar í tónleikalívinum og tað ber ikki til at loysa allar trupulleikarnar hvør sær. Vit vilja kanna, hvar vit í samstarvi við onnur kunnu seta gongd í nakað, ið kann breiða seg sum ringar í vatni og sum onnur kunnu fáa íblástur av og byggja víðari uppá.”

”Hetta er eitt dømi um tann háttin, ið Koda gjarna vil arbeiða við tílíkum spurningum. Við at seta samstørv í verk, sum eisini fáa onnur til at seta gongd á innanfyri teirra øki. Á tann hátt kunnu aldurnar koma uttan íhald. Tað er umráðandi, at man ikki bara fokuserar uppá sína egnu vørur og í staðin miðjar ímóti langskygdari virðisskapan,” sigur Camilla Marie Thiele.

Røðin

Við hesari røðini av samrøðum seta vit ymisk evni og ymiskar síður av virkseminum hjá Koda í miðdepilin, sum vit meta, tað er týdningarmikið at limirnir kenna til. Onnur evni taka vit upp, tí vit uppliva at vit ofta fáa somu ella líknandi spurningar frá limum umvegis telefon ella teldupost. Vit taka eisini evni upp, sum limir mæla til. So um okkurt er, sum tú kundi hugsað tær meira nágreiniliga kunning um, og sum tú heldur fleiri høvdu havt áhuga fyri, so vilja vit fegin hoyra frá tær.

Set teg í samband við okkum á [email protected].