Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Nei til mvg á mentan eru góð tíðindi fyri føroysku tónleikaskaparar

Fólkatingið vrakar mvg á mentanargjøldum. Tað eru góð tíðindi fyri mentanarlívið.

 

Ein meirluti í Fólkatingunum hevur júst atkvøtt ímóti uppskotinum hjá stjórnini um at legga mvg á rættindagjøld. Tað eru góð tíðindi hjá tónaskøldum, sangskrivarum og tónleikaforløgum.

Upprunaliga hevði stjórnin og danska Skattaministeriið ætlað at leggja mvg á rættindagjøld frá 2021. Eitt áralangt arbeiði frá Koda og øðrum felagsskapum hevur gjørt vart við tær avleiðingarnar, sum lógaruppskotið hevði havt við sær. Uppskotið er blivið útsett nakrar ferðir og nú at enda, var ikki longur politisk undirtøka fyri uppskotinum, sum til triðju viðgerð í Fólkatinginum varð vrakað við 35 atkvøðum fyri og 61 atkvøðum ímóti.

Vit fegnast ómetaliga nógv vegna tónaskøldini, sangskrivararnar og tónleikaforløgini - Gorm Arildsen
Allar súður ikki syftar enn

Danska Skattemálaráðið er tó ósamt við fleirtalinum í Fólkatinginum og við niðurstøðuni í einari óheftari advokatkanning. Danska Skattaministeriið heldur framvegis, at lógaruppskotið er neyðugt fyri at tryggja, at donsku reglurnar eru í samsvari við ES-rættin. Skattamálaráðharrin ætlar tí sum skjótast at leggja uppskotið fram av nýggjum í næstu tingssetu. Rættindafelagsskapirnir kunnu tí ikki kenna seg tryggar enn. Higartil hevur tó ikki verið politisk undirtøka fyri tí lógaruppskotinum í sínum núverandi líki.

“Beint nú gleðast vit ómetaliga vegna tónaskøldini, sangskrivararnar og tónleikaforløgini um, at okkara arbeiðið fyri at forða at mvg var lagt á rættindagjøld varð tikið álvarsliga av meirlutanum í Fólkatinginum. Tónleikabúskapurin hevur seinastu 50 árini verið frítikin fyri mvg og ein broyting sum hendan hevði havt ovurstórar avleiðingar við sær fyri vinnuna. Men nú sleppa okkara limir og mentanarlívið undan at missa týðandi inntøkur og samstundis sleppa tónleikabrúkararnir undan at gjalda meira fyri innihaldið, uttan at fáa nakað aftur fyri,” sigur stjórin í Koda, Gorm Arildsen.

Les eisini: