Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Stuðulin frá Koda kann vera til góða hjálp tá man skrivar nýggjan tónleik

Hósdagin 11. januar var aftur latið upp fyri umsóknum til stuðul frá ‘kollektive båndmidler’ hjá Koda. Fá góð ráð til tína umsókn frá Nick Labajewska Madsen og Tobias Kippenberger úr The Floor Is Made Of Lava, sum báðir fingu stuðul til nýggjar verkætlanir í 2017. Les eisini um hvat Stuðulsnevndin leggur dent á í umsóknunum.

Stuðulin frá Koda gjørdi at ein solo EP var gjørlig.

Nick Labajewska Madsen byrjaði sum guitarleikari í Kiss Kiss Kiss. Fyri hann hevur stuðulin frá Koda havt stóran týdning. Kiss Kiss Kiss fingu sítt stóra gjøgnumbrot við fyrstu plátuni ‘Release the Birds’ í 2010. Eftir at onnur plátan ‘Ponte25’ var útgivin í 2012, fóru limirnir í bólkinum hvør til sítt. Síðan tá hevur Nick framleitt fyri Kidd, Anya, Soleima, Goss, Oh Land, Mø, CYN og remixað fyri bólkar sum Terror Jr., Tkay og Off Bloom. Harumframt hevur hann útgivið egnan tónleik á progressivum plátufeløgum sum Pelican Fly og Secret Songs. Nick hevur góð ráð til komandi umsøkjarar: 

‘Míni bestu ráð eru, at skriva eina so persónliga og realistiska umsókn sum gjørligt. Eg søkti sjálvur stuðul til framleiðslu av mínari solo EP, og stuðulin frá Koda hjálpti mær við at fokusera uppá at gera arbeiðið liðugt.’

‘Tá ein fær part í hesari puljuni, so er tað fyri tey flestu eitt undirskotsgaranti - skilt sum at undirskotið verður eitt lítil sindur minni. Tað eru tey fæstu, sum vinna útgávurnar inn aftur, men uttan mun til hvønn tónleik, man skrivar, skal tónleikurin festast á band onkursvegna. Tað er hønan fyri summi og eggið fyri onnur, men neyðugt hjá øllum - og har er stuðulspeningurin frá Koda ein bjargingarringur fyri tey flestu,’ endar Tobias.

NICK LABAJEWSKA MADSEN. FOTO: JONAS BANG
Tobias Kippenberger - solo við nýggjari verkætlan.

Tobias Kippenberger, orðasmiður, tónleikari og sangari úr The Floor Is Made Of Lava, fór eftir ein longri steðg frá tónleikinum í gongd við eina solo verkætlan á donskum í 2017. The Floor Is Made Of Lava spældu teirra seinastu konsert á Plenuni í Tivoli í septembur 2013, síðan hevur bólkurin hildið steðg á óásetta tíð. Tobias tørvaði at koma heilt burtur frá tónleikinum í eina tíð, men seinasta árið kom íblásturin til at byrja eina nýggja verkætlan í egnum navni. Fyri Tobias hevur møguleikin fyri stuðli frá Koda havt stóran týdning:

‘Fyrst og fremst dámar mær sera væl, at har á ein hátt er ein skattur á rættindapeninginum, har semja er um at at læsa ein part til felagsskapin og framtíðina, í staðin fyri at alt sum kemur inn, bara verður útgoldið so hvørt. Tað er við til at tryggja, at nýggjur tónleikur verður skrivaður av nýggjum tónasmiðum,’ sigur Tobias.

TOBIAS KIPPENBERGER
Trý góð ráð frá Tobias Kippenberger:
  1.  Skriva tað, tú hugsar - ein umsókn er ikki ein doktararitgerð
  2. Finn tína søgu - set myndir til tín tónleik
  3. Hvussu skal tónleikurin útgevast? Tónleikurin skuldi helst komið øðrum enn tær sjálvum til góðar

Stuðulsnevndin 2018

Tað er Stuðulsnevnin í Koda, sum tekur støðu til tína umsókn. Hvørt ár tilnevna teir fýra limafelagsskapirnir í Koda hvør sítt umboð. Teir fýra limafelagsskapirnir eru DKF, DJBFA, DPA og Tónleikaforleggjararnir.

 Í ár eru hesi við í Stuðulsnevndini: 

  • Peter Mesnickow (Tónleikaforleggjararnir)

Tónaskaldið Peter Mesnickow er Product, A&R og Promotion Manager hjá Target Group, og hevur verið í plátufelags-/tónleikarforlagsvinnuni í skjótt 25 ár. Hann hevur eisini skrivað greinir í ymsum tónleikabløðum, verið bookari/event manager fyri m.a. klubbarnar The Black Cat og Faust. Í sínari tíð á plátufeløgum hevur hann arbeitt við einum ótali av ymiskum nøvnum sum Martin Hall, Agnes Obel, Kenneth Bager, Nightwish, Vi Sidder Bare Her, Dimmu Borgir, Tue West, Saturnus, Juncker, The Savage Rose og mongum fleiri. 

  • Anja Følleslev (DJBFA)

Anja Følleslev er onnur helvtin av bólkinum Strawberry Blonde. Hin helvtin er tvíburasystur hennara, Betina Følleslev. Bólkurin hevur útgivið tvær plátur (í 2009 og 2012) og nýtt tilfar er ávegis til 2018. Hon hevur eisini eina soloverkætlan, The Red House. Anja er leiðari av Studentahúsinum í Odense. Anja er eisini við í úrvalsnevdini til UHØRT, í metingarnevdini til Odense Live Prisen og Årets Fynske Jazzmusiker.

  •  Sara Indrio Jensen (DPA - Danske Populær Autorer)

Tónleikarin, sangarin og sangskrivarin Sara Indrio Jensen er útbúgvin slagverksleikari frá hægri tónlistarskúlanum. Hon hevur m.a. spælt og innspælt við Eric Gadd, The Savage Rose og Rebecka Törnqvist. Sara útgav sítt triðja soloalbum ‘Blodrød Måne’ í februar 2017. Hon er eisini drívmegin á báðum verkætlanar-útgávunum, Break of Day við Fridolin Nordsø og The Latin Collective Vol. 1 við einum hópi av donskum og altjóða tónleikarum í heimsklassa. 

  • Martin Stauning (DKF - Dansk Komponistforening)

Martin Stauning debuteraði frá solistklassanum á hægra tónlistarskúlanum í oktobur 2016. Hann er m.a. blivin undirvístur av Hans Abrahamsen, Bent Sørensen og Niels Rosing-Schow. Martin hevur skrivað tónleik til nógvar ymiskar samansetingar og hevur arbeitt við ljóðinstallatiónum og performance. Í 2015 varð Martin heiðraður við Axel Borup-Jørgensens Komponistpris og í 2016 fekk hann bæði Léonie Sonning Stipendium og Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsens Legat.

 

 Hvat leggur Stuðulsnevndin dent á?
  • At verkætlanin tykist álvarsom, og at leikluturin hjá umsøkjaranum er greiður. 
  • At verkætlanin er skilliga lýst og er tongd at virkseminum hjá umsøkjaranum sum limur í Koda. 
  • At tað við støði í umsóknini kann metast, at vera rímuliga sannlíkt, at verkætlanin verður gjøgnumførd. 
  • Tað er eitt krav, at meginparturin av tilfarinum er sjálvskrivað. 
  • Stuðul verður ikki latin til úreiðslur, ið eru goldnar, ella til keyp av útgerð. 
  • Viðheftu ljóðfílurnar sýna og/ella geva eina greiða ábending um tónlistarliga virkið hjá umsøkjaranum. 
  • Vit mæla til, at tú raðfestir raðfylgjuna av ljóðfílunum, sum nevndin skal hoyra. 

 

Freist fyri umsóknum er tann 1. februar kl. 15:00

Les meira um stuðul frá Koda.