Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Kollektivu båndmidlini hjá Koda

SEND UMSÓKN HER

Umsóknarfreistin til kollektivu båndmidlini (hiðan nevnt KB) hjá Koda er hósdagin tann 1. februar 2018 kl. 15.00 danska tíð. 

Um KB

Tá miðlar sum kunnu goyma data, ljóð ella myndir verða seldir, fer ein partur av inntøkunum til KB. Copydan KulturPlus umsitur í fyrstu atløgu KB, sum síðan verður býtt millum ymiskar upphavsrættarfelagsskapir. Tað er hendan vegin, at  Koda fær pening tá t.d. tómar fløgur, dvd’ar, geymar, mini diskar og analog ljóð- og videobond verða seld. Sambært donsku upphavsrættarlógini skal ein triðingur av hesari upphædd býtast kollektivt. 

Endamálið við KB er
  • at stuðla einstøkum upphavsmonnum og listarfólkum, ið veita týðandi og nýskapandi íkast til danskan tónleik og film.
  • at stuðla øllum sløgum av tónleiki. 

Les reglugerðina fyri KB hjá Koda. 

Hvør kann søkja?
  • Tónaskøld og orðasmiðir, uttan mun til tjóðskap ella limaskap í Koda.
  • Plátufelag og stovnar, ið søkja stuðul til verkætlanir, sum upphavsmenn eru við í (her krevst tó fullmakt frá upphavsmanninum). 

GG: Umsøkjarar sum fáa stuðul, sleppa ikki uppí part í stuðulsbýtinum næstu tvey árini.  

Krøv til umsóknina

Tín umsókn skal lúka hesum fimm treytum:

  1. Meginparturin av tilfarinum skal vera sjálvskrivað (uml. 70 %).
  2. Ljóðfílur skulu viðheftast umsóknini. Nevndin má kunna meta um støðið á tónleikin og um hugskotið aftanfyri tónleikin.
  3. Verkætlanin skal vera realistisk og gjørlig at fremja í verki. Her meinast, at avtala t.d. longu er gjørd um leigu av studio í samband við útgávu ella at avtala við spælistað er komin í hús, tá tað snýr seg um konsertir.
  4. Fullmaktir skulu antin viðheftast umsóknini ella sendast til [email protected], um tú søkir vegna aðrar rættindahavarar. Verður fullmaktin send aftaná umsóknin er send, skal fullmaktin vera Koda í hendi áðrenn nevndin fer í holt við umsóknirnar. Umsóknin kann verða vrakað, um fullmaktin ikki er tøk, tá nevndin fer til verka.
  5. Realistisk fíggjarætlan. Her er eitt dømi um, hvussu ein fíggjarætlan til eina útgávu kundi sæð út. Dømið er vegleiðandi og ikki er neyðugt at skriva í allar teigarnar. Um tú søkir til konsertir, er eitt uppskot til fíggjarætlan her
Hvat kann eg søkja til?

Tú kanst søkja stuðul til:

  • Starvslønir og stuðul til útbúgving
  • Framleiðslu (fløgu-, vinyl-, video-, nóta- og onlineútgáva)
  • Ferðastuðul
  • Konsertir
  • Verkætlanir, ið eisini fevna um aðra list enn tónleik 

Tú kanst ikki søkja stuðul til:

  • Goldnar útreiðslur
  • Útgerð
  • Frían tónleik  
Stuðulsupphæddir

Einki fast mark er fyri upphæddini. Vanliga verður millum kr. 10.000 og 20.000 latnar. Í serligum førum kann størri upphædd latast til størri verkætlanir.

Hvør viðger mína umsókn?

Tað er Stuðulsnevnin í Koda, sum tekur støðu til tína umsókn. Hvørt ár tilnevna teir fýra limafelagsskapirnir í Koda hvør sítt umboð. Teir fýra limafelagsskapirnir eru DKF, DJBFA, DPA og Tónleikaforleggjararnir. 

Stuðulsnevndin í Koda í 2018
  • Martin Stauning (DKF - Dansk Komponistforening)

Martin Stauning debuteraði frá solistklassanum á hægra tónlistarskúlanum í oktobur 2016. Hann er m.a. blivin undirvístur av Hans Abrahamsen, Bent Sørensen og Niels Rosing-Schow. Martin hevur skrivað tónleik til nógvar ymiskar samansetingar og hevur arbeitt við ljóðinstallatiónum og performance. Í 2015 varð Martin heiðraður við Axel Borup-Jørgensens Komponistpris og í 2016 fekk hann bæði Léonie Sonning Stipendium og Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsens Legat. 

  • Anja Følleslev (DJBFA)

Anja Følleslev er onnur helvtin av bólkinum Strawberry Blonde. Hin helvtin er tvíburasystur hennara, Betina Følleslev. Bólkurin hevur útgivið tvær plátur (í 2009 og 2012) og nýtt tilfar er ávegis til 2018. Hon hevur eisini eina soloverkætlan, The Red House. Anja er leiðari av Studentahúsinum í Odense. Anja er eisini við í úrvalsnevdini til UHØRT, í metingarnevdini til Odense Live Prisen og Årets Fynske Jazzmusiker. 

  • Peter Mesnickow (Tónleikaforleggjararnir)

Tónaskaldið Peter Mesnickow er Product, A&R og Promotion Manager hjá Target Group, og hevur verið í plátufelags-/tónleikarforlagsvinnuni í skjótt 25 ár. Hann hevur eisini skrivað greinir í ymsum tónleikabløðum, verið bookari/event manager fyri m.a. klubbarnar The Black Cat og Faust. Í sínari tíð á plátufeløgum hevur hann arbeitt við einum ótali av ymiskum nøvnum sum Martin Hall, Agnes Obel, Kenneth Bager, Nightwish, Vi Sidder Bare Her, Dimmu Borgir, Tue West, Saturnus, Juncker, The Savage Rose og mongum fleiri.

  • Sara Indrio Jensen (DPA - Danske Populær Autorer)

Tónleikarin, sangarin og sangskrivarin Sara Indrio Jensen er útbúgvin slagverksleikari frá hægri tónlistarskúlanum. Hon hevur m.a. spælt og innspælt við Eric Gadd, The Savage Rose og Rebecka Törnqvist. Sara útgav sítt triðja soloalbum ‘Blodrød Måne’ í februar 2017. Hon er eisini drívmegin á báðum verkætlanar-útgávunum, Break of Day við Fridolin Nordsø og The Latin Collective Vol. 1 við einum hópi av donskum og altjóða tónleikarum í heimsklassa. 

Hvat leggur Stuðulsnevndin dent á?
  • At verkætlanin tykist álvarsom, og at leikluturin hjá umsøkjaranum er greiður.
  • At verkætlanin er skilliga lýst og er tongd at virkseminum hjá umsøkjaranum sum limur í Koda.
  • At tað við støði í umsóknini kann metast, at vera rímuliga sannlíkt, at verkætlanin verður gjøgnumførd.
  • Tað er eitt krav, at meginparturin av tilfarinum er sjálvskrivað.
  • Stuðul verður ikki latin til úreiðslur, ið eru goldnar, ella til keyp av útgerð.
  • Viðheftu ljóðfílurnar sýna og/ella geva eina greiða ábending um tónlistarliga virkið hjá umsøkjaranum.
  • Vit mæla til, at tú raðfestir raðfylgjuna av ljóðfílunum, sum nevndin skal hoyra. 
Soleiðis skal umsóknarblaðið fyllast út
  • Søkjast kann bara á netinum
  • Skrivligi parturin av umsóknini er býttur upp í ‘motivatión’, ‘verkætlanarlýsing’ og ‘um teg’.
  • Tín verkætlanarlýsing skal vera stutt og greið. Tað ber ikki til at skriva meira enn 1000 tekin um verkætlanina. Tað er á leið sum 10 linjur við Times New Roman ptk. 12 í einum Word-skjali.
  • Minst til at skriva hvørja upphædd, tú søkir í stuðli.
  • Tað er týdningarmikið, at tað er greitt, hvørjir upphavsmenninir til verkini eru.
  • Har eru serlig krøv til hvørjar fílur kunnu viðheftast. Les meira niðanfyri.
  • Um tú ikki fært eina kvittan fyri móttøku, er sendingin av umsóknini ikki gingin rætt fyri seg.
  • Minst til at kanna kvittanina fyri boð um villur ella brek.
  • Vit hava ikki møguleika at hjálpa tær, tá umsóknarmodulið er latið aftur. 
Krøv til fílur
  • Tónleikur og video kann bara viðheftast sum mp3 og mp4. Tú kanst nýta ein convertara til at broyta tínar fílur til rætta formatið.
  • Fílurnar kunnu ikki vera størri enn 8 MB.
  • Tekstir, nótar og útgreinað fíggjarætlan kunnu viðheftast sum word og pdf. 
Soleiðis verður stuðulin útgoldin

Útgjald av arbeiðs-, lestrar og ferðastuðli

  • Arbeiðsstuðul verður útgoldin beint eftir at stuðulin er játtaður.
  • Ferðastuðul verður útgoldin, tá ferðaútreiðslurnar eru skjalprógvaðar. 

Útgjald fyri verkætlanir (fløgu-, vinyl-, online-, video-, bóka- og nótaútgáva)

Fyri at stuðulin skal gjaldast út, skulu tríggjar treytir lúkast:
  • A: Skjalprógvan fyri at verkætlanin er komin á mál.
  • B: Koda verður krediterað.
  • C: Roknskapur skal vera móttikin 

A: Tú skalt kunna skjalprógva at verkætlanin er komin á mál.

  • Tað kann vera við at vísa ta fysisku útgávuna (fløgu, vinyl ella bók), húsan til fløgu/bók og goldnan faktura frá einari NCB-góðkendari prentsmiðja.
  • Onlineútgávur - vit skulu hava leinkju til ta tænastuna, har tilfarið liggur (t.d. Spotify ella iTunes). Tilfarið má vera atkomuligt uttan serliga innritan.
  • Tónleikavideoir kunnu leggjast á YouTube.

B: Soleiðis kanst tú kreditera Koda:

  • Í húsanum á útgávuni - búmerkið hjá Koda finnur tú her
  • Í sambandi við onlineútgávu
  • Á egnari heimasíðu saman við tónleikinum
  • Á Soundcloud síðu saman við tónleikinum
  • Á YouTube saman við tónleikinum

Vit góðtaka ikki útgávur og kreditering á Facebook.

C: Roknskapur

Stuðulin er treytaður av undirskoti. Tað merkir, at stuðulin frá KB og aðrar inntøkur tilsamans ikki mugu vera hægri enn útreiðslurnar. Í roknskapinum skulu tí vera upplýsingar um allar inntøkur og útreiðslur í sambandi við tína verkætlan. Við inntøku meinast stuðul, stuðul frá øðrum felagsskapum, ískoyti frá plátufelagi, peningur fingin til vega við crowdfunding og annað, ið verið latið til verkætlanina.

  • Minst til at skriva hvørja kontu, tú vilt hava upphæddina flutta á
  • Og minst til at skriva, um tú vilt skattast umvegis títt cpr-nummar ella cvr-nummar. Hevur tú ikki danskt cpr.nr., skriva so føðingardag og fýra ferðir 0. 

Gev gætur at skjalprógvið skal vera okkum í hendi áðrenn freistina og at játtaði stuðulin fellur burtur, um verkætlanin ikki er komin í mál innan eitt ár. 

Freist til og svar uppá umsóknina
  • Umsóknarfreistin er 1. februar 2018 kl. 15.00 danska tíð
  • Umsóknir og tilfar, ið kemur fram aftaná freistina, verður ikki viðgjørt.
  • Svar uppá tína umsókn frá 2018 kann væntast í juni 2018 
Verður stuðul játtaður
  • Verkætlanin skal vera liðug áðrenn eitt ár er liðið frá játtanini. Frestin stendur í játtanarbrævinum.
  • Stuðulsjáttanin fellur burtur, um verkætlanin ikki er komin á mál áðrenn eitt ár er fráliðið. Tú ert tá vælkomin til aftur at søkja stuðul til somu verkætlan. 
Trupulleikar við umsóknini
  • Kanna eftir at tú hevur skrivað í allar teir kravdu teigarnir
  • Kanna eftir at tú ikki hevur brúkt ógildug tøl ella t.d. bókstavir í teigum, sum ikki eru ætlaðir bókstavum.
  • Kanna eftir at tú ikki hevur skrivað ov nógv tekin í verkætlanarlýsing og CV.
  • Kanna eftir at JavaScript er virkið.
  • Royn við einum øðrum kaga (browsara) t.d. Google Chrome ella Firefox
  • Kanna fílurnar. Ovara markið er 8 MB fyri hvørja fílu og vit góðtaka bara mp3, mp4, pdf og word.
  • Tú hevur brúkt meira enn 120 minuttir at fylla spurnarblaðið út.

Um tú hevur roynt alt og tað framvegis ikki riggar, send so eitt screendump av tínari umsókn til [email protected], sum so hjálpir tær.