Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Koda sigur nei til AI-nýtslu uttan loyvi

Koda tekur nú fyrivarni fyri, at AI-tænastur kunnu brúka tónleik og tekst, sum er skaptur av limunum hjá Koda

Innihaldið hjá tónleikaskaparunum eigur ikki at verða brúkt í AI-tænastum uttan loyvi og gjald. Tí tekur Koda nú fyrivarni fyri, at at ChatCPT og aðrar AI-tænastur kunnu brúka tónleik og tekst, ið er skaptur av limunum hjá Koda til at trena AI.

 

Koda tekur nú fyrivarni fyri, at AI-tænastur á skipaðan hátt kunnu innsavna tilfar, ið er skapt av limunum í Koda, til at trena teirra AI-skipanir. Á tann hátt arbeiðir Koda fyri, at limirnir fáa gjald fyri, tá teirra tónleikur og tekstir verða nýttir í menningini av AI.

“Í Koda seta vit kor og rættindi hjá limunum í miðdepilin. Tí taka vit nú hetta fyrivarni, so vit tryggja, at AI-tænastur ikki innsavna tónleik og tekstir hjá okkara limum uttan loyvi. Tað er avgerandi og eyðsæð fyri okkum, at tænasturnar sjálvandi eiga at løna teimum tónleikaskaparum, ið tær nýta til at trena AI-skipanirnar,” sigur Kaare Struve, stjóri fyri miðlum og strategi í Koda. 

Eingin ivi má vera

Fyrivarnið kemst av reglunum í § 11 b í donsku upphavsrættarlógini, sum er grundað á upphavsrættardirektivið, ið var viðtikið í ES í 2019 (eisini kallað tekst- og datamining-fyrivarni). Reglurnar eru sostatt skrivaðar í einari tíð, har eingin av álvara skilti tær upphavsrættarligu avbjóðingarnar, sum AI fór at hava við sær.

 

Tað er avgerandi og eyðsæð fyri okkum, at tænasturnar sjálvandi eiga at løna tónleikaskaparum, um tær vilja brúka teirra innihald - Kaare Struve

 

Lógin tilskilar eisini, at rættindahavarar kunnu taka fyrivarni “á hóskandi hátt” fyri at foðra innsavning av dáta, ið inniheldur upphavsrættarligt vart tilfar, til trening av AI-skipanum. Hetta brýtur burturfrá vanligu mannagongdini í upphavsrættarlógini, har neyðugt er at biða um loyvi ella avtalu, áðrenn til ber at nýta upphavsrættarliga vart tilfar á lógligan hátt.

“Eftir okkara áskoðan hevur tankin við direktivinum aldrin verið, at geva fríar ræsir til at nýta vart tilfar til menning og rakstur av AI-skipanum - sum oftast við vinningi fyri eyga. Tí arbeiða vit bæði her heima og í ES fyri, at lóggávan fer at seta greiðar karmar fyri hesum virksemi, so eingin ivi verður um og eingin møguleiki verður fyri, at AI-tænastur og stór tech-virki á skipaðan hátt kunnu brúka verk hjá teimum skapandi listafólkunum uttan eina rímiliga samsýning,” sigur Kaare Struve.

Les fyrivarnið í sínari fullu longd her (á donskum)

 

LES EISINI: