Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Vegamót við Eivør: “Eg forelskaði meg av nýggjum í tónleikinum”

Foto: Jamie Currie

Føroyska tónaskaldið og sangskrivarin Eivør, avgjørdi fyri nógvum árum síðan at broyta bæði ljóð og stíl samanborið við tann tónleik, hon frammanundan hevði framleitt. Tað var ein av týdningarmiklastu avgerðum á hennara yrkisleið sum skapandi tónlistarkvinna, og gjørdi hetta, at hon av nýggjum forelskaði seg í tónleikinum.

Eivør hevði júst vunnið heili trýggjar Danish Folk Music Awards og sæð uttanifrá var karrieran á heilt røttu kós. Men Eivør sjálv kendi tað ikki sum hon sjálv var í javnvági. Hon var av álvara farin at merkja ein kreativan hungur, og tíð var til eitt hamskifti. Tíðin var búgvin til eina vend.

“Tað var sum um, at nýggj ljóð og nýggj kreativ landsløg kallaðu á meg og eisini sum at tíðin var búgvin til at enda ein kapittul í mínum tónleikalívi. Brádliga var akustiski guitar býttur um við ein larmandi el-guitar og í staðin fyri kontrabassin var nú ein djúpur Moog-bassur, og tey meira fólkakendu elementini, sum annars vóru mítt kennitekin, vóru helst framvegis til á ein hátt, men í einum broyttum og meira abstraktum líki.”

Hamskiftið hjá Eivør kom til sýndar á útgávuni ‘Larva’, sum kom út í 2010 og sum var ein myrkari og meira eksperimenterandi útgáva. Á útgávuni fór hon burtur frá tí stíli og ljóði, hun áður hevði útgivið og tað var ein tann týdningarmesta avgerðin, hon hevur tikið í sínari karrieru.

 

Hetta var kanska nokk ein av týdningarmestu avgerðunum eg havi tikið hvat mínum skapandi virksemi viðvíkur - Eivør


“Tað var kanska ein tann týdningarmesta avgerðin í mínum kreativa virki. Tá eg var frí av øllum “genrum” varnaðist eg nýggj kreativ landsløg í mær sjálvari, og har gjørdist pláss til enn meira hugdýping í tónleikinum.” 

Tónleikaskapan er ein ferð

Arbeiðið við útgávuni ‘Larva’ hevði nógvar mótsettar kenslur við sær fyri Eivør. Hóast sjálv arbeiðsgongdin á ein hátt var ein kreativ frígering, var tað samstundis ein avbjóðing at vísa eina heilt nýggja síðu av sær sjálvari fyri sínum lurtarum - og tað vóru heldur ikki øll, ið tókur eins væl ímóti broytingini.

“Fleiri av teimum, sum kendu tónleikin hjá mær frá fyrr, dámdu ikki tann nýggja rætningin og tað merktist týðiliga á konsertunum. Nakrir fjepparar fóru í land tá, meðan nýggir fjepparar komu við á ferðina.”

Og júst ferðin er eitt lyklaorð fyri Eivør, tá ið hon greiðir frá arbeiðinum við at skapa tónleik. Hon heldur ikki at har endaliga eru rættar og skeivar avgerðir, tá tað snýr seg um sjálva skapanina av tónleikinum. Kreativitetur og tað at vera listarfólk er ein stundum viðkvæm tilgongd. Tað ræður um merkja og gera tað, ið skal til, fyri at náa fram til tað, einum leingist eftir at hoyra og føra fram. Onkuntíð krevst eyka tolni og kanska eisini nakrir umvegir. Eivør heldur, at man skapar tað, man leingist eftir at hoyra og síðani fer víðari til tað næsta. Tað er ein menning, sum tónaskøld skulu ígjøgnum.

At mennast er ein longri tilgongd. Alt tað, ein hevur upplivað, er ein partur av tilgongdini. Tá eg hoyri tær eldru útgávurnar, hugsi eg onkuntíð ”wow – hví gjørdi eg hatta soleiðis,” men samstundis kenni eyðmjúkni og kærleika fyri tí ungu gentuni, eg hoyri í hátalarnunum.”

Hamskiftið, ið Eivør fór ígjøgnum, var ikki tí, at hon ikki stóð við sínar fyrru útgávur. Talan var um eina kreativa menning innanúr og ein tørv eftir at granska nýggjar tónlistarlistar farleiðir.

“Tá konsertferðin til LARVA byrjaði, var eg tilvitað um, at tað fóru at vera nakrar avbjóðandi framførslur, tá tann tónleikurin, eg nú førdi fram, var nakað heilt annað enn tað, fólk áður høvdu hoyrt frá mær. Eg møtti av og á mótstøðu og ivasemi frá nøkrum av teimum, sum helst vildu hava gomlu Eivør aftur. Men samstundis kendi eg eldhug og gleði frá øðrum. Í byrjanini var tað ein villur mótsetningur at uppliva og fara ígjøgnum. Og sjálvt um tað gott kundi vera scary, fekk eg eisini onkursvegna eitt kick burturúr tí. Tað kendist eitt sindur vandamikið.”

Hóast Eivør upplivdi tilgongdina sum rættiliga villa og stundum viðkvæma, ruddaði hon slóð fyri nógvum nýggjum íblástri og nýggjum møguleikum. Millum annað kom tónleikur hennara við í “Game Of Thrones” og tað hevði við sær, at hon fekk høvi at gera meira filmtónleik. Eivør hevur eisini kent, at hamskiftið hevur gjørt hana meira sjálvstøðuga í háttinum, hon framleiðir og arbeiðir við sínum tónleiki og ljóði.

Man má vera sjálvsøkin og kompromisleysur

Í heila tikið hevur tað ikki so nógv at siga fyri Eivør, hvat onnur halda um hana. Har fara altíð at vera ymiskar fatanir av hennara arbeiði, og tað metir hon ikki sum so kann brúkast til nakað skilagott. Tað, ið hevur týdning fyri hana, er at hon fær deilt sín tónleik.

Av og á  møtti eg nakað av mótstøðu og ivasemi - Eivør

”Tá ið man hevur verið í gongd í langa tíð, hevur man granskað nógvar kreativar síður av sær sjálvari. Har fara altíð at vera fólk, sum dáma annað ella hitt betri. Og tað er heilt í lagi. Eg eri bara takksom fyri at kunna deila tann tónleikin, ið kemur innanúr.”

Eivør greiður frá, at hon fyrst og fremst skapar tónleik fyri sína egnu skyld. Tað er her “gandurin” kemur í. Og tað, at hennara máti at skapa tónleik er so kompromisleysur, var tað ið gjørdi, at hon fyri 10 árum síðan gjørdi av at skifta ham tónlistarliga.

”Eitt tað týdningarmesta, eg havi lært, er, at man sum listafólk ikki skal skapa fyri at gleða onnur, tí so hvørvur gandurin skjótt. Man noyðist at fylgja tí kreativa hjartanum og vera eyðmjúkur og samstundis sjálvsøkin og kompromisleysur í skapanartilgongdini. So fellur alt hitt onkursvegna uppá pláss.”

Stutt um Eivør

Eivør hevur millum annað vunnið  ’Ársins føroyingur 2004’, og ’Årets Danske Folk Vokalist’,  ‘Årets Udgivelse’ og ‘Årets Live Navn’ í 2006 á DMA Folk.

Síðani hevur hon m.a. fingið heiðurs frá DJBFA í 2013, vunnið ‘Årets Vokaljazzudgivelse á DMA Jazz í 2016 og Tónleikaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum í 2021.

Eivør býr nú í Føroyum helvtina av tíðini og í Danmark helvtina av tíðini. Hennara tónlistarligu røtur kunnu finnast í m.a. kvæðum og Kingo-sálmum, men hon er virkin innan fleiri ymisk sløg av tónleiki.

Eivør hevur gjørt 10 studio útgávur, seinast Segl.

Vangamyndir: Vegamót

Í eini nýggjari greinarøð hyggja vit nærri at nøkrum Koda limur, ið eru komin til eitt vegamót í karrieruni. Vit tosa við tey um hvønn týdning tað hevur, tá ein skiftir kós? Hvat hevur tað við sær, at man sum listafólk stendur við eitt sjálvvalt vegamót? Ella tá karrieran brádliga gongur eina aðra leið enn ætlað? Og hvussu ávirkar hetta tað kreativa arbeiðið?

Í aðru greinini í røðini hava vit tosað við Eivør.