Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Kristian Blak

Foto: Olaf Krüger

Í 1974 legði 27 ára gamli Kristian Blak leiðina norðureftir til Føroya. Ætlanin var at steðga í eitt ár í starvi sum studentaskúlalærari. Men Føroyar gjørdust ein støðugur partur av lívi hansara, og eitt ár gjørdist til fleiri. Koda hevur tosað við 69 ára gamla tónaskaldið, um lívið við tónleiki sum miðpunkt.

Tú ert út Suðurjyllandi - hví fórt tú av fyrstan tíð til Føroyar?

"Eg vaks upp í Suðurjyllandi, og fór í 1974 til Føroyar. Eg hevði tað fínt har, eg var og flýddi ikki frá nøkrum, men vildi gjarna uppliva eitt øðrvísi umhvørvi. Eg hevði tikið útbúgving sum studentaskúlalærari við tónleiki og fronskum sum sergrein og ætlaði mær í grundini til Grønlands, men har var einki leyst starv. Tað var tað harafturímóti í Føroyum. Ætlanin var upprunaliga bara at steðga í eitt ár, men mær dámdi so væl her, at eg bleiv verandi. Í mínum fyrsta starvi fekst eg heilt nógv við tónleik - ikki bara í skúlahøpi, men eisini generelt. Føroyar eru eitt lítið samfelag við altjóða sambandi. Vit eru ikki avbyrgd, sjálvt um vit eru nakrir fáir individualistar, so hava vit alla tíðina havt samband við nógvar ymiskar tjóðskapir. Tað hevur mær altíð dámt sera væl".

Tú ert vorðin ein týðandi persónur í føroyska tónleikinum, har tú hevur verið við til at seta Felagið Føroysk Tónaskøld og Tutl á stovn, hevur skipað fyri grottukonsertum og Summartónum - hvussu er tað eydnast tær sum tilflytari at gera alt tað?

"At seta tónleikafeløg á stovn, ið limirnir stýrdu, var sera týdningarmikið fyri meg. Jazzfelagið var tað fyrsta felagið, eg var við til at stovna í 1975, og tað lyfti støðið í livetónleikinum í Føroyum. Jazzur var týðandi, men klassiski tónleikurin hevði eisini sítt at siga. Og tað, at vit stovnaðu Felagið Føroysk Tónaskøld og hini tónleikafeløgini, hevur víst seg at hava havt stóran týdning. Í árunum frammanundan høvdu fólk ikki havt tørv á at skipa seg í bólkar á tann hátt, tí fólk kendu hvønn annan, men sum framleiðslan av tónleiki øktist, vísti tað seg at vera sera hent".

Tónleikurin tykist vera til staðar alla staðni í Føroyum - verður man ‘føddur við einum ljóðføri í hondini’?

"Tónleikurin hevur altíð verið her, men tað við ljóðførum er lutfalsliga nýtt. Móti endanum av 1700-talinum vóru eingi ljóðføri í Føroyum. Men har var ein rík tónleikamentan, ið hevði sína rót heilt afturi í miðøldini við fleiri enn 70.000 kvæðaversum tilsamans. Harumframt var longu áðrenn trúbótina sálmasangur í kirkjum, og nógv hevur verið sungið fyri og við børnunum. Sigast kann, at tónleikurin hevur fylt sera nógv hjá íbúgvunum í Føroyum tá. Og tað, at hava eitt so stórt repertoire í høvdinum, hevur verið  avgerandi fyri at tilfarið kann verða borið víðari til tey komandi ættarliðini.

Einkarhandilin var avtikin í 1856, og tá varð opnað fyri handli og mentanarligari ávirkan. So tað var ikki fyrr enn eftir 1856, at fólk fingu sær ljóðføri. Í fleiri av handilsbygdunum varnaðust fólk tónleik á ein nýggjan hátt, og hornorkestur og ensemblir vóru stovnaði. Ein bakari frá Bornholm flutti eisini til Føroyar og hevði fleiri ljóðføri við sær. Kvæðamentanin er enn útbreidd. Og samstundis hava vit klassiskan tónleik, singer-songwriter, pop, folk, metal - eitt so breitt tónleikalív er serstakt í einum so lítlum samfelag. Føroyski Musikkskúlin var settur á stovn í 1983, og har hava nógvir dugnaligir tónleikarar gingið - bæði klassiskir og rútmiskir. Fyri 20 árum síðan var tað, at skriva og spæla tónleik, mest frítíðarítriv, men so líðandi er tað blivið meira professionelt". 

Hvat vildi tú lýst sum tað best eydnaða í tínum arbeiði við tónleikinum?

"Tað størsta hevur verið, at hava fingið so nógv altjóða samband. Eftir at hava spælt heruppi í trý ár framm til 1977, fór eg á konsertferð í nógvum londum. Tað var sjálvandi tí vit eftirhondini framførdu tónleik, sum kundi spælast í øðrum londum. Og hetta virksemið heldur framm. Til dømis skal eg  í 2017 spæla konsertir í Argentina, teimum trimum baltisku londunum, USA, Norra og í Russlandi. Tað hevði eg ikki ímyndað mær, tá eg fór avstað til Føroya. Sum ungur tannáringur fekst eg við alt møguligt annað enn tónleik, og byrjaði rættiliga seint at spæla sjálvur. So fyri meg er nakað av tí størsta tað, at eg sleppi at spæla tann tónleikin sum eg standi fyri í øllum heiminum".

Hvør er tín leiklutur í mun til Koda?

"Eg havi aldrin formelt verið umboð hjá Koda. Í Felagnum Føroysk Tónaskøld eri eg kontaktpersónur í viðurskiftum við Koda, og tað passar mær fínt. Eg havi verið í nevndini í Felagnum Føroysk Tónaskøld, síðan felagið varð stovnað. Tað hevur verið ein stór hjálp, at Pernille (Rostgård Olsen, red.) hevur verið í Føroyum í eitt longri tíðarskeið. Tað hevur betrað um fatanina av virkseminum hjá tónaskøldunum, og gjørt tað lættari hjá bæði limum og kundum at fáa samband við hana".

Hvat fæst tú við fyri tíðina?

"Eg eri farin í holt við at fáa skránna fyri Summartónar 2017 uppá pláss. Eg skal eisini taka soloklaver upp hósdagin. Eg havi spælt fleiri konsertir einsamallur hesi seinastu 3-4 árini. Tað hevði eg ikki roynt áður, og gongur alt eftir ætlan, verða upptøkurnar útgivnar í januar. Harumframt arbeiði eg við at skriva eitt stykki fyri cello til ein føroyskan tónleikara, Andreas. Og innanfyri tey síðstu tvey árini havi eg skrivað eina opera og eina ballet, og tað hevur verið torført. Vit hava ein tjóðpall, men har ber ikki til at fáast við so stórar verkætlanir".

 Hevur tú ført tónleikin víðari til tíni børn?

"Ja, tað havi eg. Elsti sonurin er fulltíðartónleikari og hevur aldrin fingist við annað. Hann spælir punk, jazz, indie og spælimanstónleik. Hann fæst eisini við upptøkur og er í løtuni á konsertferð við Eivør. Harumframt spælir hann við tveimum øðrum orkestrum - annað av teimum punk. Og tað er rættiliga typiskt í einum so lítlum samfelag, at man sum til dømis bassleikari spælir í ymiskum høpi.

Eg havi eisini ein annan son, sum er listamaður/set-designari, ið arbeiðir við opera og eisini fæst nógv við tónleik. Triðja barnið spælir óføra væl violin. So har er ovmikið av tónleiki".

Metir tú teg sjálvan sum føring eftir so nógv ár í Føroyum?

"Reint tónleistarliga síggi eg aldrin meg sjálvan sum danskara, men kenni meg á mangar hættir sum ein part av tí føroyska samfelagnum. Mín hugsunarháttur er nokk rættiliga danskur. Úti á landinum í Danmark hevur samstarvið altíð verið lyklaorðið. Eitt gott dømi úr donsku søguni er “andelsbevægelsen”. Eg veit als ikki hvussu tað er at búgva í Danmark longur, men eg fylgi enn við".