Pernille Rosendal – At vera listafólk í dag er sum at vera ein humlubi

 

Songskrivari, elektronista, fyrrverandi dómari í X-Faktor og ein kvinna, við einum hjarta sum slær fyri rættindunum hjá tónleikarunum - songkvinnan, Pernille Rosendahl, fevnir breitt, men hevur gjøgnum alla sína yrkisleið hildið fast í sín egna integritet og hug til at gera skeivan tónleik í einari handilsgjørdari verð. Tann 22. november fer hon við Koda til Føroya fyri at vera við í einum limatiltaki, har hon skal tosa og spæla við Teiti

Pernille Rosendahl hevur boðið til eitt prát um tónleik, avbjóðingar og møguleikar, Føroyar og um uppvøksturin í Norðurjútlandi, sum var øðrvísi enn hjá teimum flestu. Ein uppvøkstur, sum var lopfjølin til tónleikayrkisleiðina hjá songskrivaranum, sum nú er 45 ára gomul.

Tónleikurin var vegurin út
Pernille Rosendal, systurin, Chistina Rosendahl, sum er filmsleikstjóri, og bróðurin, Vagn Luv, sum er framleiðslustjóri, eru vaksin upp í Aalborg við einum harðligum pápa. Tað hevur havt stóra ávirkan á hana og systrarnar báðar hava fyri stuttum gjørt fleiri samrøður í samband við frumsýningina av filminum hjá Christinu Rosendahl um lívið handan múrarnar á Danner-stovninum.

"Eg komi á ongan hátt úr einum musikalskum heimi. Eg komi frá einari kristnari keypmansfamilju í Norðurjútlandi, har tað at vear listafólk als ikki var ein møguleiki. Eg eri uppvaksin rættiliga regulfast í einum vælhavandi heimi, har vit høvdu stoltar siðvenjur, har vit skuldu gera okkum ómak, vera røsk og har vit skuldu fara væl við øðrum fólkum. Tað var handilsfyritøkan hjá abba mínum, sum bygdi á rættiliga regulfastan menniskjaligan hugburð. Hann var vitin í familjuni – ein veruligur Godfather-persónur, so eg eri uppvaksin í einum sera patriarkalskum mynstri við rættiliga góðum virðum. Orsøkin til, at eg byrjaði at skriva tónleik var uttan iva ein uppgerð við tað lívið, sum eg komi frá. Eg eri barnvaksin í einari sera dysfunktionellari familju, við einum pápa, sum drakk rættiliga illa og sum var øgiliga harðligur. Systir mín hevur akkurát givið út ein dokumentarfilm, 'Vold i kærlighedens navn', har hon á fyrsta sinni kemur út við boðskapinum um at vaksa upp og vera í lívsvanda meginpartin av lívinum. Fólk hava ofta spurt “hvussu kunnu tit vera komin úr hasum lívinum og øll trý arbeiða í listarheiminum?”. Eg dugi væl at síggja at tað at vaksa upp í støðugum lívsvanda, og vaksa upp við nøkrum virðum, sum øðrumegin eru sterk og góð og hinumegin hava verið so myrk og avskeplað, hevur skapt ein tørv í okkum at finna eitt 'rúm', har vit sjálv høvdu seinasta orðið. Ella sagt á ein annan hátt – eitt stað, har man leitar eftir øðrum menniskjum, so man ikki er einsamallur. Tí haldi eg faktiskt at tað er ein orsøk til, at vit øll trý eru blivin listafólk. Ofta hava vit lyndi til at spyrja – hví gerast vit listafólk? Tað er tí man hevur havt ein truplan barndóm. Eg kenni at tað passar øgiliga væl uppá meg, og eg veit eisini, at orsøkin til at eg arbeiði sum eg geri í dag, er ein vón um at røkka øðrum menniskjum. Tað er – heilt egoistiskt – mín máti at rætta hondina inn í veruliga heimin fyri ikki at avbyrgja meg sjálva," sigur Pernille Rosendahl.

Gjørdi tónleik á kvistinum
Ofta hendir tað, tá Pernille skapar tónleik, at hon reint metaforiskt – í eina tíð – mentalt trekkir seg aftur; fyri at fáa tann neyðuga friðin og kunna savna seg um uppgávuna:

 

Tað snýr seg um samskifti, og um at hyggja fólk í eyguni og gera mun við sínum arbeiði - Pernille Rosendahl

 

"Fyri meg snýr sjálv tilgongdin at skriva tónleik seg nógv um at leita inneftir. Og um at vita, hvat tað er, sum rørir ein sjálvan, so eg kann fortelja ta søguna, eg vil fortelja. Tað er eitt øgiliga innanhokið arbeiði, har eg fari í híð og siti, júst sum H. C. Andersen, í lítla kamarinum á kvistinum við nørda arbeiðinum, sum liggur í at seta saman tað, sum eg vil hava fram, og skriva tónarnar. Tað er heilt øðrvísi samanborið við, tá vit fara út at spæla tónleikin. Tað er ein heilt onnur orka, tá vit royna at røkka inn í lívið hjá øðrum menniskjum; og fyri meg kunnu hesi bæði tingini als ikki liva uttan hvørt annað. Eg kenni eisini tónleikarar, sum als ikki eru áhugaðir í at spæla “live, og tað var eg heldur ikki, tá eg var yngri. Tá eg byrjaði at spæla, vendi eg ryggin til áskoðararnar, men í dag havi eg viðurkent at tað er har, at alt tað, sum eg havi sitið inn í 'maskinrúminum' við, sleppur at festa seg. Tað snýr seg um samskifti, og um at hyggja fólk í eyguni og gera mun við sínum arbeiði. Eg trúgvi veruliga, at vit við tónleikinum tala við nøkur støð í heilanum, sum vit vanliga ikki hava samband við. Tað, at man røkkur heilt inn í tað innasta í øðrum menniskum, og skapa eitt heilt nýtt minni – tað er fyri mær ein partur av tí intelligensi, sum vit framvegis ikki kenna serliga nógv til. Har er nakað, sum er heilt fyri mær í samskiftinum, tá vit eru úti og spæla," sigur Pernille Rosendahl.

Røddin gjørdist mítt amboð
Tá hon var yngri, spældi Pernille Rosendahl klaver. Men tað var røddin, sum gjørdist hennar 'ljóðføri'.

"Tá eg fór úr 3. G, fór eg á ein sangskúla. Har hitti eg Billie Koppel, sum er dóttur Thomas Koppel og Anni (Thomas & Annisette Koppel, blðm.), og gjørdist kórsangari í Savage Rose. Tað er byrjanin, har eg valdi at byrja at syngja. Og so gekk tað skjótt, tí tað var har vit funnu hvønn annan – tónleikurin og eg. Síðan tá havi eg altíð vitað at tað skuldi vera tað," greiðir Pernille Rosendahl frá.

Í tíðini sum kom, hevði Pernillse ikki so stóran tørv fyri at gera sín egna tónleik, men hon hevði stóra gleði av, og mentist nógv, av at vera kórsangari. Og eftir eina serliga hending, misti Pernille í nøkur ár heilt hugin til at gera tónleik.

“Eg hevði nøkur ár, har eg bara sang kór og slett ikki hevði tørv á at gera mín egna tónleik. Eg var ógvuliga hugtikin av at standa aftanfyri listafólk, sum høvdu vant í so nógv ár. Eg stóð aftanfyri eina sum Anisette – tað er fáum unt, og eg havi bara sogið til mín burturav teirri vitan, sum tey høvdu. Pápi mín doyði, tá eg var fyrst í 20-unum, og tá misti eg eisini hugin at gera tónleik. Tá hevði eg nøkur ár, har eg als ikki spældi. Eg kom aftur til tónleikin umvegis eitt lítið kór – eitt kvinnukór, sum sang í Mariukirkjuni á Istedgade, har vit høvdu lænt lyklarnar. Tað vóru heilt vanligar kvinnur, okkum dámdi bara væl at syngja. Har var eingin, sum livdi av at syngja. Vit møttust og sungu, og høvdu ein kórleiðara í starvi, og tað gjørdist vegurin hjá mær aftur til tónleikin. Tað endaði faktiskt við, at kórið spældi á Roskilde Festivalinum, heilt nørdut og ókommercielt, bara tí vit vóru glaðar fyri at syngja”, smílir Pernille Rosendahl.

Vegurin aftur til songskrivingina kom eftir eitt tíðarskeið, har Pernille Rosendahl búði og hevði management í London. Tá hon flutti heimaftur, stovnaði hon Swan Lee saman við Jonas Struck og Emil Jørgensen, og tá hevði tørvurin flutt seg:

“Tá var eg liðug at syngja fyri onnur og eg merkti, at okkurt bankaði uppá. Eg var 26-27 ára gomul, áðrenn eg byrjaði at gera mítt egna. Tað er tað tíðarskeiðið og tann tilgongdin, sum systir mín lýsir í filminum “Stjernekigger”, og júst sum í dag valdi eg tá at skriva skeivan tónleik í einari handilsgjørdari tíð. Hetta var um tað mundi, tá Aqua var á odda. Ein tíð, sum stóð á herðunum á øllum teimum stóru orkestrunum frá 80-unum, har tað mesta snúði seg um “air-play”. Fyrst í 90-unum høvdu vit grunge og rokktónleikin úr USA øðrumegin, og so vóru tað tey stóru popp-tingini, sum ráddu í útvarpinum. Um hetta mundi gjørdi man í Danmark ikki sáttmálar við fólk sum gjørdu skeivan tónleik. Tí vóru vit fleiri listafólk, sum valdu at stovna okkara egnu útgevarafeløg, sum eitt slag av einari mótreaktión. Tað gjørdu vit eisini, og í 2001 kom Swan Lee út við einari verkætlan, sum vit høvdu arbeitt við í 5-6 ár. Tað endaði faktiskt við at ganga heilt væl, eisini tí at fólk um hetta mundi vóru svong eftir at hoyra okkurt annað.

Frá Swan Lee til The Storm til Pernille
Eftir at hava givið tvær plátir út, gavst Swan Lee í 2006. Hetta hendi stutt eftir, at bólkurin hevði gjørt sáttmála við eitt stórt felag í Týsklandi. Árið efti byrjaði Pernille Rosendahl saman við Johan Wohlert bólkin The Storm, sum virkaði fram til 2012. Bólkurin gav út tríggjar plátur – tvær teirra á egnum forlagi. Og í 2013 vendi kósin aftur fyri Pernille:

“Í 2013 hevði eg eitt tíðarskeið, har eg segði nei til alt. Eftir eitt langt tíðarskeið uppá trý ár, har eg gjørdi sjónvarp (X-Faktor) kendi eg á mær, eg hevði tørv á at hála stykkið úr. Eg hevði brúk fyri at skilgreina mína listarligu verkætlan, og tað gjørdi eg so. Eg fór aftur í híð”, flennir Pernille, og heldur fram: “Har sat eg so aftur í fleiri ár á mínum lítla kamari á kvistinum, myndaliga talað, og í fjør gav eg út soloplátuna “Dark Bird”; enn einaferð í einum sera handilsligum heimi, við øllum tí, sum tað inniber. Eg hevði eina treiska trúgv uppá, at tað nokk skuldi fara at “larma” eitt sindur, og eg mátti bara ásanna, at tað hevur verið sera torført at útgeva kompleksan tónleik í tí tíðini, sum vit liva í í dag”.

Síðan “Dark Bird” hevur Pernille arbeitt við og innspælt eina EP, sum verður givin út til várs. Samstundis hevur hon verið á rundferð. Eisini hevur hon skrivað tónleik til eina dansileik undir Århus 2017, sum eitur “Elsker dig for evigt” og sum er ein partur av einari trilogi yvir filmarnar hjá Susanne Bier við einari operu, einum sangleiki og einari dansiframsýning. Ummælarunum róstu leikinum, og lýstu hann at vera “et potent og lidenskabeligt stykke danseteater”.

Tíðin í X-Faktor
Sjálvt um hon byrjaði við at siga nei, tá tey ringdu og bóðu hana vera dómara í X-Faktor, endaði tað við, at Pernille Rosendahl dómari í sendingini frá 2010 til 2013.

“Instinktivt svaraði eg nei. Men so hevði eg ein góðan vin, sum var fyrrverandi stjóri fyri Universal Music i Danmark, sum segði mær, at tað heilt einfalt var ein skeiv avgerð. “Nú hevur tú snarað til vinstru alt lívið, nú er tíðin komin til at snara til høgru”. Tað eri eg honum rættiliga takksom fyri, tí eg var ein so øgiliga væl dámd indie-prinsessa, og hatta við at trakka inn í ta mest kommerciellu sjónvarpssendinga, sum yvirhøvur finst á jørð, var í grundini ímóti øllum viti og skili. Orøkin til, at eg segði ja, var, at eg dugdi at síggja, at hetta í nógvar mátar savnaði nakrar av teimum tankum, sum eg hevði spælt við. Tá heimurin er so kommerciellur, tá má vera eitt ella annað punkt, har onkur roynir at siga: “Nú royna vit líka at spæla okkurt annað og uppá ein annan máta”. Tað kann eisini vera eitt rák í teimum kommerciellu tíðunum, at man tosar niður til tey fólkini, sum sita hinumegin útvarpið ella skermin við bara at geva teimum tað, tey kenna. Hetta tíðarskeiðið prógvaðu vit, at tað ber til at bjóða lurtarunum og hyggjarunum av og siga, at tað saktans ber til at hoyra okkurt øðrvísi, tí vit valdu at gera nakrar aðrar tulkingar og royndu at taka tað, sum á enskum verður kallað “slickness” út úr samleikanum hjá sendingini fyri at skapa eitt øðrvísi musikalskt mál. So eg var hjartansfegin um, at eg tók ta avgerðina, sigur Pernille.

Árini, hon var dómari í X-Faktor, fekk Pernille Rosendahl eisini høvi til at arbeiða við fleiri føroyskum listafólkum:

“Eg arbeiddi við fleiri føroyingum, sum vóru heilt øðrvísi enn danskararnir vóru. Teir komu heilt einfalt við einari heilt aðrari mentan. Eg merkti alt fyri eitt, at talan var um fólk, sum høvdu nørdað við teirra tónleiki, og sum komu við nøkrum, sum var øgiliga lýtaleyst. Og so vóru tey eisini øgiliga evnarík. Eg kendi tað sum, at her komu fólk, sum vóru nógv meira mentað um lyndi í tónleikinum enn meginparturin av dønunum var, og tað var stuttligt at uppliva. Og so eri eg púra burtur í fólki, sum eru dugnalig”, sigur Pernille og heldur fram: “Tá fólk eru farin í einrúm við einum ljóðføri og hava brúkt tíð til at gerast betri – tað klári eg ikki at standa ímóti. So eg hevði eitt brennandi hjarta fyri føroyingunum. Og í tí stóru sorteringstilgongdini var tað bara so, at tá ein føroyingur kom, so høvdu vit ikki fyri neyðini at hoyra viðkomandi – tey sluppu bara víðari alt fyri eitt, og vit vistu, at tað fór at gerast gott”.

Pernille Rosendahl – í tónleikans tænastu
Fyri Pernille Rosendahl kemur tað heilt av sær sjálvum, at hon skal brúka seg sjálvan sum talirør í tónleikans tænastu. Tað er nakað, sum kemur innanífrá. Heilt inni frá hjartanum. Og økið viðvíkjandi rættindunum og lønarviðurskiftunum hjá tónleikarunum liggur henni serliga á hjarta:

 

At vera listafólk í dag er sum at vera ein humlubi - Pernille Rosendahl

“Eg eri vaksin upp við teirri vitan, at vit skulu ansa eftir hvørjum øðrum, og eg eri vaksin upp í einari øgiliga politiskari familju, sum hevði stóran áhuga fyri samfelagnum. Tí er tað náttúrligt fyri meg ikki bara at hugsa um seg sjálvan, men eisini at hyggja rundan um seg fyri at síggja, um onkur hevur brúk fyri einari hond. Og tá tað snýr seg um rættindi og lønarviðurskifti hjá listafólkum, eru vit framvegis ikki komin longur enn hartil, hvar tað at vera listafólk í dag er sum at vera ein humlubi – fyri nógv av okkum átti tað í roynd og veru slett ikki at borið til. Tað er eitt øgiligt ósamsvar. Tað er meira tónleikur nú enn nakrantíð, og tað kann breiða seg longur út enn nakrantíð. Tað dámar mær væl. Trupulleikin er, at í løtuni enda rættiliga nógvir pengar í skeivum lummum. Eg sakni, at teir stóru miðlaberararnir binda seg og gera ein mentanarpolitik. Eg eri fullgreið yvir, at øll kunnu levera innihald, men vit lata bara frá okkum øgiliga gott innihald. Eg sakni, at tey síggja tað sum eina samfelagsskyldu at siga: “Vit eru við til at tryggja tað superkvalifiseraða innihaldið”. Har haldi eg ikki, at multinationalu fyritøkurnar, so sum Facebook, Google og YouTube, taka sína ábyrgd í nóg stórum álvara. Tí fari eg altíð at tala til frama fyri mínum starvsfeløgum, sum eg kenni meg ógvuliga knýttan at. Eg eri sannførd um, at listafólk ikki arbeiða við listini fyri pengarnar skyld. Vit gera tað av øllum møguligum øðrum orsøkum, og vit gera tað, tí vit duga ikki at lata vera. Mínir starvsfelagar eru hart arbeiðandi fólk, og tá vit hyggja at lønini tey fáa og samanbera hann við tímanýtsluna, tá ger tað mær ilt at síggja, at umstøðurnar hjá okkum ikki eru betri enn tær eru. Tað er ikki tí vit bara skulu grenja, men eg veit, at vit framvegis eru noydd til at fáa fleiri bein at gnaga fyri at fáa eina ársinntøku. Eitt sindur frá “live” framførslum, eitt sindur frá rættindapeningi og vit SLÍTA okkum sundur fyri at fáa endarnar at røkka saman. Til dømis er tað púra vanligt, at tónleikarar hava onga pensjónsuppsparing. Valdi man til dømis at kanna lívið hjá einum tónleikara, høvdu vit sæð idealistar og fólk, sum brenna fyri teirra arbeiði, og eg haldi tað vera so harmiligt, at tey ikki fáa løn fyri sítt stríð. Tí vit geva heiminum nógv. Vit eru við til at skapa tey rúm, man kann fara inn í, og tørvurin er nógv størri enn hann nakrantíð hevur verið. Tað er tørvur á okkum, og eg vildi ynskt, at teir stóru miðlaberararnir varnaðust tað. Eisini síggja vit nú, hvussu tann fíni europeiski mentanararvurin verður útholaður av stórum amerikonskum feløgum. Men hygg til dømis til Týsklands, sum fer inn og sløkkir YouTube. Eg hámeti og fái íblástur av tí móti, sum skal til fyri at siga, at “vit eru mentanarberarar – tit mugu gjalda”. So – ynskir man veruligar broytingar, mást tú brúka teg sjálvan, greiður Pernille Rosendahl frá.

Limatiltak í Føroyum
I dag 22. november, tað er í dag, flýgur Pernille Rosendahl við Koda til Føroya fyri at vera við í einum limatiltaki, har hon, sum ein partur av tiltakinum skal tosa við Teit og spæla saman við honum. Um tað sigur Pernille:

“Eg eri eyðmjúk, nú eg fari til Føroya. Eg havi hoyrt Teit fleiri ferðir og kenni hann eitt sindur, og undirvísti seinasta vár til eitt tiltak, har hann eisini undirvísti. At fara inn í tónleikin við einari so idealistiskari tilgongd til tað at skapa tónleik – tað havi eg øgiliga stóra virðing fyri. Harafturat gleði eg meg rættiliga nógv til at sleppa at tosa við Teit og til at spæla saman við honum, tí eg eri ein stórur fjeppari hjá honum. So eg gleði meg til at koma upp hagar at spæla, men eg veit eisini, at eg komi til eitt fólk, sum arbeiðir seriøst og á einum høgum støði. Tí er tað eisini við stórari virðing – vit skulu gera okkara allarbesta”, sigur Pernille og leggur afturat: “Tað hevur eisini stóran týdning, at vaksa upp eitt stað, sum liggur fjart frá øðrum londum – eg haldi at man í Føroyum hevur fingið nógv fyri einki, tá tað snýr seg um at skapa tónleik – tit hava náttúruna og friðin. Tað misunni eg tykkum rættiliga”, sigur Pernille Rosendahl at enda.

Les meira um limatiltakið í kvøld og boða frá luttøku her.