Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Søg støtte
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Læs om tidligere udbetalinger
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2021
2020
2019
Medlem
Fordeling af andele
Bearbejdelse og ændringer af værker
Selvforvaltning
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Online selvbetjening
Værker
Søg støtte
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Online selvbetjening
Hjælp til Mit Koda
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Min karriere
Medlemsubsites
Min karriere
Branche- og interesseorganisationer
Brancheguide
Hovedmenu
Musik betaler sig

Nú verður lættari at fáa svar uppá allar tínar spurningar um tónleikaavtalur og prísir fyri nýtslu av tónleiki

Hevur tú virki í Føroyum og brúkar tú tónleik? So hevur tú allarhelst longu ta fragd at hitta Pernille Rostgård Olsen. Komandi fýra mánaðirnar verður Pernille í Føroyum, fyri at efterlíka einum vaksandi tørvi á vitan um tónleikanýtslu og upphavsrætt.

Fyrstu ferð Pernille skuldi til Føroyar, var tað vegna forfall. Men tá hon trein út úr flogfarinum á Vága Floghavn, var tað 'sum at koma heim'. ”Síðan 2013 havi eg havt ábyrgd fyri Føroyum – eitt øki, ið eg brenni fyri og arbeiði intensivt við. Føroyar eru farnar heilt í blóðið á mær, og eg havi hitt einum ótrúliga fyrikomandi, men eisini stoltum fólkaslagi, og havi kent meg sum heima, síðan eg vitjaði landið fyrstu ferð. Nú havi eg fingið fastan basa í Føroyum allan august mánaða út, og fegnist um at kunnu skapa tættari bond til bæði teir føroysku tónleikabrúkararnar og til tey, sum skapa tónleik, sum eg vónandi komi at hitta meðan eg eri her uppi” sigur Pernille Rostgård Olsen.

”Eg havi fingið fast pláss í Norðurlandahúsinum hvønn hósdag frá kl. 14:00-17:00, har øll, ið hava spurningar til tónleikanýtslu, konsertrapportering, tónleikaavtalur ella limaskap, eru vælkomin. Og um man hevur hug at gerast limur í Koda, er tað eisini nakað, ið eg fái hjálpt við”, heldur Pernille Rostgård Olsen framm.

”Eg gleði meg til at fara á allar stevnurnar, festivalarnir og útvaldar konsertir í summar, so eg fái gjørt mítt fyri at tryggja, at øll hava tær røttu avtalurnar. Og so gleði eg meg til at tosa við so nógv sum gjørligt, meðan eg eri her uppi. Tað er av stórum týdningi fyri meg, at tónleikabrúkararnir hava eina uppliving av, at teir fáa eina góða tænastu, og at teir kunnu kenna seg vísar í og vita, at tann tónleikaavtalan, teir hava, hóskar best til júst teirra tónleikanýtslu. Og eg vóni sjálvandi at koma so víða um sum gjørligt, áðrenn leiðin gongur aftur til Danmarkar', endar Pernille Rostgård Olsen.

Fylg við Pernille í Føroyum? Pernille dagførir javnan sína Facebook-síðu, Pernille og Færøerne, har tú kanst fylgja við upplivingunum hjá Pernille í Føroyum. Fylg við her.