Lena Anderssen - tað skal sum stytst frá hjartanum til munnin

Føroysk/kanadiska sangarinnan og sangskrivarin, Lena Anderssen, er júst heimafturkomin frá einari vælvitjaðari konsertferð í Danmark. Hon arbeiðir nú uppá sættu útgávuna - ein útgáva, sum hon hevur søkt og fingið stuðul til frá Koda-Føroyar Grunninum.

Lena Anderssen er uppvaksin í Kanada, og hevur tað sett sín dám á hennara tilgongd til tónleikin:

"Mín uppvøkstur í Kanada hevur helst sett sín dám á meg bæði mentanarliga og ikki minst eisini málsliga. Eg skrivi á enskum, og tað geri eg tí, at tað kenst meira natúrligt. Sjálvt um eg nú bæði tosi og skrivi føroyskt, so kenst tað ikki sum eg eri før fyri at orðbera nóg væl á føroyskum til at brúka tað til tekstir. Eg vil, at har skal vera sum stytst frá hjartanum til munnin. Eg haldi, at mín kanadiski uppvøkstur er ein stórur partur av mínum musikalska úttrykki, men tó ikki meira enn øll hini elementini, sum gera meg til hana, eg eri." 

Tónleikurin kom av tilvild 

43 ára gamla sangarinnan er fødd í Føroyum, og tað var eisini í Føroyum, at hon veruliga fór at fáast við tónleik:

"Eg eri fødd í Føroyum. Mamma er føroysk og pápi er norsk/kanadiskur. Tá eg var 2 ár, fluttu vit sum húski til Kanada. Beint áðrenn eg bleiv 17 ár, skiltust foreldrini og mamma flutti aftur til Føroyar við okkum systkinum. Tað var ein sera stór broyting og eg flutti í fleiri ár aftaná aftur og fram - eg hevði trupult við at fáa greiðu á, hvar eg hoyrdi heima. Tí einu ferðina eg var aftur í Føroyum, fekk eg arbeiði á einari café í Havn. Eitt kvøldið, vit vóru í holt við at lata aftur, fór eg at syngja fyri meg sjálva - hugsaði ikki, at nakar var eftir í café’ini. Men brádliga stóð ein norskur trummusláari, sum búði í Føroyum har. Hann hevði hoyrt meg syngja og spurdi, um eg vildi vera við í hansara bólki. Og fyri at gera eina langa søgu stutta, hitti eg Niclas Johannsen, sum eg í dag eri gift við og arbeiði við tónleikinum saman við, í tí bólkinum. Meðan bólkurin spældi tøkuløg, fóru Niclas og eg í holt við at skriva egin løg. Og eftir rættiliga stutta tíð fóru vit í holt við upptøkurnar til fyrstu fløguna “Long Distance”. Niclas framleiddi fløguna og hon varð upptikin í einum fyribils kjallarastudio. Soleiðis bar tað til, at eg fór at fáast við tónleik." 

Tað er eisini partnarin og maður hennara, Niclas Johannsen, ið Lena Anderssen sigur vera sína størstu keldu til íblástur:

"Sangskrivarin sum hevur havt størst ávirkan á meg, er uttan iva Niclas. Tá eg hitti hann, hevði eg aldrin roynt at gera tónleik. Eg havi altíð skrivað orð, tankar og yrkingar. Eg skrivaði dagbøkur longu sum 8 ára gomul. Tað lýriska var mær ikki fremmant, hóast tað melodiska var tað. Niclas gjørdi tað at skriva løg minni duldarfult fyri meg. Jú, tað er gandakent at skriva tónleik, men tær nýtist tó ikki vera gandakallur fyri at skriva tónleik. Tú skalt bara seta teg niður, vera opin og hava nakað uppá hjartað."

Umframt tónlistarliga samstarvið við partnaranum, Niclasi Johannsen, er eisini nógvur tónleikur í lívinum hjá Lenu Anderssen, og hon lurtar eftir øllum tónleiki: 

"Eg lurti eftir øllum, og elski øll sløg av tónleiki - punk, popp, klassiskt, folk, jazz, hvat tað skal vera. Fjølbroytni er gott og tað er eisini sunt fyri kreativu palettina. Nú fyri tíðina eri eg fallin fyri fantastisku útgávuni hjá John Coltrane “A Love Supreme” frá 1965. Eitt frálíkt dømi um, at stór list ikki er tíðarbundin." 

Tónleikurin sigur eina søgu

Lena Anderssen syngur og spælir gittar og lyklaorðið fyri hennara tónleik er ‘persónligur’: 

"Besta lýsingin eg kann geva mínum tónleiki er, at hann er persónligur. Reint lýriskt, má eg relatera til tað, eg skrivi um. Tað nýtist ikki altíð at snúgva seg um meg, men tað skal í øllum førum vera ein søga ella ein kensla, sum eg kann seta meg inn í. Tá eg skrivi tónleik, veit eg ikki altíð hvat akkordin eg spæli eitur, men eg veit hvørjir klangir, harmoniir og hvør rútma kenst røtt og fylgi mínum instinkti." 

Stuðulin frá Koda er ein góð álitisváttan

Herfyri fekk Lena Anderssen játtað stuðul frá Koda-Føroyar Grunninum til arbeiðið við sættu útgávuni - ein útgáva, har hon sjálv hevur skrivað alt tilfarið og sjálv stendur fyri upptøkunum, sum vera bæði analogar og live. 

"Eg fekk herfyri stuðul frá Koda til arbeiðið við sættu útgávuni. Stuðulin er ein fantastisk álitisváttan. Sum sjálvstøðugt, útinnandi listafólk er tað sovorin stuðul, ið gevur einum luft undir veingirnar á kreativu ferðini. Eg royni at gera so góðar og kompromisleysar útgávur sum gjørligt. Og soleiðis sum fløgusølan er fallin tey seinastu 10 árini, hevði tað slett ikki verið gjørligt fyri meg at gera tær útgávurnar, eg havi gjørt, um ikki tað var fyri stuðulin frá privatum fyritøkum og almennum grunnum. Eg eri óføra takksom fyri, at tað eisini er gjørligt at fáa stuðul frá Koda-Føroyar Grunninu."

Lena Anderssen endar við einum góðum ráðum til onnur tónaskøld og sangskrivarar, ið vilja søkja stuðul: 

"Eg trúgvi ikki, at tónlistarlig visión skal vera á ein ávísan hátt. Skapa títt egna tónlistarliga ævintýr. So vænti eg líkindini eru betri fyri, at onnur vilja við tær á ferðini." 

Les meira um Lenu Anderssen