Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Konni Kass - kenslusamur poppur við íblástri úr føroysku náttúruni

 

26 ára gamla Konni Kass kom í 2016 við fyrstu útgávuni ‘Haphe’. Tónleikurin og hugurin at brúka røddina sum ljóðføri, hevur altíð verið har - sum ein natúrligur partur av samleikanum. Eftir eina væleydnaða solo-konsertferð saman við Eivør, fer hon sjálv á konsertferð við bólkinum í heyst. 

Konni Kass skrivar popptónleik ella ‘some kind of pop’, sum tað verður lýst á Facebook-síðuni hjá bólkinum, men hon hevur bakgrund í jazz-umhvørvinum: 

"Meginparturin av tí tónleikinum, eg skrivi sjálv, kann nevnast poppur. Eg havi lurtað nógv eftir R&B og soul, so tað hevur eisini ávirkan á mín tónleik. Eg havi altíð spælt og sungið, komi frá einari familju, ið fæst nógv við tónleik og fór sjálv at spæla saxofon sum 11 ára gomul. Eg havi altíð havt sangin sum ljóðføri og havi altíð ‘funnið veg’ í tónleikinum - uttan mun til um eg havi verið glað ella kedd. Aftaná miðnámsskúlan vildi eg fegin hava tvey heil ár, har eg fekst við tónleikin burturav - har alt snúði seg um tónleik. Mín sanglærarinna mælti mær til at søkja inn á tveir ymiskar tónleikaskúlar í Svøríki. Eg slapp so inn á Skurup Folkhögskola. Tað var eitt veruliga skapandi umhvørvi, har vit vóru 42 næmingar á jazz-linjuni. Men eg havi í grundini altíð lurtað eftir ikki-jazzi. Sjálvt tá eg gekk á skúlanum, skrivaði eg ordiliga nógvan tónleik, ið ikki var jazzur. Men jazzur er torførur at spæla, og tí hevur útbúgvingin innan jazz givið mær nógv góð amboð innan tónleik meira generelt," greiður Konni frá í einum steðgi á læknafrøðislæsnaðinum. 

Tónleikurin er bæði arvur og umhvørvi 

Fyri nógvar føroyingar er tónleikurin ein týðandi partur av tí, at vera saman. Og soleiðis hevur tað eisini altíð verið fyri Konni. Abbi hennara opnaði fyrsta handilin, ið seldi ljóðføri í Føroyum.

 

Um manningin í einum bólki ikki røkkur heilt til, verður man hálaður við - eisini sjálvt um man hvørki dugir at spæla ella  syngja - Konni Kass

 

"Heilt nógvir føroyingar spæla tónleik og vit hjálpast sum heild nógv. Nógv ganga á musikkskúla og um manningin í einum bólki ikki røkkur heilt til, verður man hálaður við - eisini sjálvt um man hvørki dugir at spæla ella syngja. Har eru nógvir bólkar, blásaraorkestur, kór og felagssangurin er eisini ein partur av okkara siðvenju - millum annað á Ólavsøku, so tað er helst bæði arvur og umhvørvi," greiður Konni frá og heldur fram: 

"Abbi mín opnaði fyrsta tónleikahandilin í Føroyum, Simme Musikkhús. Hann og omma mín, Connie, spældu nógvan tónleik saman. Hann skrivaði nógvar sangir, ið verða sungnir í veitslum og tey spældu til nógv ymisk tiltøk. Hvørja ferð eg hevði føðingardag, fekk eina mikrofon ella ein guitar, og dentur var altíð lagdur á tónleikin. So tónleikurin hevur aldrin verið ein byrða, men altíð heldur verið nakað gott, ið man tekur við sær víðari í lívinum." 

Íblásturin 

Sjálvt um tónleikurin altíð hevur verið týðandi fyri Konni, er tað ikki bara føroyski tónleikurin, ið hevur sett sín dám á hennara løg: 

"Eg haldi ofta, at eg fái íblástur av tónleiki heilt generelt. Eg finni altíð tíð til at fara til konsertir - livandi konsertir eru hugtakandi, og eg kann altíð læra okkurt frá teimum, ið framføra, og oftani fái eg hug at fara heim at skriva okkurt aftaná. Eg brúkti nógv mín føroyska samleika í byrjanini, tá eg skrivaði tónleik. Og eg hugsaði ofta um tað, tá eg var á jazzskúlanum - um nógva vindin og havið. Tað liggur í mær og í mátanum, eg brúki røddina. Tað sæst eisini aftur í tónleikinum, vit spæla við bólkinum. Allir limirnir í bólkinum dáma best, at tað framførda er dynamiskt - at tað ikki altíð noyðist at vera fitt og pent," sigur Konni íðin. 

Leiðin til ‘Haphe’

Leiðin til fyrstu útgávuna byrjaði tíðliga fyri Konni, ið vann eina barnatónleikakapping saman við beiggja sínum sum 11 ára gomul. Í 2015 luttók Konni við núverandi bólkinum í kappingini Sement, og tað gjørdist fyrsta takið til ‘Haphe’ útgávuna. 

"Vit vunnu Sement og vinningurin var 3 dagar í studio. Tað var tá, samstarvið byrjaði og vit funnu beinanvegin stevið. Alt koyrdi væl og vit kundu jamma í fleiri tímar. Árið eftir spældu vit á SPOT Festivalinum og tí fingu vit sera nógv burturúr. Vit vórðu biðin at spæla á Reperbahn í Hamburg, har okkara management eisini heldur til. Reperbahn hevði tá eina kapping, Anchor Awards. Vit vunnu ikki, men vóru við í gallatiltakinum og sluppu at spæla í einum framúr góðum spælistaði fyri fullum sali. Vit spældu eisini á G! Festivalinum síðsta ár og blivu tá biðin at koma á Iceland Airwaves. So SPOT hevur havt nógv gott við sær fyri okkum," sigur Konni. 

Fyrsta útgávan varð til við einari øgiliga avmarkaðari fíggjarætlan. Alt varð spælt inn í Føroyum og útgivið undir Tutl. Nýggja útgávan, sum tey fara í holt við í heyst, verður eitt sindur øðrvísi:

 

Á nýggju útgávuni hava vit øll ment okkum - Konni Kass

 

"'Haphe’ varð framleidd og útgivin í Føroyum. Tað er stuttligt, at ein útgáva, sum er vorðin til undir so lítillatnum korum, hevur fingið so nógvan ans. Eg hugsaði í øllum førum, at tað var feitt at geva tónleik út í mínum heimlandi. Fyrsta útgávan hevði sangir, ið eg hevði skrivað í einum tíðarskeiði uppá fleiri ár. Men bólkurin helt ikki, at alt tilfarið riggaði eins væl, so eg skrivaði heilt fitt av nýggjum tilfari. Og við komandi útgávuni hava vit øll ment okkum. Fyrsta útgávan var eitt sindur jam-kend og sangirnir máttu vera so leingir, teir nú eina ferð vóru. Næsta útgávan hevur eitt klárari mið og sangirnir vera eitt sindur sterkari. Eg hugsi, mín leiklutur fer at vera meira eyðsýntur," sigur Konni. 

Konsertferðir

Konni er júst heimafturkomin frá konsertferð við Eivør. Og í heyst fer hon aftur á konsertferð við egnum bólki. 


"Eg bleiv biðin sum upphiting til konsertferðina hjá Eivør. Men eftirsum eg kendi Eivør og hinar føroysku tónleikararnar, spurdi hon, um eg ikki kundi taka saxofonina við. So endin var, at eg spældi saxofon á tveimum løgum og sang kór á trimum av løgunum hjá henni. Eg fekk nógvar royndir av tí, og tað var feitt at fáa ta viðurkenningina. Vit vóru í Týsklandi, Hollandi, Luksemborg og Skottlandi - í alt 14 konsertir og tað passaði lukkutíð við, at har vóru tríggjar vikur, har eg ikki skuldi lesa," sigur Konni brosandi. 

Konsertferðin við egnum bólki byrjar í septembur og tað er har, at nýggja tilfarið skal standa sína roynd. 

"Fyrst fara vit til Týsklands og hita upp fyri bretska singer/songwriter’aran, Tom Odell. Og í heyst hava vit fýra konsertir í Danmark og seks í Týsklandi. Har hava vit høvi at royna tilfarið, vit fara at taka upp í oktobur. Tað verður útgivið eina ferð 2018 - við vinyl og øllum. Tí taki eg frí tveir mánaðir í næstu lestrarhálvu, so eg fái brúkt tíðina uppá at skriva sangir. Í Danmark kenna fólk meg ikki serliga væl enn, men vit hava lagt dent á Týskland, har tað letur til at fólki dámar tað, vit gera. Tað er enn eitt sindur nýtt í Danmark, men eg haldi enn, tað gongur væl," greiður Konni frá.  

Summarið 2017

Konni skal spæla við bólkinum á G! Festivalinum í summar og sum Konni sigur tað: "Onkuntíð gongur ov long tíð ímillum at eg eri heima, men eg elski at koma upp og fáa sett høvd og tankar í rætt lag aftur."

 

 

Um Konni Kass:

Konni Kass (f. 1991), er útbúgvin sangari á jazzlinjuni á Skurup Folkhögskola og er frontfigurur og sangskrivari í bólkinum við sama navni. Við í bólkinum eru Konni Kass (sang, saxofon), Torleik Mortensen (bass), Knút Eysturstein (ljómborð) og Per Petersen (trummur). Bólkurin varð stovnaður í mei 2015. Fyrsta útgávan ‘Haphe’ kom á heysti í 2016. Konni Kass fekk í 2016 stuðul til konsertferðina frá Koda-Føroyar Grunninum.