Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Koda í Føroyum

Av tí at vit hava ynskt tættari samband við okkara limir í Norðuratlantshavinum, hevur Koda verið í Føroyum í summar.

Vit løgdu út við einari vitjan á G! Festivalinum – sum helst telist millum heimsins vakrastu konsertøki. Sum sendifólk hjá Koda, fingu vit at sanna, at veðrið hevur stóra ávirkan á alt í Føroyum. Alt gekk uppá stás á stóra pallinum fyrstu tveir dagarnar, men tá flóðin triðja dagin stóð inn á meginpartin av sandinum, mátti framførslan hjá høvuðsnavninum leygardagin, amerikansku Sister Sledge, flytast niðan á Spæliplássið.

Myndir: Síggj myndir frá vitjanini í Føroyum á Facebook síðuni hjá Koda

Føroyskir ambassadørar

Millum hini nøvnini á G! Festivalinum var ein av teimum føroysku ambassadørunum hjá Koda, Eivør, ið rúnabant sínar áhoyrarar við heili trimum 'hoyma' konsertum. Konsertirnar vóru í stovuni í einum vøkrum húsum við útsýni yvir allan fjørðin, og áhoyrarnir sótu á stólum og á gólvinum og vórðu drigin inn í akustiska heimin hjá Eivør. Koda hevur í summar gjørt avtalu við fimm føroyskar tónleikarar og tónaskøld, sum í framtíðini vera 'ambassadørar' hjá Koda (og Gramex), og sum á tann hátt fara at vera við til at greiða frá um arbeiðið hjá Koda við rættindum. Umframt Eivør eru ambassadørarnir Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Heri Joensen og Niels Arge Galán. Greta Svabo Bech spældi eisini fyrsta dagin á G! Festivalinum. Týr vóru millum høvuðsnøvnini, ið spældu á stóra pallinum á sandinum. Sangarin Heri Joensen livdi, eins og restin av bólkinum, upp til navnið, tá teir fóru á pallin fríggjakvøldið.

Fyrst í august gekk leiðin aftur norðureftir, fyri at taka lut í Summarfestivalinum. Millum høvuðsnøvnini í ár vóru Eivør, Byrta og Dynamit, saman við legendarisku Twisted Sister.

Vitan um føroysku limirnar

Á báðum festivalunum høvdu vit høvi at hitta nógvar av okkara føroysku limum og ikki-limum, sum løgdu leiðina framvið básinum vit høvdu saman við Gramex. Prátið var gott og spurningarnir nógvir. Vit fóru aftur til Danmarkar við nýggjari vitan um, hvussu vit frægast kunnu hjálpa okkara føroysku limum, tá tað snýr seg um skráseting av nýggjum verkum, rapportering, Føroysku Mentanarpuljuna, spurningar um upphavsrætt, og vit gleða okkum at hitta okkara føroysku limir og samstarvspartnarar á G! Festivalinum í 2015.

Fakta

Umframt Danmark, umsitur Koda eisini upphavsrættindi í Føroyum og Grønlandi. Tað merkir, at vit vegna okkara limir gera avtalur við t.d. føroyskar festivalar, spælistøð, útvarpsstøðir og diskotek vm.

Tá tú framførir í Føroyum ella verður spældur í føroyskum útvarpi, fært tú, hvis avtala um viðurlag fyri framførsluna er gjørd, avrokning fyri tað uttan mun til um tú býrt í Føroyum ella Danmark. Føroyska upphavsrættarlógin frá mei 2013 gevur tónaskøldum, orðasmiðum og tónleikaforløgum rætt til gjald, tá teirra tónleikur verður nýttur alment.

Um tú hevur spurningar um limaskap, um stuðul ella okkurt heilt triðja, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Cecilie Ifversen á [email protected].

Fyri meira kunning um føroysku ambassadørarnar hjá Koda ella kunning til føroyskar limir, trýst her.