Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Har er tørvur á politiskum kørmum um nýtsluna av AI

Gorm Arildsen: Tónleikur er ikki bara ein vøra á hyllini í handlinum. Tónleikur er eisini kenslur og samleiki og tað hvørki eigur ella kann hópframleiðast.

Tað hevur skund, at politiskir karmar verða settir fyri, hvussu AI kann nýtast innan tónleikavinnuna uttan at yvirtaka tað menniskjansliga í skapanini av tónleikinum. Soleiðis ljóðar tað millum annað í einari viðmerking frá stjóranum í Koda í GAFFA.

 

Hendan viðmerkingin var við í GAFFA tann 4. oktobur.

Tað er so at siga ógjørligt at spáa um, hvussu AI fer at mennast og ávirka tónleikavinnuna, einstaklingar og samfelag. Men eitt er heilt vist: AI er komið fyri at vera og AI fer at gerast ein púra vanligur partur av tónleikaframleiðsluni í framtíðini.

Tí hevur tað skund at politiskir karmar verða settir fyri, hvussu tøknin kann tvinnast reiðuliga saman við tónleikavinnuni uttan at tað menniskjansliga í skapanini verður oyðilagt. Tað er týðandi, at tøkniliga menningin ikki aftur yvirhálar okkum. Hetta hava vit sæð fyrr við piratkopiering og sosialu miðlunum, ið broyttu og enn avbjóða tað fíggjarliga og upphavsrættarliga grundarlagið, ið tónleikaskapararnir standa á.

Hesu ferð er tað ikki bara ein fíggjarlig hóttan, men møguliga eisini ein veruleiki, har AI holar innanúr tónleikaskapanini og automatiserar skapanarevni, list og sál.

Vit mugu verja ljóðið av teimum herðunum, vit standa á

Tað er avgerandi, at vit tryggja góðar karmar fyri tónleikaskapararnar, so at tey áhaldandi kunnu virka og skapa tónleik. So tey framhaldandi skapa tann tónleikin, vit lurta eftir hvønn dag á veg til arbeiðis, tá vit renna ein túr, tá maturin skal gerast ella tá fríggjadagsbarrin letur upp. So vit fremvegis fara at lurta eftir teimum kompositiónunum, ið eru skaptar við hjartarytmu og teimum tekstum og tónum, ið fáa kenslurnar hjá sangskrivarunum at endurljóða í okkara kroppum.

Tí tónleikur er ikki bara ein vøra á hyllini í handlinum. Tónleikur snýr seg eisini um kenslur og samleika, ið hvørki kunnu ella skulu kunna hópframleiðast. Tónleikur er ikki bara enn eitt copy/paste av hittinum frammanundan. Tað er frásøga, kenslur, samskifti, felagsskapur. Tað er tað, ein stórur partur av lívinum er grundað á. Tað er ljóðið av teimum herðunum, vit standa á.

Nýggir møguleikarnir skapa tørv á føstum kørmum

Við nýggjari tøkni koma nýggir møguleikar. Og AI kann gerast eitt amboð, ein hugskotsbanki, ein sparringspartnari, tá nýggjur tónleikur skal skapast. Á tann hátt kann tað gerast ein menning og víðkan av tí repertoirinum, vit áður hava sæð við miksarum, tónleikasoftware til skapan av tónleiki frá heimastudionum, tí elektroniska tónleikinum og nógvum øðrum.

Men kjarnar er, at alt hetta eru hjálpitól, har menniskjan skapar tónleikin við hjálp frá tøknini og ikki tøknin, ið skapar tónleik við at brúka menniskjuna.

Og hóast allar kreativar vinnur altíð hava fingið íblástur frá listafólkunum frammanundan, er ikki talan um íblástur, tá tað snýr seg um AI. Ein telda fær ikki hugsað kreativt um tað innihaldið, hon er trenað við. Teldan kann viðgera mynstrini í tónleikinum, hon verður fóðrað við og kann skjótt brúka hesi mynstur til at seta saman túsund nýggj løg.

Hetta skapar ivamál um loyvi og upphavsrætt, sum til dømis til hvønn og hvussu skulu AI-tænasturnar ella platformarnir gjalda fyri tónleikarættindi, hvis ein AI-skipan verður trenað við upphavsrættarliga vardum tónleiki? Og skal AI-skaptur tónleikur fáa somu inntøkur sum menniskjaskapt verk?

Vit hava ikki øll svarini. Og vit fáa ikki loyst allar avbjóðingarnar í einum. Men tað er týdningarmikið, at politikararnir arbeiða uppá lóggávuna nú. Og tí leggja vit í Koda dent á, at vit ikki hava stundir at bíða eftir ES-lóggávu á økinum.

Tvørturímóti hava vit møguleikan at ganga á odda og skapa góðar karmar fyri tónleikaskapararnar her og nú við at seta dám á altjóða lóggávu á økinum. Heilt ítøkiligt skjóta vit upp fyri donsku politikarunum, at: 1) har skal vera fult gjøgnumskygni í, hvørji dáta tech-virkini brúka til at trena teirra AI, 2) har er tørvur á einari kollektivari loysn, ið tryggjar rímiligt gjald fyri nýtsluna av tónleiki og mentan, sum er grundarlagið fyri at tech-virkini kunnu menna AI-skaptan tónleik, og 3) tað skal vera grundað á eitt ítøkiligt samtykki frá rættindahavarunum, tá tech-virkini brúka dáta frá verkum, ið eru grundaði á upphavsrættarliga vard upprunaverk.

Okkum tørvar javnvág ímillum at vit sum samfelag kunnu fáa ágóðan av AI og atliti til tey listafólk, ið hava skapt tað, sum AI grundar síni verk á. Tað skylda vit teimum fólkunum, ið hava ognað sítt lív til tónleikin. Tað skylda vit okkum sjálvum sum samfelag. Og tað skylda vit ljóðinum av teimum herðunum, ið framtíðin skal standa á.

 

Gorm Arildsen

Stjóri í Koda