Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Fyri hvørja krónu ein kvinnuligur tónleikari vinnur, fáa menn níggju. Nær tekur Spotify sína ábyrgd á seg?

Herfyri hevði DR aftur ein fund, har evnið var kvinnur í tónleiki. Men tað er torført at ímynda sær, at til ber at koma longur við einari dagsskrá um margfeldi, um stroymingtænasturnar ikki bera sín part.

 

Hetta kjakinnleggið var í Politiken tann 14. novembur 2023.

Nú eru sløk tvey ár fráliðin, síðan tónleikavinnan seinast savnaðist hjá DR til ein fund við evninum: “Kvinderne i Musikken”. Málið var greitt: DR skuldi saman við restini av tónleikavinnuni hava ein størri og meira virknan leiklut í at betra um umboðanina hjá kvinnum í tónleikinum. Tann 14. novembur gjørdu vit tað so aftur. Og hóast DR hevur uppiborið stóran heiður fyri ta ábyrgd, tey hava tikið á seg í arbeiðinum við skapa betri javnvág millum kynini í tónleikavinnuni, er heiður tíverri ikki uppiborin nógva aðrastaðni. Tónleikavinnan er langt aftanfyri tá tað snýr seg um fjølbroytni. Og hóast framgongd sæst á summum økjum og sjálvt um týðandi tiltøk og samstørv eru sett í verk, er tað nú greitt, at hittlistarnir enn eru eins ælaboðalittir sum ein Charlie Chaplin-filmur frá 1920’unum. Tað er ikki nóg gott.

Tað einasta staðið, har tónleikavinnan hevur sæð eina veruliga framgongd í javnvági millum kynini, er á útvarpsrásunum hjá DR. Um vit skulu finna onkran annan glotta í annars heldur syrgiligu hagtølunum, er tað, at DR vísur, at við strategiskum arbeiði ber til at skapa betri javnvág millum kynini á teimum rásunum, ein eigur.

Men beint nú letur tað tíverri til, at DR er eina um hesar ambitiónir - vit hava í øllum førum ikki sæð onnur fylgja við.

Ringast stendur til at stroymingøkinum og her serliga hjá Spotify. Tað er stroymingøkið, ið flestu útgjøldini frá Koda til sangskrivarar koma frá. Og á stroymingmarknaðinum er Spotify uttan samanbering størsti leikarin. Og tí er tað heldur greitt, at svenski risin kundi gjørt ein risastóran mun, um tey raðfestu javnvág hægri. Tí heiti eg serliga á Spotify um at tey skulu taka meira ábyrgd fyri teirra leikluti í tónleikavinnuni.

Nú hugsar tú kanska: “Geri eg ikki sjálv av, hvørjum tónleiki eg lurti eftir?” Jú, í ein ávísan mun, men hinvegin vildi eg hildið, at tað hevði verið heldur bláoygt at undirmett ta ábyrgd, stroymingtænasturnar hava fyri tí, vit hava at velja ímillum. Fyri tí, vit fáa boðið fram á tænastunum.

Tað er tí ov vánaligt, tá Spotify ikki setir ítøkilig mál fyri, hvussu tey vilja  arbeiða við kynsjavnvági og samstundis siga: "Vit hava gjørt av, at vísa hvussu veruleikin sær út. Vit hava onga ávirkan á tað." Tí hóast brúkararnir sjálvir hava møguleika fyri at velja, er tað algoritmurnar, ið stýra, hvat vit síggja tá vit opna okkara apps, tá vit velja ein tilvildarligan playlista ella tá vit bara lata tónleikatænastuna velja næsta lag í røðini.

 

Hinvegin vildi eg hildið, at tað hevði verið heldur bláoygt at undirmett ta ábyrgd tónleikatænasturnar hava fyri tí, vit hava at velja ímillum - Loui Törnqvist

 

Og tað gera nógv av okkum. Kanningin Polaris Nordic Digital Music Survey vísur, at næstan helvtin av lurtarunum dáma betur at lurta eftir viðmældum tónleiki. Og tað er júst í hesum “viðmælda tónleikinum”, at stroymingtænasturnar hava ein heilt eyðsæddan møguleika fyri at ávirka bæði tilvitaðu og ótilvitaðu fordómarnar hjá brúkarunum í røttu kós fyri kynsjavnvág.

Her vildi onkur kanska sagt, at tað eru brúkararnir, ið ávirka algoritmurnar og at Spotify og hinar stroymingtænasturnar tí fyrihalda seg neutralt til algoritmuna. Men tað er ikki so. Sambært granskaranum, Rasmus Rex Pedersen, greina stroymingtænasturnar sum Spotify ofta tónleik eftir kyni og tjóðskapi heldur enn tónleikaslag.

Harumframt brúka stroymingtænasturnar sambært Rasmus Rex Pedersen “kollaborativa filtrering”, sum merkir at okkara lurtimynstur verður samanborin við lurtimynstrini hjá øðrum brúkarum. So tá vit vita, at søguliga er blivið lurtað minni eftir kvinnum, er tað hetta rákið, ið algoritmurnar hjá Spotify gera sterkari. Ella sagt heilt einfalt: algoritmurnar skapa eitt árin sum vindur uppá seg og fær okkum til at lurta uppaftur minni eftir kvinnum, enn vit annars høvdu.

Tónleikatænasturnar ávirka sostatt tær avgerðir, vit taka og í síðsta enda fáa tær soleiðis ávirkan á hvussu burðardygt tónleikalívið er. Og við tí ávirkanini kemur ábyrgd!

Tað er uppá tíðina, at tann ábyrgdin verður tikin í álvara. Tí støðan er ring. Kvinnur fáa bara eina út av tíggju rættindakrónum. Tí leggja vit áherðslu á, at tað eisini er ein samfelagsábyrgd sum fer tvørtur ígjøgnum stroyming, útvarp og sjálvandi feløg sum Koda - eisini sjálvt um vit í Koda ikki eiga nakrar útvarpsrásir ella kuratera tónleik.

Tí mugu nøkur átøk setast í verk. Hetta er orsøkin til, at vit saman nógvum samstarvspørtum hava tikið stig til átakið “Musiklivets Partnerskab for Bæredygtig Udvikling” og í felag hava ment “Musiklivets Kodeks for Lige Adgang”. Og við hesum kodeksi binda vit okkum til at virka fyri og boða frá um framgongd á økinum.

Tey góðu tíðindini eru, at talan samstarvið er opið fyri øllum: Vit vilja heldur enn gjarna bjóða stroymingtænastum, útvarpstænastum og fleiri spælistøðum til at koma uppí samstarvið.

Hvussu ber til at koma uppí samstarvið? Hví er tað týdningarmikið, at vit fáa eitt meira burðardygt tónleikalív? Fyrst og fremst tí at talan er um bygnaðartrupulleikar í sjálvari tónleikavinnuni. Tað vísa bæði kanningar frá DR, ymiskar frágreiðingar vit hava sett saman í Koda, og ikki minst verður hetta eisini váttað av danska mentamálaráðharranum, Jakob Engel-Schmidt (M), sum ætlar at seta eitt politiskt kanningararbeiði í verk - so vit eisini frá politiskari síðu fáa broytt teir bygnaðarligu trupulleikarnar í vinnuni.

Harumframt skal okkara list og mentan endurspegla margfeldi í samfelagnum. Endurspegla okkum menniskjur, sum vit eru. Og um hetta margfeldið ikki verður endurspeglað í tónleikinum, um vit bara passivt líða á, meðan korini gerast alsamt verri fyri kvinnur, skumpa vit undir eina skeiva broytingarleið, har nakrir tónleikaskaparar gerast fíggjarliga fátækari, meðan samfelagið kann gerast andaliga fátækari. Um vit samstundis síggja tey vinnuligu útlitini, vita vit, at margfeldi skapar størri menningarmegi, betri avgerðir og at enda betri úrslit í felagsskapum og virkjum eins og í tónleikavinnuni.

Vit vita, at miðvís átøk hava positiv árin. Vit vita, at vit kunnu skapa eina vinnu við betri javnvági, um vit lyfta í felag. Vit vóna, at tónleikatænasturnar hava hug at lyfta í felag við okkum.

 

Loui Törnqvist

Forpersónur í nevndnini í Koda