Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

FMA 2017 - hitt Knút Háberg Eysturstein frá FMA-nevndini

Fotograf: Uni Árting

Leygardagin 11. mars fer FMA fyri fjórðu ferð av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Og heldur ikki í ár fer tað at ganga stillisliga fyri seg, tá bestu avrikini innan føroyskan tónleik skulu heiðrast. At velja tey tilnevndnu er eitt stórt arbeiði og tað hevur Koda tosað við ein av nevndarlimunum, Knút Háberg Eysturstein um.

 

Søgan um FMA

"Søgan um hvussu FMA byrjaði er, at Kringvarpið, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið saman við umboðum frá føroyska tónleikalívinum tóku stig til tiltakið “Føroysku tónlistavirðislønirnar - Faroese Music Awards” ella FMA. Endamálið var at varpa ljós á og heiðra tey bestu avrikini í føroyskum tónleiki í tí farna árinum. Fyrireikararnir mettu at tað var neyðugt við einum afturvendandi, árligum tiltaki, ið fagnar føroyska tónleikinum og gevur føroysku tónleikarunum ta virðing, teir hava uppiborið. Miðað var ímóti at hava eitt stórt og breitt fevnandi tiltak, har føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar innan allar stílar vóru miðdepilin. Úrslitið var FMA, sum varð hildið fyrstu ferð í 2014", greiður Knút Háberg Eysturstein frá.

Nýggj átøk í 2017

"Ein týðandi munur í ár er, at showcase parturin av tiltakinum er mentur munandi. Til dømis eru fólk frá tónleikavinnuni og tíðindafólk frá útlandinum bjóðaði til tiltakið. Tey vera í Føroyum í nakrar dagar, so tey fáa eitt innlit í føroyskan tónleik og mentanarlív. Showcase parturin er nakað, ið hevur verið ætlað frá byrjan av, og tað er eisini nakað, ið tónleikararnir hava ynskt ment. Tí eru vit sera glað um at kunna víðka um hendan partin av tiltakinum’, sigur Knút Háberg Eysturstein og heldur fram: ‘Umframt høvuðstiltakið í Norðurlandahúsinum vera eisini konsertir dagarnar frammanundan í Sirkus og í Reinsarínum. Fríggjakvøldið verður ein Pre-FMA showcase konsert í Reinsarínum og í vikuni upp til FMA er eisini “Spæl Føroyskt Vika” í útvarpinum, so tá saman um kemur, fær FMA ein heilt serligan dám".

"Tann størsta formliga broytingin er annars, at virðislønir verða býttar í tveimum flokkum í ár (opin flokkur og popp/rokk) heldur enn í trimum flokkum sum undanfarnu árini. Og harumframt hava vit eisini valt at minka talið av framførslum frá 13 til 10. At har vera færri virðislønir og færri framførslur fer vónandi at skapa eina meira fokuseraða uppliving bæði fyri tey sum framføra, tey tilnevndu og fyri áskoðararnar. Har vera fleiri góðar framførslur við føroyskum artistum, sum umboða føroyska tónleikalívið í breiðum høpi, og so tað ræður eisini um at geva sær stundir at njóta dámin tá føroyski tónleikurin verður fagnaður", nevnir Knút Háberg Eysturstein. 

Stóran týdning fyri føroysku tónaskøldini og sangskrivarar

Knút Háberg Eysturstein ivast ikki í at týdningurin av FMA er vaksandi fyri tónaskøldini og sangskrivararnar: "Tað vekir ans bæði í innlandi og útlandi at vinna ein FMA, og tað kann skapa umtalu. Tí er tað týðandi fyri okkum at skipa fyri einum tiltaki, ið bæði vendir sær til heimligu fjøldina, og sum gevur gestunum frá útlendsku tónleikavinnuni eitt gott innlit í føroyskan tónleik".

Arbeiðið í nevndini

At velja tey tilnevndu krevur nógv fyrireikandi arbeiði, sigur Knút Háberg Eysturstein: "Tá árið fer at halla, verður farið í holt við at savna inn upplýsingar um allar útgávur, bæði í fullari longd og stakløg, konsertir v.m., ið hevur verið í árinum, tvs. 2016 í hesum førinum. Nevndin fundast regluliga, har innsavning, flokking, praktisk viðurskifti og mangt annað verður umrøtt og samtykt líðandi. Tá alt viðkomandi tilfar er innsavnað, verður gjørt av hvussu alt skal flokkast. Í ár eru flokkarnir “popp/rokk” og “opin bólkur”. Flokkarnir hava hvør sína sjálvstøðugu dómaranevnd, sum atkvøður um hvør skal tilnevnast og hvør skal heiðrast. Haraftrat eru eisini nakrar virðislønir, har FMA-nevndin stendur fyri tilnevning og avger hvør vinnur. Føroyar eru eitt lítið land, og tí verður nógv gjørt í fyrireikandi arbeiðinum fyri at fyribyrgja ógegni".

‘Eg varð valdur í nevndina sum umboð fyri tónleikalívið á aðalfundinum í septembur 2016. Hinir limirnir í nevndini eru Sunleif Rasmussen (tónaskald, eisini umboð fyri tónleikalívið), Eyðfinn Jensen (tónleikasamskipari, Kringvarp Føroya), Barbara Holm (tíðindafólk, Miðlahúsið), Fróði Vestergaard (verkætlanarleiðari, Norðurlandahúsið) og Jógvan Andrias Joensen (tiltakslimur, leiðari av spælistaði). Síðan 2014 hevur Rólant Waag Dam (Kringvarp Føroya) verið settur sum FMA-samskipari’, sigur Knút Háberg Eysturstein sum at enda leggur aftrat, at FMA aftur í ár verður sent beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi og stroymað beinleiðis á kvf.fo.

Um Knút Háberg Eysturstein

Knút Háberg Eysturstein er tónleikari, undirvísari, DJ, høvundur og tónleikagranskari (cand. mag. í tónleikafrøði frá Københavns Universitet). Knút hevur spælt við nógvum bólkum og artistum seinastu 15 árini og hevur síðan 2004 verið við á uml. 14 útgávum, fyrst og fremst sum ljómborðsleikari men eisini sum guitarleikari og sangskrivari. Haraftrat hevur hann eisini útgivið trý soloalbum: Havsglóð (2004), The Desert Holds A Flower (2009) og On High (2013), allar útgivnar gjøgnum Tutl. Hvat viðvíkur meira aktuellum verkætlanum, er Knút ljómborðsleikari í bólkinum hjá Konni Kass, sum kom við fyrstu útgávuni Haphe (Tutl) í novembur 2016. Tey hava herfyri verið á konsertferð í Danmark og Týsklandi. Bólkurin skal spæla á festivalum bæði her heima og í útlandinum í summar og í heyst í ár. Knút er sjálvur tilnevndur til seks ymiskar virðislønir í FMA í ár. Harumframt er Knút eisini guitarleikari í black metal/doom bólkinum Svartmálm, sum vann Wacken Metal Battle Føroyar síðsta ár. Teir hava júst innspælt fyrstu útgávuna í Studio Bloch. Bæði Svartmálm og Konni Kass skulu spæla á Spot Festivalinum. Fjórða soloútgávan hjá Knúti er eisini so líðandi við at taka skap.

Tey tilnevndu til ársins FMA kunnu síggjast her