Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Miss ikki Kodapengar – skráset tín tónleik í góðari tíð

Tú kanst missa tínar Kodapengar, um tú ikki skrásetur tónleikin áðrenn útgávu ella framførslu. Um allur tín tónleikur longu er skrásettur, nýtist tær ikki at gera nakað beint nú. Men minst altíð til at skráseta tín tónleik áðrenn útgávu og framførslu

 

 

Um eitt lag ikki er skrásett hjá Koda, ber ikki til hjá okkum at gjalda út fyri nýtsluna av tí.

Í løtuni hevur Koda knappar 20 milliónir krónur standandi, sum ikki kunnu gjaldast út. Tað kemst av, at nógvir av okkara limum ikki skráseta teirra tónleik stundisliga. Avleiðingin er, at Koda ikki fær útgoldið tær upphæddirnar, sum løgini eiga.

Skráset 14 dagar áðrenn útgávu

Vit mæla til, at tú skrásetur tín tónleik seinast 14 dagar fyri útgávu og áðrenn tónleikurin verður spældur alment. Tað er besti hátturin at tryggja tær, at tú fært røttu upphædd útgoldna og at tryggja tær, at upphæddin stendur á tínari kontu so skjótt sum til ber.

Hvussu skráseti eg mín tónleik?

Tú skrásetur tín tónleik undir teiginum ’Registrér værk’ á Mit Koda.

Nær skal eg seinast skráseta mín tónleik?

Koda mælir til, at tú skrásetur tín tónleik 14 dagar áðrenn útgávu ella almenna framførslu.

Koda fær bert útgoldið fyri tónleik, ið er skrásettur hjá Koda. Er tónleikurin skrásettur áðrenn Koda fær rapportering, ber til hjá Koda at syrgja fyri skjótum útgjaldi.

Hvat hendir, um eg ikki skráseti mín tónleik áðrenn útgávu?

Er tín tónleikur ikki skrásettur hjá Koda, ber ikki til at gjalda tær pengar fyri tað, tá tónleikurin verður brúktur.

Um tú ikki skrásetur tónleikin í góðari tíð, er vandi fyri, at tú missur ein part av tínum Kodapengum. Á talgilda økinum hevur Koda bert eitt avmarkað tíðarskeið at krevja inn. Á hinum økjunum er fyrningarfreistin 3 ár.