Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Kynshagtøl hjá Koda

Vantandi menning innan sjónvarp og stroyming eru høvuðsorsøkirnar til at ongin broyting er í javnvágini

Nýggju kynshagtølini hjá Koda vísa, at yvirskipaða ójavnvágið ímillum kvinnuligu og mannligu limirnar hjá Koda er óbroytt. Hetta kemst í stóran mun av, at eingin framgongd hevur verið innan sjónvarp og stroyming, ið eru tey størstu útgjaldsøkini. Hagtølini vísa tó á framgongd - har er betri javnvág millum nýggju limirnar í Koda og so eru fleiri kvinnur, ið melda seg inn í Koda.

Kynshagtølini fyri 2023 vísa á, at samlaða javnvágið er óbroytt. Kvinnur eru enn 20 prosent av limunum í Koda, og tær fáa enn bert 10 prosent av útgjøldunum, og soleiðis hevur tað meira ella minni sæð út síðan fyrstu kynshagtølini vóru gjørd í 2019. Høvuðsorsøkin til vantandi menningina er, at parturin hjá kvinnunum innan bæði tey størstu útgjaldsøkini er óbroyttur á fjórða ári

Fyrst og fremst mugu tónleikastroymingtænasturnar taka meira av ábyrgdini á seg

Loui Törnqvist

Tað snýr seg um sjónvarpsøkið, har bert fimm prosent av útgoldnu upphæddini fer til kvinnurnar, og stroyming, har bert níggju prosent av útgoldnu upphæddini fer til kvinnurnar. Tað er eisini innan hesi bæði øki, at fægst kvinnur eru umboðaðar í topp-100 listanum yvir rættindahavarar við hægst inntøku.

“Eg eri hørm um tað, tí við øllum teimum tiltøkunum, vit hava sett í verk, hevði eg vónað, at onkur úrslit vóru at síggja í hagtølunum. Í síðsta enda er tað ikki vit, ið gera av, hvussu útbjóðararnir kuratera tónleikin, men hagtølini vísa týðiliga á, hvar størstu avbjóðingarnar eru. Fyrst og fremst mugu stroymingtænasturnar taka meira av ábyrgdini á seg og seta sær nøkur ítøkilig mál fyri kynsjavnvág. Hetta er tað størsta útgjaldsøkið og samstundis tað størsta økið, har vit ikki síggja nakra framgongd fyri okkara nýggju limir. Nógv av tí sama kann sigast um sjónvarpsøkið, men hevur batnar hóast alt fyri teir nýggju limirnar,” sigur forpersónurin í Koda, Loui Törnqvist.

Útvarpsøkið kundi virkað sum íblástur

Útvarpsøkið er tað einasta økið, sum í teimum árunum har kynshagtølini eru útgivin, hevur havt eina støðuga framgongd í partinum hjá kvinnunum í útgjaldinum. Her sæst ein hækking frá 11 prosentum í 2019 til 16 prosent í 2022, ið svarar til eina framgongd uppá 45 prosent.

 

Lykketal

  • 20 prosent av limunum í Koda eru kvinnur.
  • 10 prosent av samlaða útgjaldinum í 2022 fór til kvinnur.
  • 9 prosent av samlaða útgjaldinum frá stroyming í 2022 fór til kvinnur. Tað sama sum í 2021.
  • 5 prosent av samlaða útgjaldinum frá sjónvarpsøkinum í 2022 fór til kvinnur. Tað sama sum í 2021.
  • 16 prosent av samlaða útgjaldinum frá útvarpsøkinum í 2022 fór til kvinnur. Ein framgongd uppá 45 prosent síðan 2019.
  • 0 kvinnur í alt á 5 ymiskum topp 10-listum. Hetta er ein afturgongd uppá 3 kvinnur í mun til árið fyri.
  • 45 kvinnur í alt á 5 ymiskum topp 100-listum. Ein afturgongd uppá 2 kvinnur í mun til árið frammanudan.
  • 25 prosent av nýggju limunum í Koda eru kvinnur (í 2019 vóru kvinnurnar 22 prosent).
  • 21 prosent av samlaða útgjaldinum til nýggjar limir fór 2022 til kvinnur (í 2019 fóru 15 prosent til kvinnurnar).
  • 8 prosent av øllum løgum skrivaði í 2022 høvdu bæði menn og kvinnur sum rættindahavarar. Hesi løgini fingu 15 prosent av til løg skrivaði í 2022.

 

Síggj øll tølini í Kodas Kønsstatistik 2023 (bert á donskum).

“Útvarpsøkið og serligan tann ábyrgdin, DR hevur tikið á seg fyri at broyta uppá ójavnvágið, kann virka sum íblástur fyri øll onnur í tónleikavinnuni. Framgongdin á økinum vísur, at gatekeepararnir kunnu broyta viðurskiftini og á tann hátt vera við til at tryggja teimum mongu kvinnuligu tónleikaskaparunum eina burðardygga framtíð,” sigur Loui Törnqvist.

Framgongdin millum nýggju limirnar hjá Koda ger meg bjartskygda

Loui Törnqvist


Positiva gongdin skal varðveitast

Á sama hátt sum kynshagtølini frá undanfarnu árunum, benda nýggju tølini á, at meira javnvág er í hvat viðvíkur nýggju limunum í Koda. Til dømis eru kvinnurnar farnar 21 prosentum í 2019 til 27 prosent í 2022 tá tað snýr seg um nýggjar limir. Verður einans hugt at teimum seinastu fimm árunum, vóru 25 prosent av nýggju limunum kvinnur og tær fingu útgoldið 21 prosent av samlaðu upphæddini fyri 2022. Hetta er ein framgongd uppá 40 prosent hjá kvinnunum síðan 2019.

"Framgongdin millum nýggju limirnar hjá Koda ger meg bjartskygda og vísur á, júst hvar tónleikavinnan skal seta inn, um málið er eitt meira burðardygt tónleikalív. Vit vita bæði frá hagtølunum og frá okkara kanningum, at tað er meira torført hjá kvinnum at hava eina karrieru í tónleikavinnuni. Og júst tí er tað týdningarmikið at dentur verður lagdur á hóskandi treytir og karmar, so kvinnurnar sum klára seg væl, ikki falla frá, áðrenn tær sláa ígjøgnum,” sigur Loui Törnqvist samstundis sum hon mælir til, at  allir leikarar í tónleikavinnuni fara uppí Musiklivets Kodeks for Lige Adgang

 

Kynshagtølini hjá Koda fyri 2023

Kynshagtølini 2023 hava støði í dáta um allar núlivandi Koda-limir, sum hava cpr.nr. og hava fingið útgjald í 2022. Hetta merkir eisini, at allir limir ikki eru við í hagtølunum, t.d. umboðar Koda bæði føroyingar uttan cpr.nr. og arvingar, sum falla uttanfyri. Uppgjørdu upphæddirnar fevna um 99 % av útgjøldunum til núlivandi sangskrivarar og tónaskøld, sum eru limir í Koda.

Tak kynshagtølini fyri 2023 hjá Koda niður (á donskum).