Føroyar

Um Koda

Koda er ein nonprofit limafelagsskapur við umleið 40.000 limum. Okkara uppgáva er at syrgja fyri, at tey ið skapa tónleik, fáa viðurlag, tá teirra tónleikur verður spældur alment.

Hetta arbeiðið røkja vit við at gera avtalur um brúk av tónleikinum hjá okkara limum, tá verk teirra verða spæld alment (t.d. í útvarpi, á konsertum, matstovum vm.). Okkara viðskiftafólk rinda fyri nýtsluna av tónleiki í samsvari við avtalurnar. Vit senda síðani pengarnar víðari til orða- og tónasmiðir og tónleikaforløg.

Allur peningurin – undantikið ein minni partur, ið fer til umsiting – verður sendur víðari til tey, ið hava skapað tónleikin. Býtið verður roknað út frá spælitíðum og út frá teimum einstøku avtalunum um nýtslu av tónleiki millum Koda og brúkaran.

Tú fært pengar, tá tín tónleikur verður spældur alment, t.d. á konsert ella í útvarpi. Soleiðis tryggja vit, at peningurin kemur aftur til føroyskar rættindahavarar. 

Vit umsita eisini tey sonevndu mekanisku rættindini, tvs. rættindini til at spæla tónleik inn á fløgu, film og aðrar ljóðberandi miðlar. Hetta verður gjørt umvegis NCB (Nordisk Copyright Bureau).

Fyrimunir við limaskapi

Fyrimunir við limaskapi

  • Vit arbeiða fyri, at tú fært gjald fyri tað, tá tíni tónleikaverk verða nýtt alment
  • Vit gera avtalur við nógvar tónleikabrúkarar – spælistøð, festivalar, streamingtænastur, útvarps- og sjónvarpsstøðir – tína vegna.
  • Vit samstarva við rættindafelagsskapir í øllum heiminum, og tryggja tær á tann hátt gjald, tá tín tónleikur verður brúktur uttanlanda.
  • Fleiri øki verða avroknað hvønn ársfjórðing.
  • Vit veita ráðgeving um tíni rættindi í sambandi við framførslu.
  • Limaskapur í NCB (Nordic Copyrigth Bureau) er við í limaskapinum í Koda.
  • Tú fært atgongd til okkara online skipan, har tú kanst skráseta nýggj verk, rapportera frá konsertum og finna kunning um tíni útgjøld frá Koda.
Gerst limur

Gerst limur

Gerst limur og fá avrokning tá tín tónleikur verður spældur

At gerast limur í Koda kostar kr. 650 hjá orða-/tónasmiði og kr. 3.500 hjá tónleikaforlagi. Hetta er eitt eingangsgjald, sum verður rindað við innliman. Limaskapur er persónligur, so ein bólkur kann ikki gerast limur.

  • Øll kunnu gerast limur í Koda uttan mun til tjóðskap og bústað.
  • Tá man gerst limur í Koda, verður man samstundis limur í NCB (Nordisk Copyright Bureau). NCB umsitur rættindini til innspæling og kopering av tínum tónleiki.

GERST LIMUR

GG: Um tú ikki hevur eitt danskt cpr-nr., mást tú skriva fýra nullir aftaná tín føðingardag (-0000).

Føroyski mentanarpeningurin hjá Koda

Føroyski mentanarpeningurin hjá Koda

Um føroyska mentanarpeningin hjá Koda
Sambært viðtøkunum hjá Koda skulu 10 % av nettoinntøkuni av teimum innkravdu viðurløgunum fyri tónleikanýtslu nýtast til sosial og mentanarlig endamál, í Danmark fyrr nevnt de nationale midler. Ein partur av hesari upphædd endar í Føroyum.

  • Høvuðsendamálið við føroyska mentanarpeninginum hjá Koda er at stuðla nýggjum føroyskum tónleiki við tilhoyrandi teksti

Hvør viðger mína umsókn?
Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld (composers.fo), ið býtir føroyska mentanarpeningin hjá Koda. Felagið Føroysk Tónaskøld hevur fingið nýggja nevnd í apríl 2014. Fá meira kunning á www.composers.fo.

Hvør kann søkja?

  • Øll tónaskøld og orðasmiðir búsitandi í Føroyum ella uttanlanda (tó ikki í Danmark ella Grønlandi). Føroysk tónaskøld og orðasmiðir búsitandi í Danmark og Grønlandi kunnu tó søkja stuðul í Danmark og Grønlandi.
  • Festivalar
  • Bólkar og einstaklingar

Hvat verður stuðul latin til?

  • Innspælingar og útgávur (til dømis á fløgu, plátu og talgilt)
  • Konsertir
  • Framførsla av tónlistaverki (kompositión) í útlandinum
  • Framførsla av tónlistaverki
  • Bílegging av verkum

Hvat hevur týdning, tá mín umsókn verður viðgjørd?

  • Ein av treytunum er, at meginparturin av tilfarinum er egið ella er skrivað av tónaskøldum og orðasmiðum búsitandi í Føroyum og uttanlanda (tó ikki í Danmark ella Grønland). Tá talan er um fløguútgávu, skal tilfarið vera minst 20 minuttir til longdar.
  • Konsertir verða bert stuðlaðar í tann mun, at ein týðandi partur av framførda tónleikinum er føroyskur.
  • Sum tónaskald ber ikki til at bíleggja eitt verk fra sær sjálvum.

Hvussu nógv verður latið í stuðli?
Vitja www.composers.fo fyri at fáa nærri at vita um, hvat tú kanst tú fáa í stuðli til ávikavist innspælingar og útgávuar, framførslu av tónlistaverki (kompositión), konsertir, bílegging av nýskrivaðum verki og til størri tiltøk.

Tíðarfreistir fyri umsókn og nær útgoldið verður

  • Til ber at senda umsókn alt árið.
  • Stuðulin verður latin sum undirskotsgaranti. Tað merkir, at verkætlanin ikki má hava hægri inntøkur enn útreiðslur. Stuðulin kann útgjaldast, tá verkætlanin er endað og tað kann skjalprógvast, t.d. við einari fløgu og roknskapi.
  • Verður verkætlanin stuðlað skal Koda krediterast við búmerki og teksti. Tú fært fatur á búmerkinum her.

Tekstdømi: "Udgivet med støtte fra Kodas færøske kulturpenge" / Útgivið við stuðli frá føroyska mentanarpeninginum hjá Koda

Soleiðis søkir tú

  • Kunna um verkætlanina, tónaskøld og orðasmiðir, longd á tónleikinum og viðheft eina fíggjarætlan fyri verkætlanina.
Rapportering

Rapportering

Um tín tónleikur verður spældur á almennum konsertum, eigur tú at fáa eina avrokning fyri tað frá Koda. Minst tí til at rapportera tínar konsertir umvegis "Mit Koda".

Rapportera eisini, tá tú spælir tónleik hjá øðrum, so fleiri fáa gleði og ágóða av teirra upphavsrætti 

Viðskiftafólk og avtalur

Tær avtalur, ið Koda ger við viðskiftafólk og fyriskiparar í Føroyum, tryggja limum okkara viðurlag, tá teirra tónleikur verður spældur alment. 

Til dømis hava Koda og Mentamálaráðið tann 1. septembur 2013 gjørt eina avtalu um nýtslu av tónleiki á øllum miðnámsskúlum í Føroyum. 

Føroyskur upphavsrættur

Her finnur tú føroysku upphavsrættarlógina frá 6. mei 2013: Løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013 um upphavsrætt

Føroysk tíðindabræv
Føroyska ársfrágreiðingin hjá Koda fyri 2015

Í mars 2016 viðtók Fólkatingið lóg um kollektiva umsiting av upphavsrætti. Teir mest týðandi lutirnir í bæði direktivinum og lógini eru, at Koda og onnur umsitingarfeløg mugu lúka ávís krøv um ‘gjøgnumskygni’ og ‘góðan leiðsluhátt’. Her merkir gjøgnumskygni, at tað skal vera gjørligt hjá rættindahavarum (tónaskøld, orðasmiðir og tónleikaforløg) at síggja - t.d. í ársfrágreiðingini ella ‘Mit Koda’ - hvussu nógvir pengar eru komnir inn og hvussu nógvir eru útgoldnir. Góður leiðsluháttur tilskilar her, limirnir skulu hava størri ávirkan og at Koda umsitir peningin hjá rættindahavarunum á fullgóðan hátt, og t.d. ikki brúkar meira enn neyðugt uppá fyrisiting. Tí hava vit valt at gera eina ársfrágreiðing fyri Føroyar, fyri at tit fáa størri innlit í, hvussu tær upphæddirnar, sum Koda umsitir, verða brúktar. Ársfrágreiðingin fyri 2015 er sostatt fyrsta føroyska ársfrágreiðingin hjá Koda.

Les føroysku ársfrágreiðingina hjá Koda