Vit seta ferð á útgjøldini í 2019

Frá 28. februar 2019 fer Koda frá útgjøldum hvønn ársfjórðing til útgjøld hvønn mánað.

Við byrjan í ár verður ferð sett á útgjøldini hjá Koda. Nú fáa limir og forløg mánaðarlig útgjøld. Hetta er ein liður í nýggja strateginum og tøkniliga menningin hevur gjørt tað gjørligt. 

Fyrst í 2019 fer Koda frá útgjøldum hvønn ársfjórðing til útgjøld hvønn mánað á teimum upphæddum, ið eru liðugt viðgjørdar. Tað vil siga so skjótt sum tónleikanýtslan er innrapporterað, sett saman við einum verki og tá dátugóðskan er tryggjað. Í fyrstu umbering hevur tað bert týdning, um man fær útgjald fyri tey økini, ið verða fevnd av mánaðarliga útgjaldinum.

Broytingin verður framd so við og við í 2019. Fyrst á árinum verður goldið út mánaðarliga fyri útvaldar sjónvarps- og útvarpsrásir, umframt fyri tónleik í útlandinum. Seinni fer tað eisini at fevna um konsertir og bakgrundstónleik. Og sum frá líður, verða fleiri og fleiri øki fevnd av mánaðarliga útgjaldinum.

Best hevði verið, um vit eina ferð í framtíðini kundu goldið út dagin eftir at tónleikurin er spældur – Jens Juel Andersen
Ferð verður sett á

Í dag ganga oftast umleið sjey mánaðir frá tónleikurin er framførdur, til limurin fær útgjald. Nú verður tíðin minkað heilt niður til beint undir tveir mánaðir millum framførslu og útgjald. Á konsertøkinum verður gjørligt at minka tíðina frá framførslu til útgjald heilt niður til nakrar vikur. 

Og í framtíðini kemur enn meira ferð á útgjøldini, sigur stjóri fyri rapportering og avrokning, Jens Juel Andersen: ”Okkara mál er, at fáa viðgerðartíðina enn longur niður. Best hevði verið, um vit eina ferð í framtíðini kundu goldið út dagin eftir at tónleikur er spældur til dømis í útvarpinum.” 

Peningurin hevur tað best hjá limunum

Tað eru serliga tey størru forløgini, ið hava sóknast eftir skjótari útgjaldi. Og tað eru eisini serliga limirnir og forløgini, ið hava eina ávísa inntøku frá Koda, sum best fara at merkja fyrimunin við skjótaru útgjøldunum. Grundarlagið fyri arbeiðinum í Koda er, at penginurin altíð liggur betri í lummunum hjá limunum enn hjá Koda.

Tað verður upp til einstaka limin at velja, um útgjaldið skal vera mánaðarligt ella ikki. Tá mánaðarliga útgjaldið verður sett í verk, kunnu limirnir frávelja tað í online skipanini hjá Koda, og á tann hátt varðveita ársfjórðingsútgjaldið.  

 

Um tað skal eydnast okkum at framtíðartryggja Koda, er tað av alstórum týdningi at vit eru virkin og kappingarsinnað – Carsten Brøns Andersen

 

Ein fimur felagsskapur

Fyri at rigga til til nýggju útgjaldsskipanina og aðrar komandi broytingar í einum nýggjum bygnaði, hevur tað verið neyðugt umhugsa allar arbeiðsgongdir.

”Um tað skal eydnast okkum at framtíðartryggja Koda, er tað av alstórum týdningi at vit eru virkin og kappingarsinnað. Eisini er tað neyðugt, at vit ganga á odda við tøkniligu menningini,” sigur Carsten Brøns Andersen, sum hevur ábyrgd fyri at menna vinnuliga virksemið hjá Koda. Hann heldur fram: ”Hendan menningin hevur havt við sær, at hugsanarhátturin í øllum Koda er broyttur. Vit eru farin frá einum vanligum verkætlanarbygnaði til ein smidligari arbeiðshátt, har vit menna, kanna og eftirmeta sum frá líður.”

”Vit hava riggað til til at brúka machine learning til at finna røttu verkini í rapporteringini. Av tí at hetta arbeiðið verður automatiserað, fáa vit viðgjørt nógv meira dáta, uttan at tað er neyðugt at seta fleiri starvsfólk.”

Í síðsta enda snýr tað seg um at skapa virði fyri limirnar. Við at stremba eftir at vera førandi innan talgilding, roynir Koda at fáa ein týdningarmiklan kappingarfyrimun. ”Tað kann hava nýggjar limir og forløg við sær – og halda uppá teir limir og tey forløg, ið longu eru glað fyri at vera limir í Koda. Tað hjálpir eisini við at varðveita okkara metlágu kostnaðir, sum limirnir hava gagn av,” sigur Carsten Brøns Andersen.

Stutt um mánaðarliga útgjaldið
  • Frá 28. februar 2019 fer Koda frá útgjaldi hvønn ársfjórðing til mánaðarligt útgjald fyri nýtslu av tónleiki hjá limum í Koda. 
  • Við mánaðarligu útgjøldunum verður ferð sett á útgjøldini. Tað hevur við sær, at stytri tíð gongur frá at tónleikurin verður spældur, til útgoldið verður. Vanliga verður umleið tveir mánaðir frá at tónleikurin er spældur, innrapporteraður og viðgjørdur, til útgjaldið kemur. 
  • Mánaðarliga útgjaldið fevnir so við og við um fleiri útgjaldsøkir. 
  • Í fyrstu atløgu fevnir mánaðarliga útgjaldið bert um tónleik í útvaldum sjónvarps- og útvarpsrásum, umframt tónleik í útlandinum. Seinni í 2019 fer tað eisini at fevna um konsertir og bakgrundstónleik. 

Meira ítøkilig kunning um mánaðarliga útgjaldið kemur í byrjarnini av 2019.