Tónleikur og útflutningur í Føroyum

Lea Kampmann, Sámal Jakup Jakobsen og Janus Á Húsagarði co-writing skeiði við Marcus Winther-John

Á limatiltakinum hjá Koda í Føroyum vóru góð ráð at fáa um tónleikaútflutning. Hvussu fært tú tín tónleik út um landoddarnar? Hvørjir marknaðir hóska seg best til tín tónleik? Og ber tað til at hugsa co-writing inn í tín tónleikaútflutning? Til at svara hesum og øðrum spurningum, hevði Koda m.ø. bjóðað Oyvindi av Skarði (frá UVMR), Theodor Kapnas (frá Hamferð) og sangskrivaranum Marcus Winther-John, sum hevði eitt skeið um co-writing frammanundan sjálvum limatiltakinum.

Co-writing við Marcus Winther-John

Á limatiltakinum hjá Koda í Havn, varð bæði skrivað, lurtað og framført. Dagurin byrjaði longu kl. 14.00 við einum tveir-tímars skeiði fyri átta limum. Marcus Winther-John skipaði fyri og Ilang Lumholt frá Koda hjálpti. Trý góð og sera ymisk løg komu burtur úr. 

Tónleikur og útflutningur

Beint aftaná skeiðið um co-writing, fór limatiltakið av bakkastokki. Heitið var “Tónleikur og útflutningur”. Skráin var samansett soleiðis, at nomið var við fleiri ymiskar háttir at fáast við tónleikaútflutning. Luttakararnir fingu at vita um tær samstarvsavtalur Koda hevur og hvar føroyskur tónleikur verður spældur (Koda), um arbeiðið við einari nýggjari tónleikaútflutningsskrivstovu (Oyvindur av Skarði, UVMR), og hvussu ein kann fara í holt við at útflyta egnan tónleik (Anders Meisner, MXD). Síðani greiddi Theodor Kapnas frá, um hvussu bólkurin Hamferð hevur uppbygt sítt virksemi við konsertferðum. Síðstu framløguna átti Marcus Winther-John og hann tók avbera væl saman um endan, við at greiða frá um co-writing sum eitt amboð til at útflyta tónleik. Kvøldið endaði við social hour og at løgini, ið vóru skrivað á skeiðnum fyrr um dagin, vóru framførd.

Her er ein video har tað ber til at síggja, hvussu langt teir tríggir co-writing bólkarnir komu uppá tveir tímar.

Video 1:

Video 2:

Video 3:

Fá meira at vita um tónleikaútflutning

Koda hevur eisini hildið eitt tiltak um tónleikaútflutning í Keypmannahavn. Á tí tiltakinum vóru m.o. Signe Tobiassen, Nelson Can og Nis Bøgvad, Copenhagen Film Music.

Síggj danska tiltakið ”Musik & eksport” her.