Stjórin í Koda kunnar um Covid-19

Øll mentanarvinnan er ávirkað av Covid-19. Her kanst tú lesa kunningina hjá stjóranum í Koda um hvørjar avleiðingar hetta fer at hava fyri limirnar og virksemið hjá Koda

20. mars 2020

Kæru limir 

Í skrivandi stund er skrivstovan hjá Koda, eins og nógv onnur arbeiðspláss í Danmark, stongd og starvsfólkini eru send heim. Inntil myndugleikarnir koma við nýggjum leiðreglum, halda vit Koda koyrandi frá heimaarbeiðsplássunum. Men burtursæð frá at skrivstovan er stongd, er eingin broyting í rakstri ella tænastu. Vit eru tøk á telduposti og telefon, júst sum vit plaga. 

Tá tað er sagt, so er einki sum tað plagar. Við Covid-19 hava vit fingið ein trupulleika, sum fevnir um allan heim, sum bæði heilsuliga, fíggjarliga, vinnuliga og mentanarliga fer at hava avleiðingar við sær, sum illa ber til at meta um enn. 

Longu nú eru nógvar konsertir avlýstar og tað fer at hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri nógvar av okkara limum og fyri nógvar konsertfyriskiparar. Í Koda eru vit varug við, at har eru nógv, ið verða rakt av hesum avlýsingunum. Og at mistu inntøkurnar fara at merkjast bæði av útinnandi tónleikarum, sum mist gjald fyri framførslur, og av tónaskøldunum og sangskrivarunum, sum í somu syftu missa Koda-inntøkurs. 

Men onnur inntøkuøki verða eisini rakt. Tá caféir, barrir og matstovur stongja, steðgar tónleikurin og tað ger gjaldið til Koda eisini. Tá lýsingarmarknaðurin verður raktur, rakar tað serliga tær sjónvarps- og útvarpsstøðirnar, ið eru lýsingarfíggjaðar. Hetta fer at hava avleiðingar fyri tær inntøkurnar hjá okkum, sum eru tongdar at hesum økjunum. Men í hvussu stóran mun tað fer at raka, ber ikki til at siga, serliga ikki tá vit ikki vita, hvussu leingi hetta fer at vara. 

Í undanfarnu vikuni hava fakfeløgini Dansk Artist Forbund og Dansk Musikerforbund lagt stórt trýst á, fyri at politiskar loysnir vera funnar, sum kunnu veita fíggjarliga hjálp til teir túsindavís útinnandi tónleikarnar, sum fáa ein dyggan fíggjarliga smeit av teimum nógvu avlýstu konsertunum í inn- og útlandi. Dansk Live er í breddanum, og eisini DJBFA, DPA, DKF og Musikforlæggerne eru virkin í politiska arbeiðinum, sum kann minka kreppuavleiðingarnar fyri tey, ið skapa tónleik. 

Danski mentamálaráðharrin, Joy Mogensen, hevur boðað frá, at hon er greið yvir, at lønjavnanartiltøkini hjá stjórnini ikki eru til eins stóra hjálp hjá øllum, og at tey sjálvstøðugu listafólkini eru í einari serliga ótryggari støðu í løtuni. Hon hevur bjóðað til tættar samráðingar við fakfeløgini og tað er gott. Tað merkir, at arbeitt verður frá fleiri síðum fyri at tryggja, at mentanarlívið er við, tá støða verður tikin til, hvussu tiltøk sum hjálparpakkar og lønjavnan skulu snikkast saman. Hetta samstundis sum at fakfeløgini arbeiða fyri, at linka reglurnar í dagpenga- og sjúkradagpengaskipanini og arbeiðsloysistryggingini.

Leiðreglurnar frá myndugleikunum verður broyttar sum frá líður og vit halda tykkum sjálvandi kunnaði, um tað fær ávirkan á okkara virksemi. 

Ársaðalfundurin er settur til tann 28. apríl. Hetta kann broytast, men inntil vit boðað frá øðrum, halda vit fast í tí degnum.

Hiðanifrá ljóða nú bestu heilsur og ein áheitan um, at tit ansa væl eftir tykkum sjálvum og eftir hvørjum øðrum.

 

 

Gorm Arildsen

Stjórin