Stjórin í Koda: Ja til direktivið um upphavsrætt er eitt vegamót ávegis einum meira rættvísum interneti

Stjórin í Koda: Ja til direktivið um upphavsrætt er eitt vegamót ávegis einum meira rættvísum interneti 

 

Eftir at hava arbeitt fram ímóti tí í fleiri ár, hevur Europa-Parlamentið herfyri atkvøtt fyri einum uppskoti til eitt nýtt upphavsrættardirektiv. Sambært stjóranum í Koda er hetta eitt vegamót ávegis einum meira rættvísum interneti.  

Við stórum meiriluta atkvøddi Europa-Parlamentið herfyri fyri einum uppskoti til direktiv, sum seinastu tíðina hevur verið atvold til nógv kjak. Kjakið hevur verið millum rættindafelagsskapir á aðrari síðuni og tær stóru tech-fyritøkurnar á hinari síðuni. Sum nú er, mangla bara trípartasamráðingarnar millum Europa-Parlamentið, EU-Kommissiónina og Ráðið, áðrenn komið verður á mál.  

Atkvøðugreiðslan endaði við 439 atkvøðum fyri og 226 atkvøðum ímóti.  

Anders Lassen, stjóri í Koda og formaður í GESAC, sigur:

Dagsins atkvøðugreiðsla (atkvøðugreiðslan var tann 12. sept., red.) er eitt vegamót ávegis ímóti einum meira rættvísum og burðardyggum interneti. Har eru nógv fólk, ið hava arbeitt uttan íhald fyri at steðga tí skeivu gongdini sum internetið hevur havt við sær fyri tónleik seinastu árini. At tað, ið gongur fyri seg á internetinum, gongur rættvíst fyri seg, hevur týdning fyri okkum øll. Teir politikkararnir sum hava stuðlað hesum arbeiðinum, eiga stóra takk uppiborna. Teir eiga stóra virðing fyri at hava valt røttu síðuna og fyri ikki at lata seg kúga av ræðuátøkunum hjá teimum stóru tech-fyritøkunum, ið hava roynt at koyrt av slóðini”.  

Les eisini tíðindaskriv frá GESAC  

Stutt um GESAC
  • GESAC er tað størsta meginfelagið fyri rættindafelagsskapir í Europa