Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Rógvi á Rógvu - trummusláari og eigari av nýggjum jazz-spælistaði

 

Koda-limur og trummusláarin, Rógvi á Rógvu, er helst best kendur sum ein av bestu trummusláarunum í Føroyum. Herfyri opnaði Rógvi saman við tvíburabeiggja sínum, saxofonleikaranum Mortan Zachariassen, jazz/blues-spælistaðið, Blábarr.

Inntil fyri stuttari tíð síðan var einki jazz-spælistað burturav. Men tað hevur Rógvi nú broytt: 

‘Dyrnar til okkara nýggja jazz-spælistað, Blábarr, sum eisini er tað fyrsta av sínum slagi í Tórshavn, lótu fyrstu ferð upp Í endanum av juli. Vit opnaðu beint áðrenn Ólavsøku og tað hevur gingist heilt væl, vit hava longu havt fleiri konsertir. Hvønn hósdag hava vit livekonsertir - eisini við listafólkum úr hinum norðanlondunum. Eg byrjaði Blábarr, tí eg elski jazz og tí at høvið var til staðar. Har eru eingi onnur jazz/blues-spælistøð, so fyribils hava vit tað einasta’, greiður Rógvi frá og heldur fram: ‘beiggi mín og eg spæla eisini á Blábarr. Eg havi spælt har tvær ferðir. Hetta er sama loysnin, sum tónleikarar í New York nýta - um tú vilt hava møguleika at spæla nógv, mást tú sjálvur opna eitt spælistað’. 

Spælt trummur frá barnsbeini

Rógvi á Rógvu hevur spælt trummur síðan hann var smádrongur og skrivar eisini tónleik: 

‘Eg eri trummusláari og havi spælt við nógvum ymiskum bólkum og havi síðan eg var heilt ungur eisini spælt á fleiri enn hundrað útgávum - mest innan rokk og popp, men eisini jazz og meira eksperimenterandi tónleik. Eg skrivi tónleik til mín egna bólk, Rógvi Kvintet, sum er settur saman við klaveri, gittara, saxofon og bassi. Harumframt havi eg ein annan bólk, ið eg byrjaði í 2013, sum er eitt brassband við sjey blásarum og trummum, sum eg eisini skrivi til. Og ja, so arrangeri og skrivi eg eisini tónleik til fleiri aðrir jazz, rokk og bluesbólkar. Í Føroyum er tað jú so, at um man spælir eitt ljóðføri, so kemur man ofta uppí nógvar ymiskar tónlistarligar samansetingar - og tað geri eg eisini’, sigur Rógvi og leggur aftrat: 

‘Eg havi spælt trummur, síðan eg var 8 ára gamal. Í Tórshavn, har eg búði, vóru møguleikarnir fyri tónleikaundirvísing ikki so góðir, og tað, sum var, var einamest innan tað klassiska. Men vit vóru fleiri unglingar, ið hittust og spældu saman. Vit stovnaðu tíðliga Play Boys og síðani Plúmm. Vit spæla enn saman og arbeiða uppá eina nýggja útgávu, sum eisini verður útgivin fysisktEg havi undirvíst á Musikkskúlanum í 15-16 ár, og eri steðgaður nú, men undirvísi á einum øðrum skúla, einum frískúla, har tónleikur og list eru berandi lærugreinir, sum Mortan og eg vóru við til at stovna. 

Um Rógva á Rógvu

Føddur í Tórshavn í 1968. Nevndarlimur í Havnar Jazzfelag (Tórshavn Jazz Association) og er sera virkin í føroyska tónleikalívinum, bæði innan jazz og onnur tónleikasløg. Eigari av jazz-spælistaðnum, Blábarr. Rógvi spældi trummur á fyrstu útgávuni hjá Terja & Føstufressum, sum varð útgivin í 1990, og sum bleiv kallað “The Album of the Millennium”. Onnur útgávan hjá bólkinum, Tvey, vann ein Planet Award fyri “Best Album” í 2010. Í 2005 vann hann ein AME Award sum “Best Drummer”, tá hann spældi við bluesbólkinum GoGo Blues. Sama árið vann GoGo Blues eisini ein AME Award í flokkinum  “Best Band”.