Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Søg støtte
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Læs om tidligere udbetalinger
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2021
2020
2019
Medlem
Fordeling af andele
Bearbejdelse og ændringer af værker
Selvforvaltning
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Online selvbetjening
Værker
Søg støtte
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Online selvbetjening
Hjælp til Mit Koda
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Min karriere
Medlemsubsites
Min karriere
Branche- og interesseorganisationer
Brancheguide
Hovedmenu
Musik betaler sig

Føroyskir ambassadørar hjá Koda

Orða- og tónasmiðir hava rætt til viðurlag, tá teirra tónleikur verður brúktur alment. Tað er ein partur av inntøkugrundarlagnum hjá teimum, ið ríka okkara lív við tónleiki, og Koda og Gramex tryggja, at viðurlagið kemur aftur til tey, ið hava skapt tónleikin. Hesum arbeiði stuðla okkara føroysku ambassadørar. Vit eru tí glað fyri at boða frá, at vit eru farin undir eitt samstarv við Eivør, Gretu Svabo Bech, Hera Joensen, Benjamin Petersen og Niels Arge Galán, sum nú eru ambassadørar hjá Koda og Gramex í Føroyum.
Heri Joensen

Fotograf Audrey Dujardin

Eingin kann taka mín tónleik frá mær

Sum oddamaður og høvuðssangskrivari í tungmálmsbólkinum Týr, telist Heri Joensen millum virknastu og best umtóktu føroysku tónleikarar.

Týr hevur í nógv ár ferðast kring allan heimin og hevur higartil givið út átta fløgur. Bólkurin hevur í løtuni sáttmála við stóra amerikanska plátufelagið Metal Blade Records, eftir í fleiri ár at hava havt sáttmála við Napalm Records.

Heri hevur tí royndir at samráðast við stór plátufeløg og umboðsfeløg. Í hesum sambandi hevur hann verið glaður um tey rættindi, ið kodalimaskapurin hevur givið honum.

Tað finnast nógv dømi um bólkar, ið hava mist øll rættindi til sín tónleik, og sum standa eftir við ongum, tá millummenn og feløg hava fingið sítt.

– Tað hevur verið sera umráðandi at hava álítandi stovnar at umsita míni rættindi sum sangskrivari og tónleikari. Tá eitt verk er skrásett hjá Koda, kann eingin taka tað frá mær aftur, og tá eg líti afturáaftur, dugi eg væl at síggja virðið í tí. Tað er ikki óhugsandi, at eg onkuntíð, tá illa stóð til, hevði givið míni rættindi til onkran annan, um tað bar til.

Niels Arge Galan

Fotograf Bjartur Vest

Set prís upp á tónleikin

Niels Arge Galan er sangari og gittarleikari í punkbólkinum 200. Í 200 og áðrenn tað í Mold hevur Niels átt ein virknan leiklut í sangskrivingini. Bæði tá tað snýr seg um tónleik og orð hevur Niels sett sín dám á føroyskan tónleik, og fleiri av løgunum eru nógv spæld bæði heima og úti. Niels er harumframt nevndarlimur í Tutl International og hevur tann vegin gott innlit í útgávuvirksemi.

Niels hugsar um sín upphavsrætt til tónleik og um leiklutin hjá Koda og Gramex, sum hann hugsar um eitt nú pensión.

– Eg veit, at tað er skil á upphavsrættinum til mín tónleik. Eg havi tað við Koda og Gramex akkurát sum við pensión. Eg veit, at tingini eru undir kontroll, tí kann eg loyva mær ikki at befatta meg við tað.

Niels er bersøgin um virðingina, ið føroyingar hava fyri upphavsrætti:

– Generelt verður upphavsrættur ikki virdur í Føroyum. Eg haldi, at tað hongur saman við, at vit duga illa at virðismeta tað, sum ikki er ítøkiligt. Fara vit ein túr við einum turisti í hagan ella á flot, so halda vit, at tað er ófólkaligt at taka pengar fyri tað. Tað er tað sama við tónleiki. Vit eru ikki von við, at hesi tingini hava eitt virði, men tað hava tey, og vit mugu duga at seta prís upp á tað.