Nýggjur stjóri í Koda

Gorm Arildsen er nýggjur stjóri í Koda

 

Eftir níggju ár sum stjóri í Koda fór Anders Lassen frá í juni mánaða. Tað er fyrrverandi varastjórin, Gorm Arildsen, ið hevur tikið við sum stjóri. Hann gleðir seg til at standa á odda fyri Koda, sum bæði skal styrkjast og mennast í einari talgildari broytingartíð.

Anders Lassen og Koda gjørdu í felag av at steðga samstarvinum. Anders Lassen steðgaði sum stjóri í endanum av juni, og tá tók varastjórin, Gorm Arildsen, við sum nýggjur stjóri. 

”Anders Lassen hevur staðið á odda fyri einari týdningarmiklari broyting í Koda og hevur eisini syrgt fyri góðum úrslitum. Nú er tíðin búgvin til eitt skifti,” sigur nevndarformaðurin í Koda, Niels Rønsholdt. 

Sum grundgeving fyri valinum av Gormi Arildsen, sigur hann: 

"Vit hava gjørt av at tað er Gorm, ið skal taka við róðrinum. Hann hevur í samstarvinum við Anders víst stórt hegni bæði til at fáa framskíggin huskot, bera tey á mál og harumframt at fáa alt húsið við í verkætlanini." 

Gorm Arildsen gleðir seg

Gorm Arildsen, ið hevur verið í Koda síðan 2012, gleðir seg til sín nýggja leiklut: 

"Vit skulu styrkja ta menning og tey nógvu spennandi tiltøkini, sum longu eru sett í gongd og vit skulu halda á at menna okkum. Avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman í hesari talgildu broytingartíðini, krevja tað. Eg eri vísur í, at Koda er í so góðum standi sum til ber og gleði meg til næsta teinin," sigur hann. 

Anders Lassen ynskir Koda alt tað besta

Anders Lassen steðgaði sum stjóri í endanum av juni. Nevndin í Koda og hann vóru samd um, at eitt skjótt skifti var tað besta, bæði tí tað er best fyri felagsskapin og tí, at við valinum av Gorm Arildsen sum avloysara, er als ikki neyðugt við einari stórari avhending. 

Anders Lassen hyggur aftur á níggju spennandi ár: 

"Eg havi verið ótrúliga glaður fyri mína tíð í Koda”, sigur hann og heldur áfram: 

"Koda hevur ment seg øgiliga nógv, og eg eri sera errin av øllum tí, vit hava megnað og lati nú stafettina víðari. Eg ynski Koda alt tað besta."