Nýggjur portalur til at søkja stuðul frá Koda

Sum nakað nýtt er allur stuðul undir Kulturelle Midler hjá Koda nú savnaður á einum staði

Framleiðslustuðul? Starvsløn? Undirvísing? Sangskrivaraskeið? Sum limur í Koda hevur tú møguleika at søkja stuðul. Koda Kultur stendur fyri fíggingini av fleiri enn 25 puljum, sum nú vera savnaðar í einum portali.

Sum nakað nýtt er allur stuðul frá Koda nú savnaður á einum staði. Í portalinum kanst tú fáa yvirlit yvir stuðulsmøguleikarnar, síggja hvat er viðkomandi fyri teg og senda eina umsókn avstað – alt frá sama portali.

Fram til í ár hevur stuðulin verið umsitin av teimum einkultu felagsskapunum DJBFA, DPA, DKF og Musikforlæggerne umframt hjá Koda. Soleiðis er tað ikki longur. Nú er atgongdin til meira enn 25 stuðulspuljur savnað í einum portali undir Koda Kultur. Tað merkir, at tú nú hevur miðsavnaða inngongd, tá tú vilt søkja stuðul frá Koda.

Umsitingin av stuðulspuljunum er framvegis býtt millum teir fýra felagsskapirnar og Koda. Tað merkir, at har framvegis eru ymiskar nevndir við høgari fakligari vitan innan tónleik, ið taka støðu til umsóknirnar. Á teimum ymisku síðunum ber til at síggja, hvør umsitir júst hesar upphæddir.

Ert tú ikki limur í Koda

Persónar og felagsskapir, ið ikki eru limir í Koda, kunnu eisini søkja stuðul frá summum av puljunum. Hesar puljur verða tilskilaðar, við at velja, at man ikki er limur í leitivegleiðingini 

Soleiðis gert tú

 Far inn á www.koda.dk/kodakultur

  • Har eru fleiri enn 25 puljur at søkja frá.
  • Ert tú í iva um, hvat hóskar til tín, er hjálp at fáa í leitivegleiðingini á forsíðuni.
  • Hevur tú tørv á einum yvirliti yvir allar stuðulsmøguleikarnar, kanst tú síggja eina lista við møguleikunum her.
  • Frá listanum ber til at fara inn á tær einkultu puljurnar og lesa um metingarstøði og freistir. 
Koda Kultur

Hvørt ár setir Koda upp til 10 % av inntøkunum til síðis til stuðul. Hendan partin av virkseminum hjá Koda kalla vit Koda Kultur.

Tað er ætlanin at stuðulin skal stimbra og stuðla at nýggjur tónleikur verður skrivaður. Við tað at sangskrivarar fáa framleiðslustuðul, stuðul til skeið, starvslønir, netverk og møguleikar fyri altjóða samstarvi, verður ein partur av inntøkunum hjá Koda brúktur til at gera íløgu í menningini av tónleikalívinum