Nú kunnu Koda-limir søkja endurgjald fyri mistar rættindainntøkur

Samskifti hevur borið avkast. Nú kunnu skapandi listafólk søkja javnan fyri teirra mistu Koda-inntøkur

Frá í dag av kunnu Koda-limir søkja endurgjald fyri mistu Koda-inntøkur teirra í teimum puljunum, sum myndugleikarnir hava sett á stovn í sambandi við korona-kreppuna. Koda hjálpir limunum at útrokna teirra mistu upphædd.

Nú ber til hjá Koda-limum at søkja um endurgjald fyri mistar rættindainntøkur vegna korona-kreppuna, um limirnir liva upp til tey krøv um inntøku, sum myndugleikarnir hava sett. Í samstarvi við avvarðandi myndugleikarnar, er tað eydnast at finna eina loysn, har Koda í fyrstu syftu fær hjálpt limunum við at rokna eina metta upphædd til sjálva umsóknina og síðani eina endaliga uppgerð, tá ið árið er farið.

Samskifti hevur borið avkast

Seinasta mánaðin hevur Koda – í tøttum samstarvi við Dansk Erhverv – arbeitt við at fáa mistu inntøkuna hjá limunum skjalprógvaða soleiðis, at tað kann takast við, tá ið søkt verður um endurgjald. 

Mótsett teimum inntøkunum man sum útinnandi tónleikari hevur mist vegna avlýstum konsertframførslum, er tað munandi torførari fyri tann einkulta limin at gera rættindainntøkurnar upp. Hetta kemst millum annað av at tær inntøkurnar, sum korona-kreppan hevur ávirkan á nú, ikki verða útgoldnar fyrr enn seinni á árinum.

Í góðum samskifti við Kulturministeriet, Erhvervsstyrelsen og Slots- og Kulturstyrelsen, sum umsita tær einstøku puljurnar, er ein loysn til avbjóðingarnar við skjalprógvan funnin. Tað hevur við sær, at tónaskøld, sangskrivarar og minni forløg við hjálp frá Koda, nú kunnu søkja um endurgjald fyri teirra mistu rættindainntøkur. Og soleiðis er tað eydnast at fevna um bæði útinnandi og skapandi listafolk, tá tónleikaøkið skal fáa endurgjald fyri mistar inntøkur vegna korona-kreppuna.

Koda roknar eina metta upphædd og endaliga uppgerð

Í fyrstu atløgu kann Koda hjálpa limunum við einari individuellari útrokning, har mett verður um mistu rættindainntøkurnar frá Koda. Við árslok fær Koda veitt eina endaliga og individuella uppgerð, sum kann gerast neyðug í sambandi við eina møguliga eftiruppgerð við myndugleikarnar. 

Myndugleikarnir hava góðkent útrokningarháttin hjá Koda, sum á besta hátt lýsir mistu inntøkurnar, sum avlýstu framførslurnar undir korona-kreppuni hava havt við sær. 

Frá í dag kunnu Koda-limir, sum korona-kreppan hevur havt avleiðingar fyri, frá teirra síðu á Mit Koda fáa hjálp til at meta um mistu inntøkur teirra. Vegna tey inntøkukrøv myndugleikarnir hava sett í teimum ymisku puljunum, er tað tó ikki allir limir, sum hava møguleika at søkja um endurgjald. Tað er tí týðandi, at man sum limur ger sær greitt, hvørji metingarstøði eru til tær einstøku puljurnar. Um man sum Koda-limur ætlar at søkja, hevur Koda sett eina vegleiðing saman, ið kann hjálpa ígjøgnum umsóknar-mannagongdirnar og svara teimum mongu spurningunum, ið kunnu vera til møguleikarnar at søkja.

Les meira í: