Marcus Winther-John – Um sangskriving skal sammetast við internetið, ræður tað um at hava ein góðan leitara

 

Ein av ídnastu og mest brúktu donsku sangskrivarunum, Marcus Winther-John, útgav í 2017 sína fyrstu bók, við heitinum ”Skriv hits og sælg dem”. Í bókini kemur sangskrivarin m.a. við uppskriftini uppá, hvussu man fær strukturerað arbeiðið við tónleikinum og kanska eisini, hvussu man lættari kann fáa ’tann guddómliga íblásturin’, og alt tað, ið er grundleggjandi, tá ein vil skriva hits og fáa tey út í heimin.

Marcus Winther-John hevur tikið hattin av og bjóðar ein kaffimunn heima við hús, har hann eisini hevur sítt studio norðanfyri Keypmannahavn. Við støði í bókini ’Skriv hits og sælg dem’, avdúkar sangskrivarin nøkur av loyndarmálunum handan eina langa yrkisleið sum hevur havt óteljandi landaplágur við sær.

 

Tað hevur gagnað mínari sangskriving heilt ómetaliga nógv (…) og eg vóni eisini, at onnur kunnu hava gagn av tí – Marcus Winther-John

"Í veruleikanum byrjaði tað ikki sum ein bók. Men eins og teir flestu aðrir sangskrivararnir, noyddist eg ferð aftaná ferð at greiða fólki, ið ikki fáast við tónleik, frá hvat eg arbeiddi við. Og á tann hátt gjørdist eg sjálvur forvitin eftir at vita, hvat tað var eg fekst við. Tá eg hevði sessions var tað sjálvandi púra greitt, hvat tað var. Men eg hevði aldrin strukturerað tað. Har eru sjálvandi bøkur um sangskriving í meira breiðari merking, men har var ikki rættiliga nøkur bók, har rithøvundurin leggur sítt ego til síðis og bara fokuserar uppá sjálva sangskrivingina. Tá eg hefti meg við okkurt, ið eg gjørdi í einari session, fór eg at skriva tað í eitt púra vanligt Word-skjal. So við og við bleiv til fleiri og fleiri smáar yvirskriftir, sum síðan funnu saman í kapitlar. Fyri meg var arbeiðið tað, at finna ein struktur, ikki bara at eygleiða strukturin, men at skilja sjálva gongdina. Sum at gera eina strikumynd, har man fer frá einum stigi til tað næsta. Tað hevur gagnað míni egnu sangskriving ómetaliga nógv, og nú fer nógv minni tíð við at enda í tónlistarligum blindagøtum. Og eg vóni, at onnur eisini kunnu hava gagn av hesum”, sigur Marcus Winther-John um bókina, sum hevur verið ávegis í fýra ár.

Marcus Winther-John greiður frá, at bókin ikki endiliga er ein bók, ið skal lesast úr enda í annan. Bókin hóskar seg betri til at finna vitan og góð ráð til júst teir trupulleikarnar, man situr og baksast við:

”Eg hugsi at bókin kann hjálpa sangskrivarum við at fáa struktur og yvirskriftir á arbeiðsgongdirnar hjá einum sjálvum. Og so ber helst eisini til at fáa gjørt onkrar arbeiðsgongdir betri og kanska eru onkur nýggj hugskot í bókin, ið lesarin fær tikið til sín. Í bókini eru fleiri smáir lærusetningar og amboð. Tað er ikki neyðugt, at lesa bókina frá byrjan. Um man t.d. er á veg í studio og vantar íblástur, kann man líka fara skjótt í gjøgnum nakrar síður, og fáa íblástur”, sigur Marcus Winther-John.

Soleiðis byrjaði Marcus at fáast við tónleik

Marcus Winther-John greiður frá, at hann er púra sjálvlærdur og at hann tíðliga fór at fáast við tónleik: 

”Míni foreldur høvdu ein spolabandupptakara. Og eg byrjaði at syngja inn á spolabandupptakaran frá eg var sjey-átta ára gamal. Tá eg var 16, fór eg at spæla í einum bólki og byrjaði tá eisini at skriva tónleik. Tað, sum hevði týdning fyri meg í teimum bólkunum, eg var í, var at skriva tónleik. Í 1994 royndi eg meg fyri fyrstu ferð sum forsangari, guitarleikari og sangskrivari í Inside The Whale. Men tá eg gavst í Inside The Whale, gjørdist eg varugur við, at eg kundi skriva tónleik til onnur og saman við øðrum. Við at samstarva um sangskrivingina, kundi eg gera løg við Tim Christensen ein dag og við Julie Berthelsen ein annan dag. Eg kann gera japanskan popp ein dagin og týskan rockabilly dagin eftir. Og tað letur seg saktans gera sum sangskrivari,” greiður Marcus Winther-John frá co-writing.  

 

Eg kann gera japanskan popp ein dagin og týskan rockabilly dagin eftir. Og tað letur seg saktans gera sum sangskrivari – Marcus Winther-John

 

 Fyri tíðina fæst Marcus Winther-John nógv við at skriva tónleik saman við øðrum. Og tað er nakað, honum dámar heilt væl: 

”Co-writing snýr seg nógv um tað menniskjaliga. Man hittist, og tað týdningarmesta er, at hava ja-hattin á. Og sum eg síggi tað, eru tað løg, ið eru ’based on a true story’, sum rigga best. Løg, ið eru skrivaði um okkurt ektað, um veruligar kenslur. Tað eru ofta tey løgini, sum vekja samhug hjá øðrum. Vit menniskju kunnu liva okkum inn í tílík løg." 

Set gongd í tín íblástur

Tá hann verður spurdur um, hvaðani hann fær íblástur og um tað ber til at systematisera íblástur, svarar Marcus Winther-John: 

"Tað hevur verið torført at lýsa, hvussu íblásturin kemur. Men tá eg líka fái í herðatoppin á íblástrinum, so fari eg avstað við honum. Tað er týdningarmikið at góðtaka, at tú ikki fært stýrt íblástrinum heilt – tú kanst leita eftir íblástrinum og jú oftari tú koyrir inn á ta kontuna, meira fært tú út aftur. Nógv gott kann spyrjast burturúr at hava viðopnar armar og at ganga íblástrinum eitt sindur á møti. Eg havi skrivað fleiri hundrað sangir. Men tað, ið virkar fyri meg, er at vera opin fyri tí orkuni, sum kemur. Onkuntíð kanst tú vera heppin og fáa íblástur til eitt gott lag. Men um handverkið ikki er í lagi, er tað ikki vist, at tann kreativa tilgongdin hevur eitt gott lag við sær. Kjarnin í hesum er, at tað er neyðugt við strukturi fyri at fáa ordiliga fatur á íblástrinum og fáa sum mest burturúr íblástrinum." 

 

Nógv gott kann spyrjast burturúr at hava viðopnar armar og at ganga íblástrinum eitt sindur á møti. – Marcus Winther-John

 

Marcus Winther-John hugsar nógv um sjálvan íblásturin og hvussu ber til at fanga hann – til dømis í einari session: 

"Íblástur kemur nógva staðni frá. Tá eg fari inn til eina session, fylgi eg væl við, tá vit fara í gongd. Kanska onkur av hinum brúkar eina vending, eg ikki havi hoyrt fyrr, kanska tey hava upplivað okkurt og so framvegis. Tað kundi verið ein eygleiðing, sum kann brúkast beinleiðis í lagnum, sum til dømis ”Der går min klasselærer”. Tað er nakað av tí, eg havi roynt at dogmatisera í bókini. Á tann hátt ber til at seta gongd á sín íblástur. Íblásturin kann enn fyrikoma eitt sindur gandakendur fyri meg og eg kundi gott hugsað mær, at farið meira í djúpdina við kjarnuni í íblástri. Eg kundi hugsað mær at tosað við fólk í tónleikavinnuni, men eisini við fólk í øðrum kreativum vinnum, til dømis kokkar, arkitektar og onnur úr meira vinniligum starvsøkjum. Har er tos um íblástur meira opið og ikki so merkt av tabu."

Tríggir skjótir spurningar til Marcus Winther-John

 

Hvat eru tíni trý yndisløg?

”Hesum kundi eg hugsað mær at svara í trimum brotum”.

 

  • Sangir, ið eg havi skrivað: ”’Hvor er tiden, der tager os’, Inside The Whale. Tað var fyrstu ferð eg upplivdi, at eitt av mínum løgum veruliga gjørdi um seg. Lagið var skrivað aftaná eina langa konsertferð saman við Dizzy. Til ljóðroyndirnar spældi Tim oftani melodi-linjur, sum hann ikki ordiliga kom víðari við. Eg arbeiddi víðari við nøkrum av teimum og tær blivu til fyrstu linjurnar í ’Hvor er tiden, der tager os’”.
  • Eitt Beatles-lag: ”Fyri meg eru Lennon og McCartney tað størsta. Foreldur míni høvdu Abbey Road á vinyl. Tað er mín yndisútgáva. Og yndislagið á yndisútgávuni er ’Something’, sum George Harrison skrivaði”.
  • Eitt nýggjari lag ”Father John Misty við Chateau Lobby #4 (in C for Two Virgins) – tí orðini hóska perfekt til lagið og orðini eru so songbær. Lagið er gott, har eru mariachi-blásarar við, og ljóðgóðskan er framúr”.

 

Minnist tú tín fyrsta Koda-kekk?
”Ja, tað geri eg. Eg keypti eina súklu fyri hann. Bólkurin vit høvdu áðrenn Inside The Whale, æt It’s It. Vit vóru rættiliga ungir og vóru við í Yamaha Band Explosion. Vit komu í finaluna í kappingini og sjónvarpstíðindini gjørdu eitt innslag um okkum. Og á tann hátt fingu vit eitt lag, sum var spælt á landsdekkandi sjónvarpi. Tá var eg 19 ára gamal og fekk nóg mikið av peningi til at keypa eina súklu fyri. Eg var júst fluttur heimanifrá, so tað var gott at fáa eina súklu”.

Kanst tú nevna eina heilt serliga tónlistarliga uppliving?
“Tað má vera Rufus Wainwright í Stóra Vega. Hann hitaði upp fyri Keane miðskeiðis í 00’unum. Hann sat bara við einum elektriskum keyboardi og spældi, ið ljóðaði heilt guddómiligt. Um onkur royndi at greiða mær frá, hvat hansara tónleikur snýr seg um, hevði eg helst verið øgiliga skeptiskur, men hansara tónleikur rakar meg bara so dyggiliga. Hann er ein úrmælingur. Løg kunnu ofta verða spæld og sungin til deyða, men við honum gongur tað upp í eina hægri eind”.

Marcus Winther-John deilur út av síni vitan

Tú hevur høvi at uppliva Marcus Winther-John á tveimum limatiltøkum, ið bæði vera týsdagin tann 13. novembur í Reinsarínum: