Limatiltak tann 10. juni – Online limafundur um týðandi evnini á ársaðalfundinum hjá Koda í 2020

Koda bjóðar til online limafund tann 10. juni 2020 

Av tí at ársaðalfundurin hjá Koda er útsettur, bjóða vit í staðin til ein online limafund, sum fer at snúgva seg um tey mest týðandi evnini á ársaðalfundinum. Hoyr nærri um framgongdina í Koda og tak lut í kjakinum um kósina hjá Koda. 

Broyting uttanífrá

Á onlinefundinum fært tú innlit í tann politiska og vinnuliga veruleikan, sum Koda virkast innan. Fá dagført tína vitan um menningina seinastu árini í Koda og í umheimi okkara og tak lut í kjakinum, um hvat tað hevur at siga fyri okkara limir. 

Broyting innanífrá

Á fundinum verður eisini greitt frá hugleiðingunum handan avgerðirnar, ið nevndin hevur tikið, sum skulu tryggja eina væl rikna fyritøku í einum góðum felagsskapi – eisini í framtíðini. 

Formaðurin og stjórin í Koda fara at greiða frá um hugleiðingarnar aftanfyri virkisskránna hjá Koda, Kodas Kulturstrategi og um tær íløgurnar, ið eru gjørdar í rakstrinum seinastu árini. 

Luttak í limafundinum tann 10. juni kl. 15

Vit vóna, at nógvir limir tekna seg til limafundin, har tíð er sett av til bæði framløgu og kjak, so at vit saman kunnu fáa meira at vita um Koda, áðrenn vit aftur hittast á ársaðalfundinum.

Limafundurin verður hildin á Zoom og tú kanst TEKNA TEG HER. Tú fært eina leinkju senda, áðrenn fundurin byrjar.

Til ber eisini at lesa meira um Koda og evnini á limafundinum í ávikavist Gennemsigtighedsrapport 2019 og Årsberetning 2019