Koda sessions 2020 – nú ber til at tekna seg

 

Fríggjadagin tann 30. oktobur til sunnudagin 1. novembur bjóðar Koda aftur til eina co-writing session í Musikkskúlanum í Havn í samstarvi við FFT, FTF og FMX.

Tiltakið er ætlað sangarum, sangskrivarum og framleiðarum, sum ynskja at øki um teirra professionella netværk og í eitt vikuskiftu vilja hugsavna seg um handverkið saman við øðrum tónleikarum.

Tiltakið síðsta ár legði dent á tekst og tónleik. Hesuferð verður tað framleiðsla og leikluturin hjá framleiðaranum, ið vit leggja dent á (meira kunning kemur seinni).

Skrá:

Fríggjadagin tann 30. oktobur

17.00 - 18.40

Framløga: Framleiðsla og leikluturin hjá framleiðaranum

18.40 - 19.00

Steðgur og okkurt at leska sær við

19.00 - 21.00

Framløga: Framleiðsla og leikluturin hjá framleiðaranum

21.00 - 22.00

Social Hour

Leygardagin tann 31. oktobur

10.00 - 19.00

Sangskriving (GG: tekning er neyðug)

19.00 - 20.00

Framløga: Stuðulsmøguleikar í Koda Kultu

 20.00 - 21.00

Social Hour

Sunnudagin tann 1. novembur

10.00 - 19.00

Sangskriving (GG: tekning er neyðug)

19.00 - 20.00

Lurtisession/konsert

20.00 - 21.00

Social Hour

 

Gevið gætur: kvøld-tiltøkini eru opin fyri øllum áhugaðum, meðan tað er neyðugt at tekna seg til skeiðið í sangskriving, sum gongur fyri seg leygardag og sunnudagin í tíðarskeiðnum 10.00-19.00.

Tú kanst tekna teg við at senda 1-3 sjálvskrivaði løg til idl@koda.dk seinast týsdagin tann 20. oktobur við einari stuttari lýsing av:

  • Tínum leikluti í sangskrivingini (ljóðframleiðari, sangari, tekst ella ljóðføri)
  • Hvørji ljóðføri tú spælir (umframt hvat ljóðføri tú tekur við á skeiðið)
  • Tilskila hvønn dag tú vilt luttaka, um tað ikki ber til at luttaka báðar dagarnar.

Av tí at har eru avmarkaði pláss og vegna korona-avmarkingar, stendur ein nevnd við umboðum frá Koda, FMX, FFT og FTF fyri at samanseta bólkarnar.

Svar um pláss verður givið sum frá líður ella seinast fríggjadagin 23. oktobur.