Hevur tú pening til góðar hjá Koda?

Kanna um tíni verk eru ímillum verkini í okkara dátubasa, har okkum vantar upplýsingar áðrenn vit fáa útgoldið.

Hvis tú hevur pening til góðar hjá Koda, kann orsøkin vera, at okkum vantar upplýsingar áðrenn vit fáa goldið út. Tað kann t.d. vera, at

  • verkið ikki er skrásett hjá Koda.
  • at ein rættindahavari er deyður, og vit ikki hava nóg góðar upplýsingar um arvingar.
  • vit mangla upplýsingar um ein ella fleiri rættindahavararar á verkinum.
  • rapporteringin er ófullfíggjað, at vit ikki fáa sett tað í samband við eitt ávíst verk. 

Tá Koda ikki fær útgoldið, verður upphæddin reserverað í upp til 36 mánaðar aftaná fyrsta rætta útgjaldsdag. Um nøktandi upplýsingar fáast til vega, áðrenn teir 36 mánaðirnir eru farnir, verður upphæddin útgoldin. Eftir 36 mánaðir er málið fyrnað, og upphæddin verður koyrd uppíaftur í tí økinum, har upphæddin upprunaliga er vunnin.

Umvegis heimasíðuna hjá Koda hevur tú møguleika at leita í dátubasanum, ið vísur, hvørji verk okkum vantar upplýsingar um, áðrenn vit fáa goldið út.

Les meira og leita í dátubasanum her

Somuleiðis ber til at leita í einum lista yvir AV-produktiónir, har Koda manglar upplýsingar um tónleik, áðrenn vit fáa goldið út.

Far til listan yvir AV-produktiónir