Emil de Waal – hvør króna telur

 

Mikudagin 6. februar 2019 er freist at søkja stuðul frá Koda (kollektive båndmidler). Fá góð ráð til tína umsókn frá Emil de Waal, sum síðsta ár fekk stuðul til nýggjar verkætlanir. Les eisini um, hvat stuðulsnevndin leggur dent á í tínari umsókn.

Fyri trummusláaran og sangskrivaran, Emil de Waal, hevur drívmegin seinastu nógvu árini verið eitt forvitni og ein trongd til at granska nýggjar tónar og klangir, og at koma heilt út í krókarnar í tónleikinum. Fyrr fekst hann nógv við bæði popp- og jazztónleik í ymiskum høpi í tí danska tónleikalívinum. Nú hevur hann etablerað seg sum eitt rannsakandi og eksperimenterandi tónaskald, ið roynir at vera so opin og fevnandi sum yvirhøvur til ber. Tann leitanin eftir nýggjum tónlistarligum úttrykkum kemur eisini til sjóndar í teimum verkætlanum, Emil de Waal søkir stuðul til.

Síðsta ár søkti Emil de Waal starvsløn frá Koda (kollektive båndmidler) og fekk stuðul til eitt nýtt samstarv við Gustaf Ljunggren, sum spælir hópin av ljóðførum, og til kompositións- og innspælingsarbeiðið við Kalaha, umframt eitt duo-projekt við Spejderrobot (Mikael Elkjær):

”Tað ber til at søkja stuðul frá Koda, bæði sum starvsløn ella sum stuðul til t.d. eina útgávu. Og síðsta ár fekk eg starvsløn til nakrar verkætlanir, eg arbeiddi við,” greiður Emil de Waal frá og heldur fram:

”Eg royni at koma víða um fyri at fáa íblástur og verða tikin á bóli. Tað hevur verið tónlistarliga drívmegin hjá mær seinastu 10-15 árini. Áðrenn tað hevði eg verið popptrummusláari, og havi eisini framleitt dansktopp tónleik, og tað hevur mær eisini dámt stak væl. Men tá eg fáist við míni løg og hugskot, haldi eg, at tað er sera spennandi at hava eina so opna tilgongd til tað sum gjørligt.”

Emil de Waal miðar eftir tónlistarligum markaloysi. Og sjálvt um ein partur av hansara tónlistarliga virki liggur innan jazz-økið, fæst hann ofta við annan tónleik:

”Tað veldst helst um, hvussu hugtakið jazzur verður tulkað. Fyri summi er jazzur bara jazzur í sínari mest puritansku merking. Fyri onnur og eisini meg, snýr jazzur seg mest um at hava eina improviserandi tilgongd. Men tann instrumentala útgávan, ið eg søkti stuðul til, sum eg gjørdi saman við Gustafi Ljunggren er ikki so jazzut sum so og hon bleiv tilnevnd ein Danish Music Award. Hon bleiv nominerað til ein DMA Jazz, sjálvt um har ikki eru so nógv av teimum vanligu jazzelementunum, sum til dømis soloir. Tað liggur tætt at ambienttónleiki, men er eisini jazzut, tí tilgongdin er so opin. Útgávan er ikki so gjøgnumarbeidd sum nógvur ambienttónleikur er. So jazzur er nakað, eg tulki í orðsins breiðastu merking. Nøkur vildu kanska kallað tað jazz, bara tí tað er instrumentalt – har eru nógvar ymiskar áskoðanir.”

Fýra spurningar til Emil de Waal:

Er tað ringari at fáa stuðul til eksperimenterandi verkætlanir, enn tað er at fáa stuðul til eina popp-verkætlan?

Tá eg skifti frá poppinum til tað, eg fáist við nú, helt eg at tað var torført. Men eg havi ofta tosað við mínar javnaldrandi starvsfelagar um, at tað er ein stór styrki í at vera áhaldandi. Um man eftir tvey ár ilskast, tí tað ikki gongur eftir ætlan, so er enn langur vegur á mál. Men tað var rættiliga torført fyri meg. Tí eg hevði júst verið við í sjónvarpinum, har eg spældi trummur í Stjerne for en aften, og so kom eg knappuliga og segði meg vera ein eksperimenterandi tónleikara, ið hevði brúk fyri stuðli til nakrar verkætlanir, ið tónlistarliga vóru eitt sindur torførar at seta í bás. Tað var eitt sindur striltið í byrjanini, men nú havi eg víst, at eg meini tað, og haldi ikki at tað ger tað torførari. Nú, tá eg havi etablerað meg, er tað greitt, at hetta er álvara fyri meg.

Hvønn týdning hevur tað fyri teg, at hava møguleika at søkja stuðul frá t.d. Koda?

Tað hevur alt at siga fyri meg, at eg ikki eri noyddur at hava eitt ’rugbreyðsarbeiði’ og heldur kann leggja alla mína orku í tónleikin. Tað er jú ikki nóg mikið at seta seg niður ein dag og vænta, at hugskotini koma av sær sjálvum. Tað er neyðugt at gera pláss í høvdinum til, at hugskotini taka skap áðrenn tú fært arbeitt við teimum. Tað, at taka frí í ein mánað, tveir ella tríggjar mánaðir ella at hava frí fleiri vikur í einum ári, har tað ber til at arbeiða málrættað, uttan at tað er neyðugt at hugsa um at vinna til dagin og vegin. So tað er sera týdningarmikið. Har er stuðulin frá Koda (kollektive båndmidler), legatini hjá Kunstfonden og har eru ymiskir møguleikar hjá t.d. DPA, DJBFA, Dansk Komponistforening, men so er heldur ikki meira. Tað er eitt sindur lættari at søkja stuðul til eina útgávu, tí so eru fleiri støð at søkja frá, t.d. frá Gramex umvegis DAF og DMF. Men tá tað snýr seg um starvslønir, ið geva møguleika at seta tíð av í kalendaranum til at skapa nakað nýtt, so eru møguleikarnir ikki so nógvir. Innan rútmiska tónleikin eru onkrar smærri upphæddir, har tað ofta ber til at fáa millum 10.000 og 25.000. Tað er ikki nógvur peningur sum so, men tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava møguleika at søkja tann stuðulin eisini, tá man skrivar rútmiskan tónleik.

Hevur tú góð ráð til tey, sum fara at søkja stuðul?

Í teimum nevndunum eg sjálvur havi sitið í, hevur tað havt stóran týdning, at umsóknin er greið og at lurtitilfarið hongur saman við umsóknini. Legg dent á tað fyrsta, nevndin hoyrir. Set teg í lurtarans stað – hvat er tað, man hoyrir, og í hvørjari rekkjufylgju kemur tað og hvat umboðar tað. Er tað fjølbroytni ella tað smala? Umsóknin skal hanga saman bæði skrivliga og tónleikaliga. Tá tað snýr seg um fíggjarætlan, er tað eisini av týdningi, at fíggjarætlanin gevur meining. Søkir man starvsløn, er tað jú bara starvsløn. Søkir man framleiðslustuðul, eigur man at seta seg inn í, hvussu nógv verður latið, áðrenn søkt verður. Um tú veist at vanliga upphæddin er 10-15.000 kr., tak so hædd fyri tí í fíggjarætlanini. Tí tað hevur eisini týdning fyri stuðulslatarin, at stuðulin ger mun. Er fíggjarætlanin uppá eina millión kr., kann tað vera at 10.000 kr. gera ein mun, men tað er eisini av týdningi at gera sær greitt, hvat man hevur við at gera.

Hvat fer 2019 at bjóða tær tónlistarliga?

’Eg eri væl ávegis við tveimum av hinum verkætlanunum, ið eg søkti stuðul til, serliga við Kalaha. Vit eru í holt við at mixa nú, og skulu senda til press í byrjanini av februar. Vit hava fingið nakrar sera spennandi trummusláarar úr Korea og nakrar tyrkiskar og afrikanskar sangarar við, og eg havi júst fingið at vita, at vit skulu spæla í Korea. Tað gleði eg meg nógv til. Og so vænti eg at arbeiða víðari uppá tilfar til ta duo-verkætlanina eg havi saman við Spejderrobot. Eg havi skrivað tilfarið og tað fara vit at spæla inn í næstum. So í 2019 eru nógvar konsertir á skránni, og við Kalaha hava vit fingið okkum ein altjóða bookara, so vit skulu spæla á fleiri evropeiskum festivalum’.

Um Emil de Waal

Tónaskald, sangskrivari og trummusláari, Emil de Waal, er útbúgvin á rútmiska konservatoriinum og hevur eisini tikið útbúgving sum løgfrøðingur. Hann var við til at stovna bólkin Bagdad Dagblad, og hevur verið kapellmeistari og framleiðari í óteljandi samansetingum innan danskan jazz og popp.

Emil de Waal brúkar trummur, sample pad, guitar, slagtól, vokal og farteldu í sínum arbeiði við tónleikinum og hevur arbeitt saman við einari perlurekkju av donskum og altjóða tónleikarum og sangarum. Les meira um Emil de Waal.

Stuðulsnevdin 2019

Tað er stuðulsnevdin í Koda, sum tekur støðu til tína umsókn. Hvørt ár tilnevna tey fýra limafeløgini DKF, DJBFA, DPA og Musikforlæggerne, hvør sítt umboð í nevndina.

Freist

Seinasta freist at søkja er mikudagin tann 6. februar 2019 kl. 15.00 danska tíð.