Ársaðalfundurin hjá Koda í 2020 aftur útsettur

Viðtikið á áður hildnum ársaðalfundi í Koda.

Ársaðalfundurin hjá Koda í 2020 er útsettur og verður hildin, so skjótt til ber at savna eitt hóskandi luttakaratal.

Nevndin í Koda hevur gjørt av at útseta ársaðalfundin, ið skuldi haldast tann 10. juni 2020. Við teimum seinastu boðunum frá myndugleikunum, er ikki væntandi, at til ber at hava ársaðalfund sum ætlað tann 10. juni. Ársaðalfundurin er tí útsettur og verður hildin, so skjótt til ber at savna eitt hóskandi luttakaratal. 

Tað er týdningarmikið, at limir í Koda hava høvi at hittast og kjakast, sum vant á ársaðalfundinum. Men um tilmælini um fjøldir ikki verða linkaði skjótt, kann tað gerast neyðugt at hava ársaðalfundin við einum avmarkaðum tali av fysiskum luttakarum, meðan onnur mugu luttaka online og digitalt. Hjá Koda fylgja vit støðuni gjølla og kunna um nýggja dato til ársaðalfundin, so skjótt tað ber til hjá okkum at fastseta ein dag. 

Vit hava eitt webinar/online limafund við kjaki um teir týðandi partarnar av ársaðalfundinum tann 10. juni kl. 15. Síggj meira um limafundin her.

 

Les meira um ársaðalfundin hjá Koda