13. novembur verður skeið í co-writing við Marcus Winther-John í Føroyum

Marcus Winther-John
Nú hevur tú møguleika at koma á skeið í co-writing við Marcus Winther-John í Føroyum. Har er bert pláss fyri 6 luttakarum!

 

Nógvur av tí besta tónleikinum er skrivaður í samstarvi millum tónaskøld, og í dag er co-writing næstan meira meginreglan enn undantakið. Men hvussu gongur tað fyri seg, og hvussu kann tað gagna tínum tónleiki og tínari karrieru?

Tann 13. novembur hevur tú høvi at fáa innlit í, hvat tað ber við sær at skriva løg saman við øðrum sangskrivarum. Tú hevur møguleika at fáa køna vegleiðing og góð ráð frá manninum, ið hevur skrivað “Skriv hits og sælg dem”.  

Marcus Winther-John

Marcus Winther-John byrjaði í bólkinum Inside The Whale, men síðan bólkurin steðgaði hevur hann markerað seg sum ein av virknastu sangskrivarunum í Danmark. Fyrstu ferð hann fekst við co-writing var á frumútgávuni hjá Tim Christensen, Secrets On Parade. Síðan hevur hann samstarvað við fleiri fjølbroyttum artistum, teirra millum Sanne Salomonsen, Mads Langer, Christopher, Barbara Moleko, Sys Bjerre og Peter Belli. Harumframt hevur Marcus eisini skrivað løg til X-Factor, Melodi Grand Prix og fingið løg við í Lego Friends, The Vampire Diaries, Violetta, Blinkende Lygter vm.

Seinastu árini hava løg hjá Marcusi eisini verið at finna ovaliga á útlendskum hittlistum í m.a. USA, Týsklandi, Korea, Spania og Japan. Hann hevur eisini ligið ovaliga á sølulistanum (United World Chart) við einum lagi, hann skrivaði til J Soul Brothers. Síðsta ár kundi hann leggja ‘rithøvundur’ aftrat cv’inum, tá hann útgav bókina “Skriv hits og sælg dem”. Hann hevur júst útgivið aðru bókina “Kapelmesterens Dagbog” um síðstu konsertferðina hjá Peter Belli, sum júst er liðug.

NB! Tú ert ikki meldaður til tiltakið, fyrr enn tú hevur fingið eina váttan uppá luttøku. Vilt tú luttaka í hinum tiltakinum sum er frá 16:30 til 22:00, krevst tilmelding á teignum “Musik & eksport (Færøerne)”.

Tíð og stað

Tann 13. novembur kl. 14:00 til 16:30 í Reinsarínum, Tórsgøta 3, 100 Tórshavn.

TEKNA TEG TIL TILTAKIÐ