13. novembur – Tónleikur og útflutningur (Føroyar)

Við ársins limatiltaki í Føroyum seta vit tónleik og tónleikaútflutning í miðdepilin. Kom og fá yvirlit yvir útflutningsmarknaðir og útflutningsmøguleikar. Og fá íblástur til hvussu tú fært hugsað tónleikaútflutning inn í millum annað co-writing og konsertir. 

Livecase: Hamferð (FO)

Theodor Kapnas fer at greiða frá um Hamferð og tær royndir, teir hava fingið síðan teir byrjaðu í 2008 til í dag, har teir hava plátusáttmála við Metal Blade, sum er eitt av teimum stóru trimum plátufeløgunum innan tungmálm. Kom og hoyr um hvussu gongdin hevur verið frá at vera upphitingarbólkur til at vera høvuðsnavn, um hvussu man uppbyggir eina fjepparaskaru, hvussu teir røttu samstarvsfelagarnar kunnu fáa ein út at spæla á røttu spælistøðunum, og hvussu man við hørðum arbeiði og tolni kann skapa sær eitt navn í tungmálmsheiminum við trúgvum fjepparum runt um í heiminum. 

Fá tínar sangir út í heim: Marcus Winther-John (DK)

Marcus Winther-John fer at greiða frá um sínar royndir og fer at koma við stuttligum dømum frá sínari yrkisleið sum professionellur sangskrivari fyri danskar og altjóða artistar sum Tim Christensen, Sanne Salomonsen, Christopher, X-Factor, Melodi Grand Prix og til boybands í Japan. 

Við dagsins yvirskrift “tónleikur og útflutningur” hyggja vit nærri at, hvussu man fær ”útflutt” síni løg til artistar úti í heiminum við at skriva løg saman við øðrum. Vit fara eisini at tosa um networking og um hvussu tú gert tíni løg so dragandi sum gjørligt fyri onnur.

Framløgufólk:

Oyvindur av Skarði – UVMR
Ilang David Lumholt – Koda
Theodor Kapnas – Hamferð  
Marcus Winther-John – Skriv hits & sælg dem 

Skrá:

16.30-16.40 – Vælkomin

16.40-16.55 – Stutt kunning um tónleika útflutningsskrivstovuna í Føroyum v. Oyvindi av Skarði

16.55-17.35 – Útflutningsmarknaðir v. Ilang Lumholt

17.35-18.10 – Livecase - Hamferð

18.10-18.30 – Steðgur við tvíflís og onkrum drekkandi

18.30-20.00 – Fá tínar sangir út í heim: co-writing og sangskriving við denti á kommersiellum tónleiki og við brotum frá dagsins co-writing session

20.00-22.00 – Spurningar og okkurt leskandi. 

Tíð og stað

Týsdagin tann 13. novembur, Reinsaríið, Tórsgøta 3, 100 Tórshavn.

TEKNA TEG TIL TILTAKIÐ HER