Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Tidligere udbetalinger
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Føroyar

Um Koda

Koda er ein nonprofit limafelagsskapur við umleið 47.000 limum. Okkara uppgáva er at syrgja fyri, at tey ið skapa tónleik, fáa viðurlag, tá teirra tónleikur verður spældur alment.

Hetta arbeiðið røkja vit við at gera avtalur um brúk av tónleikinum hjá okkara limum, tá verk teirra verða spæld alment (t.d. í útvarpi, á konsertum, matstovum vm.). Okkara viðskiftafólk rinda fyri nýtsluna av tónleiki í samsvari við avtalurnar. Vit senda síðani pengarnar víðari til orða- og tónasmiðir og tónleikaforløg.

Allur peningurin – undantikið ein minni partur, ið fer til umsiting – verður sendur víðari til tey, ið hava skapað tónleikin. Býtið verður roknað út frá spælitíðum og út frá teimum einstøku avtalunum um nýtslu av tónleiki millum Koda og brúkaran.

Tú fært pengar, tá tín tónleikur verður spældur alment, t.d. á konsert ella í útvarpi. Soleiðis tryggja vit, at peningurin kemur aftur til føroyskar rættindahavarar. 

Vit umsita eisini tey sonevndu mekanisku rættindini, tvs. rættindini til at spæla tónleik inn á fløgu, film og aðrar ljóðberandi miðlar. Hetta verður gjørt umvegis NCB (Nordisk Copyright Bureau).

Fyrimunir við limaskapi

Fyrimunir við limaskapi

  • Vit arbeiða fyri, at tú fært gjald fyri tað, tá tíni tónleikaverk verða nýtt alment
  • Vit gera avtalur við nógvar tónleikabrúkarar – spælistøð, festivalar, streamingtænastur, útvarps- og sjónvarpsstøðir – tína vegna.
  • Vit samstarva við rættindafelagsskapir í øllum heiminum, og tryggja tær á tann hátt gjald, tá tín tónleikur verður brúktur uttanlanda.
  • Fleiri øki verða avroknað hvønn ársfjórðing.
  • Vit veita ráðgeving um tíni rættindi í sambandi við framførslu.
  • Limaskapur í NCB (Nordic Copyrigth Bureau) er við í limaskapinum í Koda.
  • Tú fært atgongd til okkara online skipan, har tú kanst skráseta nýggj verk, rapportera frá konsertum og finna kunning um tíni útgjøld frá Koda.
Gerst limur

Gerst limur

Gerst limur og fá avrokning tá tín tónleikur verður spældur

At gerast limur í Koda kostar kr. 650 hjá orða-/tónasmiði og kr. 3.500 hjá tónleikaforlagi. Hetta er eitt eingangsgjald, sum verður rindað við innliman. Limaskapur er persónligur, so ein bólkur kann ikki gerast limur.

  • Øll kunnu gerast limur í Koda uttan mun til tjóðskap og bústað.
  • Tá man gerst limur í Koda, verður man samstundis limur í NCB (Nordisk Copyright Bureau). NCB umsitur rættindini til innspæling og kopering av tínum tónleiki.

GERST LIMUR

GG: Um tú ikki hevur eitt danskt cpr-nr., mást tú skriva fýra nullir aftaná tín føðingardag (-0000).

Føroyski mentanarpeningurin hjá Koda
Um Koda-Føroyar Grunnin

Sambært viðtøkunum hjá Koda skulu 10 % av nettoinntøkuni av teimum innkravdu viðurløgunum fyri tónleikanýtslu nýtast til mentanarlig endamál; í Danmark nevnt de kulturelle midler. Ein partur av hesari upphædd endar í Føroyum. 

  • Høvuðsendamálið við Koda-Føroyar Grunninum er at stuðla nýggjum føroyskum tónleiki við tilhoyrandi teksti, sum hevur tilknýti til tað føroyska skapandi tónleikalívið og sum er skrivað av limum í Koda.
  • Les reglugerð og starvsskipan fyri býtinum í Koda-Føroyar Grunninum 
Hvør viðger mína umsókn?

Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, ið stendur fyri býtinum í Koda-Føroyar Grunninum. Í nevndini í Felagnum Føroysk Tónaskøld eru (oktobur 2018) Kristian Blak, Heðin Ziska Davidsen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Theodor Kapnas. 

Fá meira kunning á www.composers.fo

Hvør kann søkja?

Koda-limir kunnu søkja stuðul frá Koda-Føroyar Grunninum. Harumframt kunnu eisini festivalar, bólkar og solistar søkja. 

Hvat verður stuðul latin til?
  • Innspælingar og útgávur (til dømis á fløgu, plátu og talgilt)
  • Konsertir
  • Framførsla av tónlistaverki
  • Bílegging av verkum
Hvat hevur týdning, tá mín umsókn verður viðgjørd?
  • Ein av treytunum er, at meginparturin av tilfarinum er egið ella er skrivað av tónaskøldum og orðasmiðum, ið hava tilknýti til tað føroyska skapandi tónleikalívið. Tá talan er um fløguútgávu, skal tilfarið vera minst 20 minuttir til longdar.
  • Konsertir verða bert stuðlaðar í tann mun, at ein týðandi partur av framførda tónleikinum er føroyskur.
  • Sum tónaskald ber ikki til at bíleggja eitt verk fra sær sjálvum. 
Hvussu nógv verður latið í stuðli?

Vitja www.composers.fo fyri at fáa nærri at vita um, hvat tú kanst tú fáa í stuðli til ávikavist innspælingar og útgávuar, framførslu av tónlistaverki (kompositión), konsertir, bílegging av nýskrivaðum verki og til størri tiltøk. 

Tíðarfreistir fyri umsókn og nær útgoldið verður
  • Til ber at senda umsókn alt árið.
  • Stuðulin verður latin sum undirskotsgaranti. Tað merkir, at verkætlanin ikki má hava hægri inntøkur enn útreiðslur. Stuðulin kann útgjaldast, tá verkætlanin er endað og tað kann skjalprógvast, t.d. við einari fløgu og roknskapi.
  • Verður verkætlanin stuðlað skal Koda krediterast við búmerki og teksti. Tú fært fatur á búmerkinum her.
  • Tekstdømi: "Udgivet med støtte fra Kodas færøske kulturelle midler" / Útgivið við stuðli frá Koda-Føroyar Grunninum.
 Soleiðis søkir tú
  • Send tína umsókn til [email protected]
  • Kunna um verkætlanina, tónaskøld og orðasmiðir, longd á tónleikinum og viðheft eina fíggjarætlan fyri verkætlanina.

 

Koda Kultur

Tá ið tú ert limur í Koda, ber til at søkja stuðul frá Koda Kultur. Koda Kultur fíggjar fleiri enn 25 stuðulspuljum, sum nú kunnu søkjast frá sama portali. 

25 puljur savnaðar

Áður skuldu stuðulsumsóknir sendast til tey ymisku feløgini, DJBFA, DPA, DKP og Musikforlæggerne. Soleiðis er tað ikki longur. Nú eru fleiri enn 25 puljur savnaðar í einum portali undir Koda Kultur. Tað merkir, at tær bert nýtist at hyggja á einum staði, fyri at finna tær puljur og starvslønir, ið eru viðkomandi fyri teg. 

Viðgerðin av stuðulsumsóknunum er býtt millum ávikavist DJBFA, DPA, Musikforlæggerne og Koda. Tað merkir, at har eru ymiskar nevndir við høgari fakligari vitan innan tónleik, ið taka støðu til hvørja einkulta umsókn. Hvør puljan hevur sína egnu síðu, har til ber at síggja, hvør situr í júst tí stuðulsnevndini. 

Ert tú ikki limur í Koda

Tað ber til at søkja stuðul frá summum av puljunum, hóast man ikki er limur í Koda. Lættast er at finna júst hesar puljur, um man tilskilar ikki at vera limur í Koda í leitivegleiðingini. 

Soleiðis gert tú

FAR TIL STUÐULSPORTALIN  

  • Har eru fleiri enn 25 puljur at søkja stuðul frá. Ert tú í iva um, hvørjar av teimum hóska til tín, er hjálp at fáa í leitivegleiðingini á forsíðuni
  • Tørvar tær eitt yvirlit yvir allar puljurnar, ber til at síggja ein lista við øllum teimum tøku møguleikunum
  • Frá listanum ber til at klikkja seg inn á tær einstøku puljurnar og lesa meira um metingarstøði og freistir. 
Koda Kultur

Koda leggur árliga upp til 10% av inntøkunum til síðis til mentanarlig endamál, tey sonevndu kulturelle midler. Hendan partin av arbeiðinum hjá Koda kalla vit Koda Kultur.  Peningurin frá kulturelle midler fer m.a. til at stimbra og stuðla skapanini av nýggjum tónleiki. Nevnast kunnu starvslønir ella stuðul til tónaskøld og sangskrivara, framleiðslustuðul, sangskrivaraskeið, undirvísing, netverk og menning av altjóða samstarvi. Umvegis hendan stuðulin verður ein partur av inntøkunum hjá Koda brúktur sum íløga í menningini av tónleikalívinum. 

Rapportering

Rapportering

Um tín tónleikur verður spældur á almennum konsertum, eigur tú at fáa eina avrokning fyri tað frá Koda. Minst tí til at rapportera tínar konsertir umvegis "Mit Koda".

Rapportera eisini, tá tú spælir tónleik hjá øðrum, so fleiri fáa gleði og ágóða av teirra upphavsrætti 

Viðskiftafólk og avtalur

Tær avtalur, ið Koda ger við viðskiftafólk og fyriskiparar í Føroyum, tryggja limum okkara viðurlag, tá teirra tónleikur verður spældur alment. 

Til dømis hava Koda og Mentamálaráðið tann 1. septembur 2013 gjørt eina avtalu um nýtslu av tónleiki á øllum miðnámsskúlum í Føroyum. 

Føroyskur upphavsrættur

Her finnur tú føroysku upphavsrættarlógina frá 6. mei 2013: Løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013 um upphavsrætt

Føroyska ársfrágreiðingin

Í mars 2016 viðtók Fólkatingið lóg um kollektiva umsiting av upphavsrætti. Teir mest týðandi lutirnir í bæði direktivinum og lógini eru, at Koda og onnur umsitingarfeløg mugu lúka ávís krøv um ‘gjøgnumskygni’ og ‘góðan leiðsluhátt’. Her merkir gjøgnumskygni, at tað skal vera gjørligt hjá rættindahavarum (tónaskøld, orðasmiðir og tónleikaforløg) at síggja - t.d. í ársfrágreiðingini ella ‘Mit Koda’ - hvussu nógvir pengar eru komnir inn og hvussu nógvir eru útgoldnir. Góður leiðsluháttur tilskilar her, limirnir skulu hava størri ávirkan og at Koda umsitir peningin hjá rættindahavarunum á fullgóðan hátt, og t.d. ikki brúkar meira enn neyðugt uppá fyrisiting. Tí hava vit valt at gera eina ársfrágreiðing fyri Føroyar, fyri at tit fáa størri innlit í, hvussu tær upphæddirnar, sum Koda umsitir, verða brúktar. Ársfrágreiðingin fyri 2015 er sostatt fyrsta føroyska ársfrágreiðingin hjá Koda.