Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Tónleikarar tóku væl ímóti Frigg Festivalinum

Nýggja norðurlendska mentanartiltakið í Keypmannahavn er bæði ein góður sýnisgluggi og heilt rætta staðið at víðka um sín professionella netverk, halda Eivør, Guðrið Hansdóttir frá Byrta og Christian Elsner frá Nanook

Vanliga verður ikki tosað bæði føroyskt, íslendskt, grønlendskt og danskt í backstage-økinum á donskum festivalum. Men tað vóru júst hesi mál, ið hoyrdust handan pallin, fyrstu ferð Frigg Festivalurin varð hildin í Kongens Have í Keypmannahavn 9. og 10. mei.

Festivalurin er grundaður á eitt ynski um at sýna fram tónleik, mat, drykkir og sniðgeving frá teimum fýra norðurlondunum. Føroyska tónleikalívið var væl umboðað við 13 av í alt 21 nøvnum á plakatini.

 

Frálíkt átak

Eivør framførdi á stóra pallinum fríggjakvøldið, og hon var sera væl nøgd við at verða boðin at framføra í grønu oasuni mitt í danska høvuðsstaðnum.

'Eg haldi, hetta er eitt frálíkt átak og at tað er eitt framúr gott hugskot at savna teir norðurlendsku bólkarnar í Keypmannahavn, tí vit hava so nógv til felags, men hittast sjáldan fleiri í senn á sama staði. Og eg vóni, at danir taka væl ímóti festivalinum og varnast, at ein rúgva av áhugaverdum tónleiki verður skaptur í teimum smærri norðurlondunum, so festivalurin ikki bert verður eitt tiltak fyri føroyingar, grønlendingar og íslendarar', segði Eivør.

 

Víðka um netverkið

Eivør var ikki einsamøll um at gleðast yvir nýggja festivalin. Eisini Guðrið Hansdóttir frá Byrta var sera væl nøgd við tiltakið.

'Tað er feitt, at vit fáa høvi at hitta aðrar bólkar úr Grønlandi, Íslandi og Danmark, tí tað gevur eitt betri netverk, og tað hevur so stóran týdning í tónleikavinnuni. Og eg haldi tað er gott, at festivalurin hevur fingið fatur á so nógvum góðum nøvnum, sum til dømis Medina. Tað er ordiliga flott'.

 

Góður sýnisgluggi

Sum lið í fyrireikingunum til konsertina á Frigg Festivalinum, hevði grønlendski bólkurin Nanook verið á venjingarlegu í Keypmannahavn í nakrar dagar. Guitarleikarin Christian Elsner tók tað sum eitt stórt herðaklapp, at verða boðin at spæla á einum so stórum tiltaki.

'Fyri okkum hevur tað nógv at siga, at spæla á Frigg Festivalinum, tí tað er torført at sleppa at spæla á festivalum, tá man framførir á sínum upprunamáli. Tað er ein ómetaliga góður sýnisgluggi fyri okkum, at sleppa at spæla á einum staði í Danmark, har øll hava atgongd. Vit eru vanir við at spæla fyri fólki, ið kenna okkara tilfar sera væl, so vit eru eisini glaðir fyri at sleppa at spæla fyri einari fremmandari fjøld. So vit vóna, at vit fáa onkrar nýggjar fjepparar', segði Christian Elsner.

 

Norðurlendsk mentanarmiðstøð í Keypmannahavn

Hóast veðrið ikki var av tí besta, vóru nógvir føroyingar, íslendarar, grønlendingar og danir komnir gjøgnum sirmið fyri at vera við frá byrjan á festivalinum, ið Annika Biskopstø, Steintór Rasmussen, Hans Petur í Brekkunum og Barbara Holm høvdu skipað fyri.

'Hesi fýra londini hava so nógv til felags og eru kortini so ymisk. So tað var ein dreymur fyri okkum, at sleppa at sýna fram tað bestu úr londunum og at geva áskoðarunum eina góða uppliving', greiddi Barbara Holm frá. Meðan hon greiddi frá, fingu vit okkum av einum borðiski við smárættum úr teimum fýra londunum, ið vit høvdu keypt á festivaløkinum.

Har, sum eg búgvi, búgva einir 700 føroyingar og 300 íslendarar, og sum heild hendir heilt nógv fyri føroyingar og íslendarar, men einki av tí er so stórt, sum hesin festivalurin er. Vit vóna at festivalurin kann gerast ein norðurlendsk mentanarmiðstøð í Keypmannahavn, og eina ferð um árið kann vera høvið, har vit hittast í Keypmannahavn og fáa eina feita uppliving', segði íverksetarin, sum býr á Amagerbro.

 

Tónleikur á altjóða støði

Sambært Barbaru Holm snýr Frigg Festivalurin ikki bara um at vísa dønum góðan tónleik frá smærri Norðurlondunum, sum annars hevði verið nærum ósjónligur í donsku miðlunum – um man ikki tekur tey heilt stóru nøvnini sum og Bjørk og Teitur við.

'Eg haldi at føroyskur, íslendskur og grønlendskur tónleikur er á altjóða støði. Tað er javnan, at tónleikarar fáa gjøgnumbrot í Eysturríki, Týsklandi og USA, so um man sum dani ikki kennir nakað til hetta, so er tað spell. Høvuðsendamálið við festivalinum er tó ikki at vísa dønum, at har er ovboðið av góðum tónleiki í hinum londunum. Men eg vóni sjálvandi, at tey, ið ikki kenna til hendan tónleikin, fáa nakað gott burturúr', segði festivalfyrireikarin.

 

Festivalurin verður aftur næsta ár

Guðrið Hansdóttir vónaði, at Frigg Festivalurin ikki bara var ein eingangsfestivalur, og at festivalurin kanska fór at ferðast millum londini. Til hetta segði Barbara Holm:

'Longu nú kunnu vit siga, at festivalurin er so væl móttikin, at hann verður aftur næsta ár. Sum nú er, verður festivalurin aftur í Keypmannahavn næsta ár, men vit hava spælt við tankan um at flyta millum Reykjavík, Nuuk og Tórshavn. Tað kundi heilt sikkurt verið spennandi. Men hin vegin eru eisini fleiri festivalar í Reykjavík og Tórshavn, og vit hava ikki nakran áhuga í at kappast við teir'.

Les meira um Frigg Festivalin her