Tá norrøna gudalæran rennur saman við tungmálmi – við Týr á Míttland

Heri Joensen spælur hvørt ár millum 75 og 100 konsertir kring allan heimin. Sjálvt um tað er kostnaðarmikið og trupult, hevur 41-ára gamli tónleikarin framvegis basa í Føroyum, so hann kann vera nærri familjuni – og njóta friðin millum tær mongu konsertirnar.

Tað er seinnapartur fríggjadagin 5. septembur og ljóðroyndin hjá Týr í stóra tjaldinum á Femøren er júst liðug. Heri Joensen hevur guitarkassan undir arminum og er á veg til gistingarhúsið, ið liggur nakrar hundrað metrar frá hugnaliga festivalplássinum á Amager Strandpark. Har fer hann at taka sær av løttum og fyrireika seg til konsertina á MíttLand, har fleiri enn túsund landsmenn koma fyri at hoyra Týr og aðrar meira og minni vælkendar føroyskar bólkar og einstaklingar. Áðrenn konsertina gevur 41-ára gamli sangarin og guitarleikarin sær stundir til eitt prát við Koda um festivalin og um yrkisleiðina sum tónleikari, ið byrjaði í 1998 og sum við teimum mongu konsertunum kring allan heimin enn er í fullari gongd. Heri Joensen er fyri stuttari tíð síðan vorðin ambassadørur hjá Koda í Føroyum, og fer tann vegin at hjálpa okkum at bera boðskapin um at tónaskøld og orðasmiðir hava rætt til viðurlag, tá teirra tónleikur verður nýttur alment. Hesum arbeiði stuðla hinir føroysku ambassadørarnir eisini.

 

Tit spæla nógv uttanlanda. Hevur tað nakran týdning, at tit koma úr Føroyum?

Enn havi eg ikki tosað við nakran, sum ikki visti hvar Føroyar eru og tey allarflestu hava funnið út av tí orsakað av okkara tónleiki. So eg haldi, at tey fyrst hava lurtað eftir tónleikinum, og síðan kannað hvaðani vit koma frá.

 

Heldur tú at tað er ein fyrimunur fyri tykkum, at tit ikki bert eru enn ein tungmálsbólkur úr t.d. Týsklandi?

Ja, tað haldi eg heilt avgjørt. Fyri tað fyrsta tí vit kunnu brúka okkara siðir til at ljóða eitt sindur øðrvísi, men eisini av tí, at næstan eingin uttan fyri Norðanlondini hevur hoyrt um Føroyar.

 

Hvussu brúka tit tað so, tá tit eru úti?

- Vit koyra eitt sindur uppá at tað er føroyskt. Norðurlendskt er in fyri tíðina, so vit brúka tað rákið og tað er heilt sikkurt ein fyrimunur fyri okkum.

 

Hvat siga tykkara starvsfelagar úr øðrum londum um tykkara tónleik?

- Har eru nakrir bólkar úr serliga Finnlandi, Svøríki og Norra, sum spæla okkurt, sum minnur um okkara tónleik, so vit eru ikki so einsamallir, sum man kundi trúð. Tónleikastílurin er ikki so viðurkendur, men vit hitta fleiri samhugaðum bólkum úr hinum Norðanlondunum, tá vit eru á konsertferð.

 

Tú búði í Danmark frá 1997 til 2003. Hví valdi tú at flyta aftur til Føroyar?

Eg hevði alla tíðina í huga at flyta heim aftur. Eg var í Danmark í útbúgvingarørindum, so tá eg varð liðugur at lesa tónleik á Det alternative rytmiske konservatorium í Keypmannahavn, flutti aftur til Føroyar.

 

Men tað má geva nakrar logistiskar avbjóðingar?

Eg havi eisini búð í Hamborg eitt tíðarskeið, og bæði tá ið hugsað verður um tað fíggjarliga og um ferðatíðina, var tað munandi lættari tá man, sum vit, spælur 75-100 konsertir um árið kring allan heimin. Har eru fyrimunir og vansar við tí, men eg haldi, at tað sum heild er frægast at búgva í Føroyum.

Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at tað er har, mín familja er. Har er eisini so mikið friðarligari, at tað ber til at slappa meira av, enn í Keypmannahavn ella Hamborg. Mótsetningurin millum at standa framman fyri túsund fólkum í New York, og síðan at sita og njóta friðin á einari nærum oydnari oyggj í Føroyum dagin eftir, er góður.

Skuldi eg bara verið í Føroyum, hevði eg nokk hildið tað verið keðiligt í longdini. Men tá man ferðast so nógv og hittir so nógv fólk, sum eg geri, er tað gott at koma aftur til Føroyar og fáa javnvág í aftur. Eg eri ógvuliga innhugsin og trívist ikki so væl við at hitta nógvum nýggjum fólki alla tíðina og samstundis vera miðdepil í longri tíð í senn. Tí er tað gott fyri meg, at koma aftur til kend andlit.

 

Tú hevur tvey børn uppá fýra og níggju ár. Hava tey nakrantíð verið við á konsertferð?

Sonurin hevur sæð onkrar av konsertunum í Føroyum, men dótturin hevur ikki verið við til konsert, av tí at hon skal liggja í sínari song, tá vit byrja at spæla. Men eg vil fegin hava tey við, tá tey gerast eitt sindur størri – um ráð verður til tað. Tí fíggjarætlanin er trong, tá vit ferðast.

 

Kunnu tit liva væl av Týr?

- Ikki væl, men vit klára okkum. Og eg hevði klárað meg munandi betri, um eg búði í Danmark ella Týsklandi, sum eg einaferð gjørdi. Tá man kemur úr Týsklandi til Danmarkar, er tað greitt at alt er nógv dýrari. Og tá man fer úr Danmark til Føroyar, gerst alt uppaftur dýrari, so tað kann vera trupult at fáa endarnar at røkka saman. Men við einum góðum vilja gongur tað.

 

Hvørjar ambitiónir hava tit við Týr?

Vit royna alla tíðina at fáa størri umsetning, so vit kunnu liva betri av tí. Eitt annað mál – í øllum førum fyri meg persónliga – er at koma á konsertferð í øllum pørtum av heiminum. Vit hava enn ikki verið í Asia. Vit hava spælt í Sibiria, men tað telur ikki heilt sum Asia. Og eg vil gjarna spæla í Australia, Japan og Kina. Men eg vil eisini fegin til Suðurafrika og vóni tað fer at bera til. So í løtuni ræður tað um at koma eitt sindur víða um – eisini so man kann koma aftur tey støðini, man hevur verið. Tí fíggjarliga loysir tað seg næstan aldrin fyrstu ferð, men sær betri út longu tá tú kemur aftur aðru ella triðju ferð.

Les meira um Týr á www.tyr.fo

Les meira um føroysku ambassadørarnar hjá Koda