Stuðul frá Koda kann geva andarúm, tá tú skrivar nýggjan tónleik

 

Frá mikudegnum 11. januar bar aftur til at søkja stuðul frá kollektivu midlunum hjá Koda. Fá góð ráð til tína umsókn frá Ole Bjørn Sørensen úr Dúné og Villads Tyrrestrup Øster frá Liss, ið báðir fingu stuðul til nýggjar verkætlanir í 2015.

Ole Bjørn Sørensen spælir ljóðborð, forritar, syngur framleiðir og skrivar tekstir, men er helst best kendur sum limur í rokkbólkinum, Dúné. Fyri hann hevði møguleikin at søkja stuðul frá teimum kollektivu midlunum hjá Koda stóran týdning. Bólkurin søkti stuðul til arbeiðið við fjórðu útgávuni, Delta.

"Í roynd og veru merkti tað, at vit í Dúné kundu brúka eitt sindur longri tíð enn upprunaliga ætlað uppá Delta. Upptøkurnar blivu fleiri ferðir seinkaðar, tí vit arbeiddu okkum alsamt longri inn á ta kjarnina, vit vildu hava framm. Tað er dýrt at leiga studio, og har kom stuðulin ótrúliga væl við", fortelur Ole Bjørn Sørensen

Stuðulin gevur møguleikar

Ole Bjørn Sørensen heldur tað vera skilagott at søkja stuðul frá Koda.

"Tað er sera dýrt at gera tónleik, og um man setir sær fyri at gera tónleik fyri at tjena uppá tað, hvørvur tað inniliga og erliga í tonleikinum oftani. So at fáa ein posa av pengum frá Koda, er sum at fáa eitt andarúm, sum gevur tær umstøður til at fokusera á tað, ið veruliga hevur týdning", sigur Ole Bjørn Sørensen.

Nýtt staklag ávegis

"Tað hevur verið eitt stórt arbeiði, at fáa hesa útgávuna lidna", sigur Ole Bjørn Sørensen og endar: "Í januar geva vit eitt staklag við heitinum, Fall Back, út. Lagið er frá komandi útgávuni, og dugnaliga Oh Land legði leiðina framvið fyri at gera eina enn feitari versión av lagnum saman við okkum". 

Her fært trý tey bestu ráðini frá Ole Bjørn Sørensen til tína stuðulsumsókn.

  1. Hugsa teg um - ver realistiskur, tá tú leggur fíggjarætlan.
  2. Ver ítøkiligur - júst hvat er tað, ið peningurin skal nýtast til?
  3. Og ger tær nakrar hugleiðingar um, hvat hendir tá tónleikurin er liðugur. Hvussu fær heimurin fatur á tínum tónleiki?
Stuðulin kom væl við

Fyri unga elektropopp-bólkin úr Århus, Liss, hevur stuðulin frá Koda eisini havt stóran týdning:

 "Vit søktu um stuðul fra kollektivu midlunum hjá Koda til okkara fyrstu plátu, Try, eftir at vit bert høvdu skrivað tvey løg. Og vit fingu eisini stuðulin áðrenn vit høvdu fingið plátusáttmála, so stuðulin kom ótrúliga væl við. Stuðulin gjørdi tað m.a. gjørligt hjá okkum at taka upp bæði í London og Barcelona", fortelur Villads Tyrrestrup Øster - sangari og bassleikari í Liss.

"Vit eru sera heppin at hava Koda í Danmark", sigur Villads Tyrrestrup Øster, og heldur á framm: "Øll kunnu søkja, so tað er næstan ørt ikki at gera tað. Tað er jú so øgiliga dýrt at vera í studio".

Nýtt tilfar ávegis

Liss, sum bert hevur verið til í nøkur ár, hava longu upplivað meira enn flestu bólkarnir. M.a. fingu teir heiðurslønina Årets Steppeulv í 2016 sum Årets Håb. Liss arbeiða í løtuni uppá næstu útgávuna. Og Villads Tyrrestrup Øster leggur aftrat: "Vit leggja nógva orku í at vera so produktivir sum gjørligt, og arbeiða út frá tí grundregluni, at vit skulu kanna eitt nýtt ljóð hvønn dag".

Her koma trý tey bestu ráðini hjá Villads Tyrrestrup Øster til tína stuðulsumsókn:

  1. Ver framsøkin. Greið frá hvussu og hví tín verkætlan skilur seg burturúr.
  2. Ver realistiskur. Nógv ER bara dýrt, og tí er tað skilagott at raðfesta pengarnar til tey týdningarmestu tingini, t.d. góða studiotíð.
  3. Ver djarvur. Tað er týdningarmikið at royna nýggjar leiðir og har stendst eingin skaði av at søkja. 
Hetta verður eisini mett um í umsóknini
  • At verkætlanin er álvarsom, og at leikluturin hjá umsøkjaranum er eyðsæddur.
  • At verkætlanarfrágreiðingin er greið og hevur tilknýti til virksemið hjá umsøkjaranum sum limi í Koda.
  • At tað, við støði í umsóknini, má metast vera rættiliga sannlíkt, at verkætlanin verður sett í verk.
  • Tað er ein treyt, at størsti parturin av tilfarinum er skrivaður av umsøkjarunum.
  • Stuðul verður ikki latin til útreiðslur, ið eru goldnar ella til keyp av útgerð.
  • Ljóðfílur kunnu lýsa verkætlanina ella geva eina ábending um tónlistarliga virksemið hjá umsøkjaranum.
  • Vit mæla til, at tú raðfestir ljóðbrotini, sum nevndin skal lurta eftir.

Freistin at søkja kollektivu midlini hjá Koda er mikudagin 1. februar 2017 kl. 16:00, og opið er fyri online umsóknum frá 11. januar.

Les meira um kollektivu midlini hjá Koda.

Legatnevndin hjá Koda í 2017