Spurningurin hendan mánaðin

Hvat hendir, um eg havi gloymt at skrásett eitt verk?

Tú fært útgjald á fleiri økjum fyri framførslur í hvørjum ári. Tí er tað týdningarmikið at skráseta verkini, meðan tey eru ‘fesk’, um útgjaldið skal koma til tíðina.

Skuldi tað hent, at tú ikki hevur skrásett eitt verk, áðrenn tað verður framført, missur tú ikki rættin til upphæddina. Upphæddin verður goymd á verkinum. Tá tú so seinni skrásetir verkið, kemur upphæddin til útgjaldingar við næsta útgjaldinum.

Men meginreglan er, at eitt verk skal vera skrásett seinast 15 mánaðir eftir útgjaldsdagin.