Nýggj heimasíða

Heimasíðan hjá Koda fekk her fyri nýtt snið. Síðan er gjørd við tablets og smartphones í huga, og nýggja sniðið skal gera tað lættari hjá okkara nógvu vitjandi, at finna leið í online universinum hjá Koda.

Koda hevur her fyri fingið nýggja heimasíðu í einum meira einføldum og brúkaravinarligum sniði, sum er gjørt til tablets og smartphones.

Bæði limir og kundar hava roynt nýggju síðuna, men vit royna støðugt at betra talgildu tænastu okkara. So um tú hevur viðmerkingar til okkara nýggju síðu, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á info@koda.dk.

Vit vóna, at tit gerast eins glað fyri okkara nýggju heimasíðu, ið vit eru.

Mit Koda fær eisini nýtt snið

Nýggja sniðið er í fyrstu syftu sett í verk á koda.dk, sum er tann meira almenni parturin av online universinum hjá Koda, umframt at hýsa kundasjálvgreiðsluni. Mit Koda, sum er onlineloysnin til limirnar, verður eisini dagførd í næstum og tá verður nýggja sniðið eisini ført inn har.

Tað er Friction, ið hava sniðgivið koda.dk, og tað er Johan Rosenmunthe, ið hevur tikið nýggu forsíðumyndina.