Nýggj avtala við Klaksvíkar Kommunu

Koda hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar Kommunu, sum tryggjar at tað framyvir verður goldið fyri tann tónleik, ið verður spældur á t.d. stovnum, skúlum og ítróttarhøllum hjá kommununi. Tað er til stóra gleði og gagn hjá teimum tónaskøldum og orðasmiðum, ið hava skrivað tónleikin.

Avtalan hevur við sær, at rættindahavararnir í framtíðini fáa viðurlag, tá teirra tónleikur verður brúktur á skúlum, ellisheimum og á tiltøkum, sum Klaksvíkar Kommuna skipar fyri. Ein sjálvsøgd fortreyt fyri at upphavsmenninir fáa nakað útgoldið, er at tónleikararnir minnast til at rapportera konsertir og tiltøk til Koda.

Stjóri í Marknaðardeildini, Camilla Kjær, sigur:

“Vit eru sera fegin um avtaluna við Klaksvíkar Kommunu. Við tað at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eina stóra samlaða avtalu við Koda, hevur kommunan tikið ábyrgdina fyri at goldið verður fyri tónleikin á seg. Hetta er til stóran gagn fyri tónleikabrúkararnar, sum nú frítt kunnu brúka tann tónleik teimum lystir til teirra tiltøk. Og tað er eisini til gagn fyri tey tónaskøld og orðasmiðir, sum hava skrivað tónleikin, sum sjálvandi gjarna vilja hava samsýning fyri at teirra verk verða brúkt.

Tórshavnar Kommuna er ein onnur føroysk kommuna, sum hevur gjørt eina tílíka avtalu við Koda. Fleiri kommunuavtalur eru ávegis.