Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Norðuratlantiskur tónleikur í søguligum kørmum í Keypmannahavn

Í søguligu kørmunum á havnarmótinum í Christianshavn hevur ein bólkur av eldsálum arbeitt miðvíst fyri at fáa norðuratlantiska tónleikin tættari at dønunum. Mentanarhúsið á Norðuratlantsbryggjuni sýnir fram bæði kend og viðurkend listafólk – eins og nýggj og enn ókend listafólk – alt árið.

'Mentanarhúsið á Norðuratlantsbryggjuni er stuðlað av Føroyum, Grønlandi og Íslandi', greiðir Mikael Lavdal Kærsgaard, ið hevur ábyrgd fyri tónleikinum, frá. 'Vit fáast við at promovera list og tónleik frá teimum trimum londunum, og at gera danir varugar við ta ørgrynnu av mentan og list, ið kemur frá hesum londunum. Vit vilja fegin stytta um frástøðuna millum Danmark og norðuratlantisku londini. Og tað gera vit við at skipa fyri tiltøkum, har tey framførandi eru úr bæði Danmark og hinum norðuratlantisku londunum. Her fyri høvdu vit eitt tiltak við Teiti, sum heilt nógv fólk komu til. Hetta var ein partur av Golden Days-festivalinum. Eivør kom eisini framvið og sang við í einum lagi.  Og víðagitni suppumaðurin, Birgir, kom og gjørdi suppu. Og fyri stuttum høvdu vit eisini vitjan av grønlendsku leikarinnuni og songkvinnuni, Nive Nielsen', heldur Mikael Lavdal Kærsgaard fram.

'16. oktobur hava vit G! Festival Night, har Fallulah umboðar Danmark og Marius Ziska umboðar Føroyar – Jan Sneum verður frásøgumaður og stendur fyri práti við tey framførandi, eitt sonevnt ”artist talk”. Á tann háttin fáa vit bundið londini saman', greiðir Mikael Lavdal Kærsgaard frá.

'Vit hava sjálvandi eisini fastar installatiónir, men ferðandi installatiónirnar, samstarvið og verkætlanirnar, sum ferðast millum londini, geva  betri møguleika fyri at fáa tónleikin og listina út til ein størri málbólk', sigur Mikael Lavdal Kærsgaard, sum at enda leggur afturat, at tað hevur stórt virði at sýna norrøna tónleikin fram í ætlanum, har dentur verður lagdur á ta søguligu mentanina, ið er upprunin til listina. Á tann hátt kunnu áhoyrara koma uppaftur tættari at listini.

Les meira um Norðuratlantsbryggjuna og tónleikatiltøkini her.

 

Ein angi av Norðuratlantshavinum

Mentanarhúsið á Norðuratlantsbryggjuni liggur á Grønlendska Handilsplássinum, sum í 200 ár var miðstaður fyri samhandlinum við Føroyar, Finnmarkina, Ísland og serliga Grønland, og sum enn stendur sum ein varði yvir virknu fortíðina.

Í meira enn 200 ár vóru turrur fiskur, saltað sild, lýsi og skinn lossað, lastað og goymd á økinum, áðrenn vørurnar vórðu seldar víðari á europeiska marknaðinum.

Nógvir grønlendarar, íslendingar, føringar og danir hava í sínari tíð lagt at á Grønlendska Handilsplássinum, sum var fyrsta høvið á trína á fasta jørð aftaná longu ferðina. Tað var eisini ofta hiðani leiðin gekk, tá farið var úr Danmark í ein útnyrðing.

Í 1997 fingu Føroyar, Ísland og Grønland húsið frá Keypmannahavnar kommunu, og spakuliga birtust tankar um ta miðling av norrønum tónleiki og mentan, sum nú fer fram í húsinum. Húsið hevur eisini verið nýtt til at smelta lýsi. Lýsið varð smeltað í stórum kørum, og nýtt til gøtuljósini í Keypmannahavn. Angin av lýsi er enn týðiligur í tjúkku múrunum. Tað gevur húsinum ein rættleika, sum á besta hátt styðjar teimum mentanarligu upplivingunum, ið eru á skránni í húsinum.