Minst til Koda Dramatik, tá tú brúkar tónleik og tekst innan drama

Fæst tú við tónleik til opera, operettur og musicals, kann Koda Dramatik vegleiða um avtalur við sjónleikarhús ella framleiðara.

Tá tónleikur verður brúktur innan drama, umsitir Koda sonevndu “smáu” rættindini. Tað er tá eksisterandi tónleikur verður brúktur í sjónleiki, kabarett, tiltøkum, konsertum og líknandi. Tá talan er um “smáu” rættindini, er tað Koda, ið syrgir fyri, at tónaskaldið fær viðurlag fyri tónleikin.

Koda umsitur ikki rættindi til “musikdramatik”, sum er tónleikur, ið er skrivaður beinleiðis til opera, operettur og musicals. Rættindi til “musikdramatik” verða umsitin av rættindahavarunum hvør sær, oftast av tónleikaforløgum. Tað merkir, at tónaskaldið ella forlagið skal gera beinleiðis avtalu við sjónleikarhús ella framleiðara um gjald fyri tónleikin. Rættindi til musikdramatik verða stundum nevnd “stór rættindi”.

Les meira um Koda Dramatik.