Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Legatnevndin hjá Koda í 2017

Martin Stauning (DKF)

Martin Stauning gjørdist liðugur í solistklassanum á Kongaliga Danska Musikkkonservatori’inum í oktobur 2016. Hann hevur m.a. havt Hans Abrahamsen, Bent Sørensen og Niels Rosing-Schow sum undirvísarar. Martin hevur skrivað tónleik til nógvar ymiskar samansetingar og hevur eisini arbeitt við ljóðinstallatiónum og framførslu. Í 2015 varð Martin heiðraður við Axel Borup-Jørgensens komponistpris og fekk Léonie Sonning Stipendium og Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsens legat í 2016.

Lars Greve (DJBFA)

Lars Greve er tónaskald og spælir saxofon og klarinett. Umframt soloverkætlanir hansara hevur hann millum annað gjørt vart við seg við bólkinum Girls in Airports, og hevur spælt við fleiri áhugaverdum listafólkum sum Peter Friis Nielsen, Sven-Åke Johansson, Zeena Parkins, Rob Mazurek, Quadron, Oh No Ono og mongum øðrum. Hansara fjølbroytta og eksperimenterandi tilgongd hevur havt eina altjóða yrkisleið við sær og virðislønir frá t.d. Statens Kunstfond, Odd Fellow Scholarship og Sonnings talentpris. 

Lars Sjelle (tónleikaforleggjari)

Lars Sjelle er Creative Manager hjá Warner Chappell í Danmark og hevur arbeitt sum tónleikaforleggjari í yvir 20 ár.  Lars hevur arbeitt við einum ótali av tónleikarum og artistum á Warner Chappell, millum teirra Sanne Salomonsen, Jam & Delgado og Adam Powers.

Fyri tíðina arbeiður Lars við nøvnum sum Pitchshifters, Frederik Tao, Kristian Leth, Peter Bjørnskov, Burhan G, Chris Minh Doky, Mintman, Faustix, Kato og Louis Winding.

Tobias Stenkjær (DPA)

Tobias byrjaði tíðliga sum sangskrivari og artistur. í 2001 útgav hann bara 17 ára gamal plátuna “Toby”. Í 2009 vann hann DMA virðislønina fyri “Besta country útgáva” við útgávuni “Blissfully Unaware” og í 2012 kom meira popputa EP’in “Changing”. Báðar tær síðstu útgavurnar eru útgivnar í egnum navni. Harumframt hevur hann skrivað løg til og við fleiri donskum og útlendskum nøvnum sum t.d. Ida (ið vann X Factor), Bryan Rice, Auryn úr Spania og Ben Saunders úr Hollandi.