Kom við tá Koda fæst við detektivarbeiði

Tá ið Koda ikki hevur nøktandi upplýsingar um upphavsmenn til eitt verk, ið er spælt alment, fær Koda ikki útgoldið upphæddina sum upphavsmenninir hava til góðar. Tá fara ‘detektivarnir’ hjá Koda til verka, fyri at finna neyðugu upplýsingarnar um persónarnar. Oftani er talan um upphavsmenn, sum enn ikki eru vornir limir í Koda. Men tað kann t.d. eisini komast av at kunning um arvingar ikki er komin fram til Koda, tá ið upphavsmenn andast.

Í repertoire deildini starvast Bodil Christine Olsen Jessen. Nakað av tí, ið Bodil fæst við, er finna upplýsingar um teir upphavsmenn, ið Koda ikki hevur kontaktupplýsingar til, ella har kontaktupplýsingarnar, Koda hevur, eru so ófullfíggjaðar, at tað forðar útgjaldi.


Tað kann vera sera torført at gera av, hvør rættindahavarin er

’Bæði arvingar og føroyskir ‘ikki-limir’ kunnu vera ringir at finna. Tað kemst av at tað einasta, vit hava at halda okkum til undir leitingini, er eitt navn. Í Føroyum verður p-tal nýtt í staðin fyri CPR-nummar, men vit fáa ikki brúkt føroysku p-tølini, tí talskipaninar eru ymiskar. Og tað ger uppgávuna torførari. Hetta er eisini orsøkin til, at vit ikki fáa goldið út umvegis NemKonto til Føroyar’, greiður Bodil frá.

‘Um eitt nú fleiri hava skrivað eitt verk saman, royna vit at spyrja teir upphavsmenninar, sum vit hava samband við. Á tann hátt kunnu vit javnan finna fram til rætta persónin’, sigur Bodil.

‘Tá talan er um andlát, skriva vit til Sorinskrivarin í Tórshavn, fyri at fáa útvegað upplýsingar um arvingar. Í eldri arvamálum, har eitt nú arvingarnir eisini eru deyðir, kann tað krevja eitt rættiliga stórt detektivarbeiði at koma fram á núlivandi arvingarnar. Upphavsrætturin er jú galdandi í 70 ár frá endanum á deyðsárinum hjá upphavsmanninum’, sigur Bodil frá.

Týdningarmikið at melda seg sum lim í Koda

‘Tað hendir javnan, at vit fáa boð um at eitt verk er spælt alment, har vit ikki hava nakrar upplýsingar um upphavsmannin. Tað kann komast av tí, at upphavsmaðurin enn ikki hevur meldað seg inn í Koda. Tá er tað torført at finna fram til rætta persónin, so vit fáa goldið fyri brúk av verkinum. Tí er tað týdningarmikið, at melda seg sum lim í Koda, um eins tónleikur verður spældur alment. Tað er eisini týdningarmikið, at skráseta síni verk hjá Koda og at syrgja fyri, at Koda hevur røttu kontakt- og bankaupplýsingar, so útgjaldið ikki rennur seg í forðingar av tí slagnum. Minst tí altíð til at boða frá, um broytingar eru í kontakt- ella bankaupplýsingunum’, sigur Bodil.

‘Onkuntíð mugu vit brúka nógva orku uppá at fáa greiðu á, hvørjir røttu upphavsmenninir eru. Vit brúka Google og seta okkum í samband við aðrar upphavsmenn til sama verk, fyri at finna røttu persónarnir. Og hvørja ferð tað eydnast, gerist eg so ómetaliga glað’, endar Bodil.

Millum teirra, ið okkum vantar upplýsingar um í løtuni, eru:
  • Magni Nielsen
  • Niels Petur Nolsøe
  • Samal Petersen (deyður 1976)
  • Steingrim Niclasen
  • Jens Pauli Heinesen
  • Svenning Niclasen
  • Eli Andresen
  • Heri Reynheim
  • Justin Philbrow
  • Petur Jacobsen

Hevur tú spurningar til okkurt av hesum, ella fært tú hjálpt okkum ávegis til ein av persónunum, vit eftirlýsa, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á repertoire@koda.dk.