Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Kom innar í Lautrupsgade

Hitt Stine Hamann, marketingansvarlig

Ein holl fatan av heiminum hjá tónaskøldum og sangskrivarum gevur besta samskiftið og bestu samrøðurnar, og er tí av stórum týdning hjá marketingansvarlig€, Stine Hamann. Hon fegnast um enn eina ferð at fáa høvi at vitja Føroyar í summar, og at fáa betri innlit í føroyska tónleikalívið.

”Eg eri sett sum marketingansvarlig€ hjá Koda, og størsti parturin av mínum arbeiði er at syrjga fyri neyðugum, relevantum og áhugaverdum samskifti til okkara limir og kundar.

Eg hyggi serliga at talgildum samskifti, tí tað er oftast har, vit hitta okkara limir og kundar. Eg leggi tí stóran dent á at hava nóg gott innlit í, hvussu vit best fáa hjálpt limum og kundum á okkara talgildu platformum. Tá eg av fyrstan tíð fór at fáast við marknaðarføring, var alt einfaldari. Marknaðardeildin tók sær av marknaðarføringini, og kt-deildin tók sær av teldutøknini. Men sum tíðin er fráliðin eru marknaðarføring og kt tvinnað meira saman.

Tøkniliga menningin heldur á fram, so fyri at tryggja, at eg eisini frameftir havi neyðuga fundamentið, eri eg farin í holt við eina diplomútbúgving í talgildari marknaðarføring, sum vónandi gevur mær røttu amboðini til at handfara tey krøv og ynskir til samskifti, sum okkara limir og kundar fara at seta í framtíðini” greiðir Stine Hamann frá.

Í løtuni leggi eg ætlanir fyri okkara komandi vitjan í Føroyum. Tað verður mín næsta vitjan í Føroyum. Vit vilja fegin fáa tættari bond til okkara føroysku limir og kundar, og vitjanin er ein liður í hesum arbeiði. Í ár verður Koda til staðar á G! Festivalinum og fer at hittast við Felagið Føroysk Tónaskøld, og nøkur felags tiltøk eru longu á skránni.

Eg gleði meg sera nógv til at hitta teimum føroysku limunum, og eg eri sum heild ógvuliga bergtikin av tí vakra landinum. Men eg gleði meg sjálvandi eisini til hópin av framúrskarandi tónlistarligum upplivingum, og G! Festivalurin má sigast at vera ein av vakrastu festivalplássunum, eg nakrantíð havi sæð” endar Stine Hamann.

4 skjótir spurningar til Stine:
  • Hvat er tað besta við at starvast hjá Koda? 

Tað besta við at arbeiða hjá Koda er, at man hevur eitt arbeiði, ið gevur meining. Tí man veit, man arbeiðir fyri einari góðari søk. Eg kundi ikki ímyndað mær at staðið fyri samskifti og marknaðarføring í einum virki, ið t.d. framleiddi vindeygu ella líknandi. Men tað allarbesta er helst allir teir fantastisku starvsfelagarnir, eg eri so heppin at hava.

  • Hvat fekst tú við áðrenn tú byrjaði hjá Koda? 

Eg havi fingist við samskifti – eri útbúgvin á CBS og arbeiddi í nøkur ár sum ráðgevi í lýsingarvinnuni, áðrenn eg gjørdist sjálvstøðug. Har býr ein lítil íverksetari í mær, og mær dámar sera væl at byrja okkurt nýtt upp. Eg havi byrjað tvey virki, har eg í nøkur ár m.a. fekst við keyp og sølu av fornlutum, samstundis sum eg veitti ráðgeving innan samskifti og marknaðarføring.

  • Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? 

Eg lurti so at siga eftir øllum – alt frá klassiskum til popp og punk sleppur framat. Tað er ikki ein spurningur um hvat slag av tónleiki, tað er, men hvar eg eri í løtuni – hvat gevur mær íblástur og upptekur meg. Eg elski at lata meg forføra av tónleikinum og vita, hvar tónleikurin førir meg.

Eg brúki tónleikin sum ein virknan viðleikara í dagligdegnum, og lurti gjarna eftir tónleiki meðan eg arbeiði. Eg var herfyri á SPOT-festivalinum, har eg kom fram á hópin av nýggjum, spennandi bólkum, m.a. The Entrepreneurs og Magnolia Shoals, ið báðir umboða ein tónlistarligan felagsskap í Thy. Eg eri eisini sera glað fyri seinasta útspælið hjá Vinnie Who, sum hevur gjørt eitt frálíkt, droymandi album við lekrari útseting, m.a. ein heilt forførandi slide-guitar. Mín yndistónleikari hevur altíð verið amerikanski sangskrivarin og klaverleikarin, Dr. John aka Mac Rebennack, sum umboðar tann myrka New Orleans-jazzin, ið eg altíð havi havt serligan tokka til. Tónleikurin er myrkur og gátuførur, men kortini fullur av lívsgleði. Eg havi fleiri ferðir havt ta fragd at uppliva Doktaran, og havi eisini eina ferð verið so heppin at hitta hann.

  • Hvat er tín besta konsertuppliving? 

Har hava verið mangar... óteljandi nógvar. Eg má nevna Ramones-konsertina í Pumpehuset í 1990, eina Kliché-konsert í Centersalen í Lyngby Storcenter, har eg, 13-ára gomul, hevði tikið 10 ára gamla lítlabeiggjan undir armin. Og so sjálvandi Dr. John konsertirnar. Ein onnur uppliving hevur eisini brent seg fasta í minnið. Tað var ein nátt á eini absinth-barr í New Orleans, har ein lokalur bólkur spældi, og bara helt fram og fram og fram at spæla. Soleiðis elski eg at uppliva tónleikin – intensan og nærverandi. Ein av nýggjaru upplivingunum, ið stendur sterkast í minninum, er Hoyma-konsertin við Eivør, ið eg var so heppin at uppliva, síðst eg vitjaði Føroyar. Tað er nakað av tí vakrasta og mest inniliga, eg nakrantíð havi upplivað.