Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Kom innar hjá Koda

Hitt limarágeva, Cecilie Ifversen, sum starvast í Forlags- og medlemsservice hjá Koda

Tá G! Festivalurin fer av bakkastokki tann 17. juli, verður Cecilie Ifversen annað av starvsfólkunum hjá Koda, tú kanst hitta har. Cecilie verður til staðar í Hvonn-tjaldinum, og er før fyri at svara øllum tínum spurningum um limaskap vm. fríggadag og leygardag kl. 16:00-19:00.

”Eg starvist sum limaráðgevi hjá Koda, har eg millum annað svari fyrispurningum frá limum okkara. Spurningarnir kunnu snúgva seg um alt frá hvussu tey skulu brúka 'Mit Koda' til meira torførar spurningar um rættindi. Harumframt fáist eg eisini nógv við føroysku limirnar, eri skrivari í nevndunum, ið býta upphæddirnar í stuðulsskipanunum hjá Koda, og havi hjá Koda ábyrgd fyri útbúgvingar-arbeiðinum hjá Koda/Gramex, ið er miðað móti konservatoriuum”, fortelur Cecilie Ifversen.

”Eg havi verið hjá Koda í sløk 5 ½ ár, men havi ikki verið í somu deildini alla tíðina. Fram til 1/12-2013 var eg í Musikrapportering, men nú gleði eg meg til av álvara at fara í holt við stuðulsskipanirnar hjá Koda. Síðan eg gjørdist Cand. Mag. í tónleikavísind, havi m.a. havt arbeiði í fyrisitingini á einum nýggjum tónleikafestivali og skrivað freelance fyri eitt klassiskt tónleikablað”, endar Cecilie Ifversen.

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Tað, eg lurti eftir, fevnir breitt og eg sigi vanliga, at eg lurti eftir øllum frá opera til hip hop. Fyri tíðina lurti eg rættiliga nógv eftir When Saints Go Machine og eg eri serliga glað fyri PJ Harvey, sum hóast tær broyting hennara tónleikur hevur verið ígjøgnum, altíð hevur havt ein heilt serstakan persónligan dám.

Hvat er tín størsta tónleikauppliving?

Tað er ein góður og ógvuliga torførur spurningur. Eg haldi, eg havi haft nógvar góðar tónleikaupplivingar, ið á hvør sín hátt hava verið stórar upplivingar. Um onkur serstøk skal nevnast, so var Joanna Newsom í Vega ein heilt góð konsertuppliving. Tá Copenhagen Saxophone Quartet framførdi eitt verk hjá Jexper Holmen á Musikhøst í 2007, var eisini millum betru upplivingarnar. Eg havi tíverri gloymt heitið á verkinum, men tað var so væl framført, at hárini reistust. The National á Roskilde var eisini stak gott. Men spyrt tú í morgin, fært tú helst nøkur heilt onnur svar.

Hvat er tað stuttligasta/mest áhugaverda við at starvast hjá Koda?

Tað stuttligasta við arbeiðinum hjá Koda er, at eg fái innlit í kompleksitetin og fjølbroytnið í tónleikaheiminum. Har eru stórar broytingar í hesum árum, og tað er spennandi at fylgja við og taka lut í.