På billedet fra venstre: Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, Pernille Rostgaard Olsen, juridiskur assistentur hjá Koda/Gramex, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Sigurð Ólason Vang, mentamálaleiðari
Koda hevur gjørt avtalu við Tórshavnar Kommunu, ið tryggjar, at tað framyvir verður goldið, tá tónleikur verður nýttur stovnum, skúlum og ítróttarøkjum hjá kommununi, til gleði og gagn hjá teimum tónaskøldum og lagasmiðum, ið hava skrivað tónleikin.
Avtalan hevur við sær, at tónaskøld og lagasmiðir nú fáa viðurlag, tá teirra tónleikur t.d. verður spældur á skúlum, ellisheimum og á øðrum tiltøkum, ið Tórshavnar Kommuna skipar fyri. At upphavsmenninir fáa viðurlag er sjálvandi treytað av, at tey, ið framføra, minnast til at rapportera konsertir og tiltøk til Koda.
Anders Lassen, stjóri í Koda, sigur:
”Vit eru sera fegin um avtaluna við Tórshavnar Kommunu. At Tórshavnar Kommuna hevur átikið sær gera eina samlaða avtalu er rós vert, tí avtalan tryggjar at goldið verður fyri allan tann tónleik, ið verður nýttur. Hetta er eisini til stóran gagn hjá brúkarunum, ið nú hava fríar teymar til at brúka allan tann tónleik, teimum lystir, í komandi tiltøkum. Og tað verður til gleði og gagn hjá teimum tónaskøldum og lagasmiðum, ið hava skrivað tónleikin”.
Tórshavnar Kommuna er fyrsta kommunan, ið hevur gjørt eina so víðfevnandi avtalu – eisini um donsku kommunurnar verða tiknar við. Í fjør varð ein minni avtala gjørd við Tvøroyrar Kommunu, og í løtuni eru samráðingar við fleiri kommunur um tónleikaavtalur.